Tíðindi

Vørðuklettur, – 35 ár í afturhvarvinum

tobbi

Ein várdag fyri 35 árum síðani gekk eg í nakrar dagar og mól í túninum, hevði fingið mær frí frá koffardisiglingini, og vildi royna nakað annað. Ein leirvíksbátur lá til umvælingar úti við Mekanik í Runavík, og ein vinmaður segði mær, at teir leitaðu eftir fólki, nú teir riggaðu til at fara til Íslands á snelluveiði. Hann skuldi við, og eftir at hann hevði sagt Ólavi, at eg var áhugaður, komu vit onkursvegna í samband við hvønnannan, og hin 11. mai 1978 hevur sýslumaðurin fyri Eysturoyar sýslu mynstrað okkum umborð í “Vørðuklett.”

Av teimum sløku tríati árunum eg havi verið til skips, eru hesir túrarnir teir mest minniligu, og ein lærdómur sum eg ikki vildi verið fyriuttan. Slapp ikki av við sjóverkin fyrrenn komið var nakað væl upp í árini, og eftir at Ólavur hevði víst mær á eina koyggju afturi í kahúttini, og eg hevði lagt áseymaðu madrassuna í botnin, varð tørnað inn. Tilstandirnir vóru sum í Guantanamo, tað var um reppið, at nøsin tók í botnin í yvirkoyggjuni, og skjótt fór pumpuroykurin at gera mær mun. Fyri ein, sum dragist við nakað av klaustrofobiskari ræðslu, var hetta ongin ynskistøða. Spýði alt dúrkið út, gor og gall, og veika støðan er helst orsøkin til, at eg ikki minnist hvør ið kom dragandi við eini spuluslangu, fyri at bøta um komfortin aftur.

Minnist at eg hevði endurminningarbókina um amerikansku frælsisstríðskvinnuna Angelu Davis við mær í klæðssekkinum, tað sæst nú á henni, alt Norðuratlantshavið var jú í grannalagnum. Var mín granni, har eg lá so illa skjølaður, hinumegin hesar fáu millimetrarnar av furu ella eik, og hetta mikla hav hevði sjónliga áneyðir at sleppa ígjøgnum samankomingarnar ímillum plankarnar og úr erva, og táið tað ringasta rullið var avtakandi, og ein nýggjur dagur var ávegis, hevði man kortini vant seg við hetta nýggja universið, sum skuldi verða mítt heim nakrar snellutúrar á Suðurlandinum, – undir Íslandi.

Kendi ikki hesar leirvíkingarnar nakað serligt, kanska hevði eg sæð Árna hjá Hansi í dansinum í Glyvra Bio ella í Sjónleikarhúsinum í Fuglafirði onkuntíð, men hinir kendust mær fremmandir, Olaf og Karsten, yrkjarin Baraldur á Berhellu, og skiparin og eigarin Ólavur av Válinum. Vit sosialiseraðu okkum tó skjótt, og komnir á fiskileið á Stokknesgrunninum fløskaði alt seg, – vit koyrdu sum eitt team. Vit gingu vakt at stýra yvireftir, og so snildir høvdu teir verið, at Olaf átti róðurtørn eftir mær, men hetta var ikki bara sum at siga tað, hann var ikki nøkur leyva at tørna út, og ofta gjørdust míni róðurtørn í drúgvara lagi, men tá hann so umsíðir kom aftur eftir dekkinum, turkandi vágin úr eygnakrókunum við trivaligu vøttunum, fann eg útav, at maðurin var skemtari av Guðs góðu náði, og ofta lat eg meg bara undirhalda næstu vaktina á tamb eisini.

