Tíðindi

Væleydnað amerikonsk vitjan

Amerikanski destroyarin hjá US NAVY, USS Donald Cook, fór av Runavík leygarmorgunin eftir eina væleydnaða vitjan. Fyrireikingarnar til eina vitjan av hesum slagi eru nógv meira umfatandi enn til eina vanliga skipavitjan. Nógv krøv vóru sett til bæði Runavíkar Havn og Tor Shipping, sum var føroyska umboðsfelagið hjá amerikanska skipinum.

Afturmeldingarnar, sum Runavíkar Havn hevur fingið frá trygdarumboðunum hjá US NAVY, sum komu til Føroyar at fyrireika vitjanina saman við fólki frá amerikansku sendistovuni í Keypmannahavn, vóru sera góðar. Tey vóru væl nøgd við umstøðurnar á Runavíkar Havn og tænastuna, sum varð veitt teimum í Føroyum sum heild.

Myndin er tikin undir almennu móttøkuni í sambandi við vitjanina.