Tíðindi

Væleydnað vitjan av Rotterdam

Býurin fær annað og betri dæmi, tá so mong fremmand fólk vitja okkum. “Rotterdam” hjá Holland America Linjuni vitjar á Runavík ídag.

Í góðveðrinum hevur ein stórur partur av ferðafólkunum gingið kring um í gøtunum og í nærmasta grannalagnum. Heilt nógv fólk var samankomið á torginum, tá Kári Sverrisson, Eysturoyar Dansifelag og Beinir & Rani undirhildu. Tor Shipping í Tórshavn umboðar skipið í Føroyum