Tíðindi

Úr Kirkjugerði á rostra í Núpsdali

Teir staðir finnast, ið bregða frá øðrum í mæti. Heilagi staðurin Jerusalem er ein teirra. Vit, ið hava staðið á Oljufjallinum og kent guvuna frá søgunnar illgongdu loynistíggjum í næsarnar, latið fløvan frá siðmenningarligu vøgguni har í miðjum eystri nema sál okkara, gloyma tað ikki. Ferðin oman eftir líðunum, umvegis urtagarðin Getsemane, har meistarin handan moralska og etiska plattformin, á okkara leiðum, fyrireikaði seg til rómverska deyðan í útriðini á heygnum Golgata. Vit fylgja eftir í kjalarslóðini, við tveimum millennium í skáa, um løkin, ið mjúkliga leggur sær leiðina oman eftir Kedron dalinum og haðani gongur leiðin niðan á Tempulfjallið, har islamisku moskurnar nú standa, m.a. hin gitna Al-Aqsa moskan, sum heykarnir í Tel Aviv vildu hava Moshe Dayan at gotra, eftir at hann hevði sprongt landamørk Ísraels, og víðka munandi um jarðarrúmið hjá hesum nýggja statinum, teir famøsu seks dagarnar í 1967.

Generalurin, strategurin og verjumálaráðharrin var ikki búgvin til atgerðina á matrikkulin, har sum templið hjá Sálamon kongi einaferð hevði staðið, og sum farvegurin sæst eftir við hin gitna Grátimúrin. Hann vaks upp í Deganya Alef kibbutz´ini, har norðuri við Genezaret sjógvin, í tíðini undan stóru endaligu heimsóknini – fyri at diasporan kom heimaftur – hjá gýðingunum eftir vitleysu pogromurnar í Europu. Uppvøksturin saman við arábum legði honum helst forðingar í vegin, og bara hin góði Guð skal vita, hvussu heimurin hevði háttað sær, um hann hevði foykt tey heilagu støðini hjá Mohammeds monnum út av gomlu býartromini ta ferðina. Eftir eina bøn við Múrin lá leiðin Via Dolorosa niðan á Heyggin, har ein arábisk útvarpsantenna nú stendur og rykkir islamiskar bønir úr sínum stálkambum allan sólarringin á tamb. Lukas fór ikki heilt skeivur, táið hann læt timburmannin siga: “Sanniliga sigi eg tykkum: Eingin profetur er væl kendur í sínum egna fosturlandi”.

Hin kendi svínoyingurin Edvard Jacobsen, sáli, hevði ongantíð verið í Ísrael tíansheldur í Jerusalem. Einaferð sonur hansara Ingi var afturkomin av ferð í Ísrael, helt hesin fyri við faðirin: “Hagar skuldu tygum farið, pápi !” Edvard var knappur í vendingini, og svaraði: “Har eri eg hvønn dag ! Eg eri helst kunnigari har enn tú !”

Ein yrkjari norðaneftir spyr, hvaðan regnið og áin koma, og nú vit standa her í Núpsdali er hóskandi at spyrja, hvaðan megin er komin til tað fólkið, sum í árhundraðir hevur búleikað um hesar leiðir. Í Skálavík, sum fostraði mannin, ið staðfesti, at ongin býr í Føroyum av praktiskum orsøkum. Fyri pestis orientalis – sóttina svørtu, í 1349 – var hon ikki bygd, men Viderø heldur, at brytin – uppisitarin Ímundur – hevur sitið her, fyri ognunum hjá stórbónda heima á Sandi, sum átti búfenað her eysturi. Og eftir tað kom bulmikla ekspansiónin, og søgnin sigur, at í Skálavík var størsta kirkjan í landinum næst eftir hana í høvuðssæti kirkjunnar – Kirkjubø.

Høgliga lendið lá frá tíðarinnar morgni í væntanini um, at magnfullir vøddar einaferð fóru at velta upp úr nýggjum. Útróðrarmiðini lógu skamt frá sævarflóð og onnur lunnindi á landi kundu røkkast rímiligari enn aðrastaðni. Potentialið til ein nýbyggjarakultur lá og lúrdi á loynum – eystur í hav og niðan í hamrarnar og suður í Skálhøvda. Hetta er kultururin, ið flytur tærið úr einum stað í annað. Krúttunnan, ið sýgur vøddar og intelligens til sín. Útrásin er ikki vanlig í Føroyum, hvørki tá ella seinri, á sama hátt sum í grannalondum okkara. Menn fluttu gamaní, men teir flutt til ódyrkað lendi og kultiveraðu jørðina og seg sjálvar. Skálavík bleiv í so máta bráðpannan, har andi og materia gingu hond í hond. Tí gjørdist hendan bygdin eitt sjáldsamt fyribrigdi í føroyskari bygdasøgu.

