Tíðindi

Zuiderdam aftur til Runavíkar í 2018

Stóra ferðamannaskipið hjá reiðarínum Holland America Line, sum vitjaði í Runavík í summar, kemur aftur 11. august 2018.

Móttøkan av skipinum 24. juli í ár gekk framúr væl. Umleið helvtin av teimum 2000 ferðafólkunum fóru skipaðar útferðir við bussi, meðan hin helvtin hugnaði sær í Runavíkarøkinum. Nógv varð gjørt burturúr móttøkuni. Kunningarstovan skipaði saman við Runavíkar Havn og kommununi fyri einum mentanartiltaki við føroyskum dansi og lokalum kendum sangarum. Eisini vóru ymiskir túrar í økinum, umframt ein uttandurða marknaður við handgjørdum lutum og ferðaminnum.

Tá Zuiderdam vitjar aftur í 2018, er útbyggingin av Runavíkar Havn liðug. Kaikanturin, har skipið legði at í ár, verður longdur úr 100m upp í gott 300m. Ferðamannaskipið Zuiderdam er útvið 300m langt og umborð eru 2000 ferðafólk og manningin telur 850 fólk.

Vit gleða okkum til at taka ímóti skipinum aftur í 2018.