Glyvrar

Havnarøkið á Glyvrum er sera væl skipað og hýsir m.a. stóru altjóða fyritøkuni Bakkafrost. Bryggjan á Bakka verður burturav brúkt til skipini hjá Bakkafrost. 

Økið við bátahylin á Bakka er nógv betrað gjøgnum tíðina. Bátaplássini eru nógv umbiðin, og umstøðurnar hjá bátaeigarum eru góðar. Staðið er sera vælegnað sum marina. Saman við Glyvra Beach, róðrarneystinum, nýggja húsinum hjá bátafelagnum á Bakka og Bakkafrosti, hevur økið kring bátahylin ment seg til eina dragandi og hugnaliga marina. Umstøðurnar at skipa fyri alskyns tiltøkum eru góðar. Árliga laksatorgið er flutt Oman á Støð við bátahylin og hevur av røttum funnið sítt natúrliga stað.

  • Bryggjan á Bakka er 80 m long við 6-8 m dýpi - sí kort
  • Bátahylurin á Glyvrum hevur 80 bátapláss, íroknað gestabryggjuna