Veitari heldur enn móttakari. Uppdriftin – flóðin – hevur verið somikið stór, at tað er runnið undan tempulgáttini heilt út í ytstu krókar landsins. Her eru størri tankar hugsaðir enn teir hjá sigoynaradronginum, sum Einar Már Gudmundsson eygleiddi í eini coupé á lunnavagni á Sørmlandsleiðini í Svítjóð: “Drongurin við krunkasvarta hárinum og stóru brúnu eygunum er farin at ressast, tað letur áhaldandi í honum, hann júkar og júkar um eitthvørt á einum óskiljandi máli, og bráðliga knappar sigoynaramamman blusuna upp, stingur aðra hondina innum, og tekur annað bróstið fram. Hann sýgur alt hann orkar, og táið hann hevur fingið seg ótystan, skúgvar hann bróstið frá sær og leggur seg afturá í setrinum og ropar. Eftir tað fær hann sær eina sigarett, festir í og roykir sum var onki sjálvsagdari.”

Hesin sami íslendingurin, yrkjarin og maðurin í broddi fylkingar andvegis ómentaða bløðrubúskapinum, sum kollrendi Ísland, heldur lítið um tað nýggja slagið av globalisering, sum vil skapa hugtøk sum randarøki og øki, ið eru meiri miðsavnað. Í listini kann ongin vinna kappingina. Einar Már heldur, at heimurin er ein stórur pallur, og táið jørðin er rund, finst bert ein miðja, har hvør einstakur jarðbúgvi heldur til. At tosa um stórar tjóðir og smærri tjóðir, randarøki, heimshorn, provinsmentan og annað á sama bógvi, vísir bert aftur á, hvør ið hevur valdið til at siga, hvat ið er rætt og hvat ið er rangt.

Soleiðis giti eg mær, at skálvíkingar hava hugsað. Teir defineraðu seg ikki í mun til onkran annan, tí teir stóðu í miðju jarðar, og soleiðis áttu øll onnur at hugsað. Uttan fáfongd og stórlætiskomplexir. Skúlaskapur fyri øll er lutfalsliga nýtt fyribrigdi í Føroyum, kortini hevur parameturin um góðar ella ringar kennarar verið ráðandi, táið menn hava mett um munin á kjølfestu og kálvføðing í teim ymsu bygdum og býum. Og satt er tað, at nám, kensla, skúlaskapur og vælferð fólksins eru tvær alin av sama vaðmali. Allastaðni. Kortini tykist hendan sannroyndin ikki at vera so svørt hvít her í bygdini. Litteratarnir, Kristian á Gerðabrekku, Hans Jacob í Stovuni og Hans Dalsgaard halda lítið um kensluliga undirstøðukervið í teirra tíð – skúlan – sum kveikjara til ókomnar dagar. Soleiðis er tærið, sum hevur ment so merkiliga nógvar úrmælingar, komið úr øðrum høpi. Rationaliteturin í bygdarmentanini má hava havt eina aðra gongd her um leiðir, andin hevur verið hægri, enn flestu aðra staðir í landinum, hóast at tað ikki búleikaðust fleiri enn 121 fólk í bygdini fyri gott og væl 160 árum síðani.

Góð stórthundrað ár fyri at skøldini í Skálavík vóru óvitar, hevði vísindamaðurin Jens Chr. Svabo givið skarvin yvir, mist alla vón um, at føroyska málið reið undan misfaring. Helst hevur Skálavík ligið sum ein málsligur tíðarlummi, óspiltur av fremmandari ávirkan, annars høvdu fleiri gitnir málmenn ikki hevjað seg úr hesum jørðildinum, táið ringast stóð til, stutt eftir tiltikna Jólafundin, sum staðfesti ringu støðuni og samstundis legði eina strategi fyri tjóðina um, at betri partar máttu takast fyri, skuldi vón verða um lív í oyggjunum sum serstakt fólk við egnum máli og egnari mentan.