Tað gekk rímiliga væl við fiskiskapinum, snellurnar stóðu á lúnningini í bakborð, og eg fekk plássið fremst í skúrinum. Har vóru tríggjar snellur, Ólavur hevði ta aftastu, táið tað lá fyri hjá honum at fiska, ímeðan eg royndi sum frægast við hinum báðum, oljutrýstið úr Miðvági hjálpti væl til, og tað gekst betri enn eg hevði væntað. Upsi fyri tað mesta, onkur spragga og tað ringasta var hesin sprelski kongafiskurin, sum oyðilegði okkum dergurnar. Tí ráddi um at gera sær dergur niður fyri á stuttu frívaktunum, at hava til at taka og at sláa undir, táið áneyðir vórðu fyri hesum.

Fyrstu dagarnar royndi eg at finna meg til rættis, m.a. kannaði eg hvussu vorðið var við teimum saniteru viðurskiftunum. Vildi ikki gera mær fyri skommum, og tí spurdi eg ikki ov nógv í byrjanini, tað ráddi um ikki at avsosialisera seg, og umráðandi var at teir ikki skuldu fáa nakran varðhuga um, at eg kravdi meira enn umstøðurnar kundu veita mær. Skilti skjótt, at vatnbeholdningurin ikki rakk longur enn til ein fingurbolla av vatni til privata nýtslu hvønn dagin, tá tørnað varð út í lýsingini, hetta kundi hóskandi brúkast til at busta sær tenninar við. Tað ið eftir var bleiv brúkt til matgerð.

Einaferð fór túrurin eisini at koma til mín, har tørvurin fór at vera fyri onkursvegna at sleppa av við tað, sum konsumerað var, hvad ind ad vindes skal ud ad tabes, tær stuttu løturnar vit góvu okkum stundir at matskaffa. Trongdin vaks, og eg kendi meg noyddan at spyrja hvussu toiletviðurskiftini vóru skipað umborð. Hevði verið framvið bukkurúminum, men har var alt uttan livandi grind at síggja, og tá avgerðandi løtan kom, fekk eg at vita, at ein danskur handilsreisandi fyri kortum hevði verið á bryggjuni í Leivík og bjóða kummur við cisternu og øllum øðrum molevitti fram til útróðrarbátarnar. Hann var snotuligur og strokin á at líta, skógvarnir so spískir sum merluspíkarar, slipsið sum ein breiðfokka og flippurnar sum vindskeiðir. Fyrsti báturin hann hættaði sær umborð í var “Sigatindur”, og táið SjúrðaLias við sínum spesiella fasongi ikki lat seg imponera, og hevði sagt honum, at útróðrarmenninir í Leirvík høvdu annað at taka sær fyri, enn at sita dagin langan á eini wc-kummu, misti hann mótið og sást ikki aftur í bygdini.

Ein stálpøs stóð afturi í skúrinum stýriborðsmegin, ið nøktaði hendan partin av tí sanitera høpinum. Tí ráddi um at vera tilbúgvin, tá løtan kom. Í rullinum ráddi um at skorða seg so rímiliga fastan ímillum keysingina og uppstandið, so var at draga niðurfrá, smoyggja oljudansin niður um tromina á pøsini, og ímeðan tað breyt um æsingarnar slapst eisini av við avlopið, sum magin hevði sorterað burturúr frálíka matinum
annars.

Tað gekst sum sagt væl við fiskiskapinum, men so ein dagin fingu vit maskinskaða, ein reim slitnaði, og Ólavur fekk “Morning Star” av Strondum at sleipa okkum inn á Hornafjørðin. Fyrsta ferðin eg var uppi á landi á Eysturlandinum. Táið tað nú skuldi ganga so illa í hond, – so var hetta ikki tað ringasta. Vit vóru á matstovu, og eisini nýttu vit høvið til at fara í biograf, fyri at hyggja eftir onkrum kykavmyndaðum kóvboyara, sum reið spelandi á rossabaki onkustaðni vesturi í Texas. Møtti hann onkrum á leiðini, skjeyt hann frá hond, og vit høvdu nú fingið nóg mikið av áfyllu á akkumulatorarnar, og kundu leggja leiðina út á Stokknesgrunnin aftur, har havhestarnir bíðaðu okkum.

