Tíðindi

Vinnu- & havnarnevndin

Sum tær flestu av størru kommununum hevur Runavíkar býráð eisini skipað seg við eini vinnu- & havnarnevnd. Hon er fyrst og fremst politiska organið, sum situr ímillum býráðið og umsjónina av havnunum í økinum. Runavíkar kommuna hevur í nógv ár havt eina havnarnevnd, og eftir seinasta kommunuval varð avgerð tikin um at víðka starvsøkið soleiðis, at nevndin tekur sær av málum, sum hava við vinnu og havnaløgini at gera. Ein sjálvsøgd sambræðing, táið stóri parturin av vinnuni er skipaður framvið sjóvarmálanum.

Vanliga hevur nevndin fund einaferð um mánaðin og annars um tørvur er á tí. Myndin omanfyri varð tikin, eftir at nevndin hevði fundast seinrapartin ígjár. Klæmint Østerø er formaður, hann stendur í miðjuni, og hinir báðir nevndarlimirnir eru Kári Egholm Jacobsen, vinstrumegin, og Kristian Gaardbo, høgrumegin á myndini.