Úr kvæðunum og øðrum skaldskapi á mannamunni er botnurin lagdur, úr treystu mentan fólksins í bygdini, men onkursvegna tykist andaliga flogið at hava verið óvanliga høgt, perspektivið hevur verið sjónin hjá ørnini við spentum veingjum, tí háskúlamentanin hevur tikið dyggari í á Sandoynni enn aðrar staðir, – soleiðis tykist tað í øllum førum. Ungmannafelagshúsini í bygdunum ber boðini um tað. Og tað vóru ikki eggvætir og mýruveingir, ið komu undan grundtvigiansku keldunum á Danmarkar fløtum, tíansheldur undan kreddu teirra Símunar av Skarði og Rasmusi á Háskúlanum og konum teirra.

Mangur hevur undrast á málsliga førleikan hjá skøldunum í Skálavík. Eisini at teir eru so ymiskir. Skrivaða málið var tó so ungt í teirra tíð, fyrsta føroyska skaldsøgan varð ikki givin út fyrrenn í 1909. Bábilstornið hjá Regini í Líð. Rasmusi Rasmussen. 10 ár, 8 ár og 3 ár eftir, at teir tríggir Hans, Heðin og Kristian ávikavíst vórðu bornir í heim. Tessvegna vóru teir onkursvegna riknir til at skipa amboðið sjálvir, málið, sum merkisverdi andaligi førningurin og litterera skilvísi skuldi transformerast ígjøgnum til fólksins frama.

»Latið tit altíð hjartað ráða, ið hvat tit so gera, tá verjir Guð tykkum, um menn vilja skaða tykkum!« er endin á stuttsøguni “Keglið”, og onkursvegna kreddan hjá Hansi á Mølini. Hann er ikki stórproducentur av skaldskapi, men tærið er sterkt og gitið, og sosiala indignatiónin í eitt nú “Duld eru døpur mein” er slóðbrótandi. Hon er útgivin sama árið, sum ungdómsbyltingin kollvelti vesturheimin, men helst er hon skrivað væl fyri tað, tess størri týðning hevur hon sum bylgjubrótari í einum svart hvítum heimi, har orðaskifti ofta enda í yvirskipaðum filosofiskum spurningum, sum ikki taka hædd fyri teimum, ið onkursvegna hava trupulleikar í mun til meginrákið hjá teimum, ið halda seg vera normal, hvør ið annars er so frægur.

Samtíðarmaðurin Heðin Brú er gitin og farin so víða um lond, at eg eigi eina grønlendska týðing av “Feðgum á ferð.” Bókmentafrøðingur eri eg ikki, tí gevi eg meg ikki í hóslag við tann partin av rúgvismikla skaldskapi hansara, men tit sum eru á mínum aldri og eldri minnast næstan orð fyri orð bókina, sum háskúlamaðurin úr Funningi, Marjus, las upp í Útvarpinum á sinni. Hon er serliga væl frágingin og merkiliga heilstoypt, onkur sigur, at Heðin skrivaði hana átta ferðir burturúr upprunamateriuni. Hon kann lesast sum ein skemtisøga, men eg ivist í, um tað var ætlanin. Man hon ikki í størri mun vera ein lýsing av tí stóra skiftinum og tess avleiðingum, táið samfelagið broytist skjótari enn menniskjansliga tilvitskan megnar av kapera. Hvussu tragiskt tað kann gerast hjá mannabarninum, táið trygga og kenda jørðildið ríður undan fótafestinum, í hesum førinum tá samfelagið so brádliga kollveltist frá nøgdsemi, sparsemi og sálarligari balansu í búnaðarsamfelagnum til ótamdu ferðina í fiskiveiði- og ídnaðarsamfelagnum, har peningur í alt størri mun myndar lívið hjá teimum, ið royna at fylgja dagskránni, sum onnur seta.

Kálvur er, sum hann er, kanska livdi hann fyri sína tíð, men ivaleyst hevði hann verið eitt potentielt evni til ein eksotiskan yuppie-klubba, hevði hann livað í okkara subkulturellu tíð, nú politiska skipanin hevur slept at kalla øllum mentanartæri uppá fjall. Í rúsandi býttleika keypti pápi hansara ein 18 skinsfisk fyri heilar 15 krónur í Seyrvágsgrindini á sinni, og sum hann sjálvur segði: “Á Jesus komi til mín, eg doyggi av harmi, ikki okkara lívføddu dagar hava vit sett okkum í sovorðna skuld. Men gjørt er gjørt, lagnan má ráða. Koma aftur um aftur kann eg ikki, tað er at gera sær fyri skommum.”