Ein dagin helt Olaf fyri, at Karsten var í so ódrúgvur, hann stóð ov illa við, kaffipausurnar mundu ongan enda fingið, og so avráddu vit at knýta eitt trivaligt pottalok upp í dorgina hjá honum. Síðani til botns við beitum og loki. Tað var ein hugagóður yrkjari, sum uppaftur komin úr lugarinum legði á at fíla av nýggjum. Ongin ivi var um, at ein vaðanskalvi nú hevði vælsignað honum dagin. Hann dróg inn og loraði útaftur, alt eftir hvussu hesin mikli fiskur geberdaði sær ávegis upp í sævarmálan. Tá dastið av einum tíma var farið, dagar pottalokið undan í vatnskorpuni, og tá bleiv sama skilið sum á Orminum Langa: Lunnar brustu og jørðin skalv. Hann hevði Olaf mistonktan fyri hesa skarnsgerðina, og hesin var sjálvandi farin niður ígjøgnum kappan, og sat nú stórsmílandi og gottaði sær við skipskeks og einum kaffimunni. Lagið var onki serligt, men skjótt mundi alt koma í rættlag aftur, og táið skipið var fult undir lúkurnar av ísaðum upsa og væl tað, løgdu vit leiðina heimaftur á Leirvík. Tað skal sigast, at túrurin gjørdist nakað longri enn ætlað av maskinbrekinum, og tí rakk provianturin heldur ikki til allan túrin. Minnist meg rætt, ótu vit bert konserveraðar ananasfruktir úr blikkum teir seinastu tríggjar dagarnar. Dagarnir vóru langir, nógv knoss, men stuttligari og hugaligari túrar havi eg ikki verið á sjónum, og eg gloymi teir aldri soleingi eg livi. Eini 18 pund vóru dragnað av bulinum, og tá eg lat meg úr klæðunum á fyrsta sinni aftur, og legði meg í baðikarið, eftir at hava verið burturi í góðar tvær vikur, tá líktist vatnið meira eini køstarennu enn tað sum vanligt hevði verið, tá til bar at strúka lortin av kropsskinninum undir øðrum saniterum viðurskiftum.

Hetta var tíðin, tá LÍF var í vælmaktini, og teir tosaðu dúgliga um fótbólt umborð. Hetta hevur helst verið um tað mundið, táið Martin Nugent ta einu ferðina krússaði Jákup Pálsson av í einum dysti í Sarpigerði, og leirvíkingar høvdu fingið blóð á tonna. Tað rakk nakað langt, men ivaleyst fara teir í hesum døgum at røkka longur fram á leið saman við gøtumonnum, nú vit síggja fram til, at okkurt skilagott fer at koma burturúr hesum kappingarárinum, – í okkara lut.

Eg eri sera takksamur fyri, at eg slapp at royna hetta slagið av sjólívi saman við Árna, Olafi, Karsteni og Ólavi. Seinri hetta várið fór eg við “Sjúrðarbergi” hjá Kjølbro, og var við honum hagartil tvíburðar tóku seg fram í afturpartinum, og eg fram ímóti jólum lá búkinum á Landssjúkrahúsinum í fjúrtan dagar, klovin við øks í ovara enda á reyvagreinini. Hetta vóru ikki minni skemtiligir dagar saman við stóroriginalinum Karli í Stórustovu. Nú búsningarnir vóru farnir at slítast, og læknarnir ráddu mær frá at lyfta nakað serligt teir næstu tríggjar mánaðirnar, legði eg leiðina á Føroya Sjómansskúla, og søgur síðani fara vit kanska at hoyra meira um í ókomnum døgum.

ES: Greinin er upprunaliga skrivað til Sarpuna annan páskadag, tá Víkingur vann 3-0 á EB/Streymi í landskappingini.