Tíðindi

Væleydnað vitjan av Zuiderdam

Nógv ferðafólk hava vitjað í Runavík í dag við stóra ferðamannaskipinum MS Zuiderdam.

Vitjanin setti veruligt lív í býin. Ein stórur partur av ferðafólkunum hava gingið kring um í gøtunum og í nærmasta grannalagnum. Heilt nógv fólk var samankomið á torginum, tá Kári Sverrisson, Beinir og Rani og Eysturoyar Dansifelag undirhildu. Tor Shipping í Tórshavn umboðar skipið í Føroyum.

Myndir frá vitjanini síggjast her.