Ketil yvirinvesteraði og tók avleiðingarnar av egnum gerðum. Hann umboðar í grundini ættarliðið áðrenn yuppiarnir, stressmappudreingirnir, stakittpissararnir, lærdu spekulantarnir og teirra meira ella minni suspektu ráðgevar kollsigldu øllum fyri skjótt 20 árum síðani, og aftur gjørdu bart nú, táið Eikin fall, og heimurin í rúma tíð í alt ov stóran mun hevur hingið saman av fiktivum virðum. Moralkodeksið hjá Ketli helt, og tey flestu minnast endan á bókini hjá Heðini Brú, táið konan heldur fyri: “Eg hugsi, vit mega selja kúnna.” Og síðani hugdi hon burtur og tivaði. Tá bliknaði Ketil og fekk suð fyri oyruni: “Tað verður sum at missa hondina. Hon er tað einasta livandi, vit eiga, og so skulu vit sita svørt í tvey ár.” Síðani fara tey bæði uttar og lata fjóshurðina upp, standa og hyggja. Kúgvin liggur so rein og nosslig á bóli og jótrar, hon vendir høvdinum, hyggur at teimum og drynjar. Tá tók Ketil húgvuna fyri andlitið, og konan fjaldi høvdið í bringuni á honum. Áðrenn fólk var á fótum morgunin eftir, fóru feðgarnir báðir, Ketil og Kálvur, niðan um garðarnar við kúnni. Sum sagt verður í sanginum, æran var teirra mið. Hóast neyðina helt kodeksið. Eftir yuppiarnar, stressmappurnar og nálastríputu hamarnar stendur onki uttan rúkandi toftir. Eitt náðileyst sjálvsøkni standandi atlitar- og samhaldsleyst í mun til alt annað enn egið ríkidømi, glantran og æviga dansin um Gullkálvin.

Táið Victor var liðugur at skipa gomlu og nýggju paktina yvir í føroyskt mál, keypti omma mín tíggju eintøk av henni. Hetta var ikki tí at abbi mín, maður hennara, og andsfúsi søldfirðingurin vóru trímenningar, men av tí heilt einføldu orsøk, at øll í húskinum skuldu eiga hvør sína Bíbliu á móðurmálinum. Hon hevði gingið í skúla hjá gamla lærara – S. P. Konoy – og uppaftur meira hevði hon sitið við Gamaliels føtur á Føroya Fólkaháskúla. Nú segði Bjartalíð prestur í Mælt sendingini hetta kvøldið, at eg átti 6 eintøk av “Ferð míni til Jorsala”, antikvariskt, og tað er ikki langt av leið. Í hvussu er fer onki av børnunum at sita eftir við ongari, táið tann tíðin kemur. Hendan ferðafrásøgnin er ikki ein vanlig ferðafrásøgn, hetta er skaldskapur á serliga høgum støði. Minnist at eg ein dagin hitti íslendingin, litteratin, Úlv Hjørvar, sála, á Vaglinum. Kona hansara var oddviti í Norðurlandahúsinum tá. Hann hevði eisini lisið bókina fleiri ferðir, og eg minnist serliga væl endareplikkina hjá honum, áðrenn vit skiltust: “Hevði Kristian Osvald verið uppi á døgum, átti hann at fingið Nobel-virðislønina fyri fagrar bókmentir.”

Viderø er ein av hesum sjáldsomu rithøvundunum, ið fer at vaksa í mæti, sum tíðin líður frá. Fyri fáum árum síðan helt onkur bókmentafrøðingur hann vera í so lakan, í hvussu er bleiv hann ikki kanóniseraður ímillum hitt úrvalda liðið á ovastu rókum – á skaldskaparsins Parnassos. Í dag skriva menn doktara-ritgerðir um hendan úrmælingin úr Gerðarbrekku.

