Limir í Cruise Europe


Runavíkar Havn er limur í evropiska felagsskapinum Cruise Europe, sum hevur fleiri enn 140 limir í fleiri enn 20 londum. 

Felagsskapurin arbeiðir sum bindilið millum reiðarí og limir.

Cruise Europe er eitt vinnuligt B2B-netverk av cruisehavnum og ferðamálum.