Hann leitaði støðugt eftir frumkelduni til civilisatiónina. Tí ósminkaðu, leys av yvirflatiska junk-food kulturinum, sum fær alt størri fastatøkur á vesturlendinginum. Nú ein dagin frætti eg frá einum, sum hevði hitt hann í Keypmannahavn, stutt fyri at hann doyði. Holdið helt ikki til leitanina og fjakkanina longur, stempulringarnir vóru skammfílaðir, amboðið var niðurslitið. Inni hjá einum kenningi úr Hvalba fór andin á flog, meðan tað guvaði úr sigarvindlinum.

Hugfjarur grundaði hann yvir hesa nýggju tíðini, har fólkið var vorðið leyst av øllum substansi, jørðildið var slept, og alt meira bleiv nútíðarmenniskjað sleipað inn í eina týdningarleysa peningamaskinu, hvørs kringekja gekk skjótari og skjótari, bara fyri materiella vinningin hjá onkrum øðrum. Plastikkkultururin í illa gróðursettum londum segði honum onki, hetta sæst aftur í bókmentum hansara, og æviga tráanin eftir at koma allan vegin fram til kelduna, man mangan hava givið honum ein hvøkk. Hugsi t.d. um ta ferðina, hann var í audiens hjá pávanum í Roma, manninum við lyklunum til Himmiríkisins grindir. Nærri hinum alvalda bar illa til at koma, nú stóð bara Vicarium Dei ímillum Kristian á Gerðabrekku og evsta Dráttin. Á seinasta teininum fram hagar til hin úrvalda, í hesi veldugu meginkirkju, steðgar hann á, og lesur á ryggstavinum á einum stóli “Ubi Petrus” og hinumegin “Ubi Ecclesia”. “Har, sum Pætur er, har er kirkjan.” Kanska var hetta hátignarstólurin. Tveir enskir prestar standa nærindis, og táið hann hoyrir teir spjalla saman um skamtanarkort, bacon og egg á hesum heilaga staði, tá tókti honum, at ljómin fánaði í høll.

“Catedra” minkaði í hvørjum, og tað kendist fyri honum, sum stóð hann aftur á turrum. Reina áin, sum rann undan tempulgáttini í Jerusalem var gruggað.

Maðurin, sum flutti gomlu paktina yvir í føroyskt mál er vorðin eitt ikon. Ein óundansleppandi kastali – ein skansi – í føroyskum skaldskapi og málsligum virki. Sum menniskja, prestur, guðfrøðingur, fjakkari, filosoffur, skald, týðari og søgumaður á sín serliga hátt. Umstøðurnar vóru ikki tær bestu, táið hann flutti Hitt Gamla Testamentið úr grikskum í føroyskt í pappírstroti umvegis havragrýnseskjurnar, hann fekk frá handilsmanninum norðuri í Hvalvík. Sigi sum gamli landslæknin, Hanus D. Joensen: “Hvørki málsliga ella guðfrøðiliga eri eg sjálvandi førur fyri at meta um hesa týðing, men eg havi kortini í øðrum ørindum ógvuliga gjølla fleiri ferðir lisið hana, og so hvørt borið hana saman við týðing Victor Danielsens og týðingar til onnur mál. Mær tykir, at týðingin er góð, í støðum eitt meistarverk. Aðrir høvdu sett á Gamla Testamentið, eitt nú Jóan Petur uppi í Trøð (við stuðuli frá Hammershaimb, prósti), Jógvan Poulsen og fremst av øllum Jákup Dahl við Sálmunum, Orðtøkum Sálamons og Prædikaranum. Men enn vóru út við teir níggju tíggjundapartarnir av Gamla Testamentið eftir at týða, út við tveir triðingar av allari Bíbliuni. Kristian Osvald byggir, men ikki bara, á tað bíbliumálið, sum Jákup Dahl hevði skapað.”

Nú vit standa her í Núpsdali og halda stevnu fyri hesi einastandandi bygd – Skálavík, havi eg kanska dvølt ov leingi við tær skaldsligu kanónirnar, men týdningur teirra fyri føroysku tjóðina er ómetandi. Indiskutabult eru teir ímillum gigantarnar. Hugsi bara um floymin av føroyskum bókmentum og sangi, sum spríkir út á marknaðin í okkara tíð, og hvussu ússalig støðan var fyri bara stórt hundrað árum síðani. Málið og mentanin er alt, alt annað foykist burtur alt eftir sum tað fløðir og fjarar. Fyri at seta tað inn í ein grønlendskan kontekst kom eg at hugsa um Sisimiutráðstevnuna í 1970, táið danin Mogens Boserup mælti til at gera enda á grønlendskum máli, sum hann helt vera eina forðing fyri allari menning í Grønlandi. Hann var boðin við sum fyrilestrarhaldari, og táið ráðstevnan var liðug takkaðu grønlendingar honum fyri ómakin, og journalisturin Ulloriannguaq Kristiansen handaði honum eina sømdargávu. Eina lítla kajakk við ongum skinni, ongum segli, eitt bert beinaræ. Og endasalutturin hjá kenda grønlendska tíðindamanninum var: “Grønlendska fólkið við ongum móðurmáli er sum ein kajakk við ongum skinni – ongari bólstring.” Hetta er essensurin, sjálv kjarnan, hjá øllum tjóðum, øllum heimsins fólkum. Eisini føroyingum.

Bygdin hevur eisini fostrað kvæðakempur, eitt nú Trónd á Trøð, sum er løðarsteinurin til Traðarbókina. Hartil mannin sum skrivaði eina av Føroya bestu yrkingum: Sløð eftir skipsdagbók 1957-58. Framtíðin kemur ikki av sær sjálvari. Jóannes Dalsgaard, mín gamli kennari í fronskum. Hálvu skálvíkingarnar á Kamarinum í Havn, sum settu anglikanska poppin inn í ein føroyskan kontekst. Og bøndur, kendar skiparar sum eitt nú Eiler og Sámal Jacobsen og javnaldurin Linjohn og ikki at gloyma kempuna Kjartan Dalsgaard, sum pápi mín sigldi saman við í Lauritzen reiðarínum, hann var torpederaður tvær reisur undir krígnum, men hetta festi ikki ótta í hann. Hann sigldi stríðsárini á tamb fyri teir sameindu. So harðmælin skuldi hann vera, at hann hoyrdist burturúr øllum meinginum, táið teir lógu á redini í Port Said. Harður sum ein risi, hann vildi hava strangan aga, disciplin, og hetta fell ikki altíð í góða jørð hjá donskum matrósum, sum skrivaðu um hesa føroysku bjørnina í blaðnum hjá danska sjómannafelagnum, ta tíðina tá hin karismatiski kommunisturin Preben Møller Hansen ráddi fyri borgum. Eisini bygdin, sum fostraði fiskimenninar allar, útróðrarmenninar við Tórsteini á Grindafossi á odda, handilsmenninar á Mølini, minnist hin mentaða Viggo á eini ferð við Smyrli, ímillum lond, táið vit sjómansskúlanæmingar skuldu royna okkara navigatorisku kynstur og so einasta kvinnuliga reiðaran í landinum, Hildigunn, sum hevur spolað mangan gyltan fongin úr havsins djúpu námum, síðani tey bæði Mortan skyldmaður fóru undir útgerðarvirksemi við hinum fyrra Ennibergi.

Tað hevur verið hugaligt at staðið á Rostra her í Núpsdali, hóast hann valla kann sammetast við røðarapallin í Forum Romanum í gomlu Rómaborg. Rostra merkir skipastavnur. Røðarapallurin var gjørdur av skipastavnum, av skipum teimum, sum rómverjar høvdu tikið frá fíggindunum. Tað er at siga, at teir menn, sum har uppi á Rostra, røðarapallinum, fluttu sínar megnarrøður, kendu seg sum stavnabúgvar, sum førarar og oddamenn fólksins. Til tað er Føroya biskupur, ein vestari skálfirðingur, komin higar suður at røða.

Mín leiklutur er helst ein annar. Á sama hátt sum Edvard í Svínoy kendi seg at vera í Jerusalem hvønn einasta dag, hóast hann ongantíð hevði verið har, so kenni eg meg at vera staddan í Skálavík hvønn Guðs skapta dag. Fyrst og fremst umvegis tað, sum eg longu havi sagt, og eisini tí, at ein rímiliga stór flís av mær er slektað hiðani. Mortan hjá Kaj minti meg aftur á tað nú ein dagin, hann hevði frætt, at eg skuldi røða fyri tykkum.

Í Skálavíkar Saga skrivar Kristian Osvald Viderø soleiðis: “Í Heimaradali tænti Nólsoyar-Dánjal. Hann gekk í Miðkirkjugerð at fríggja til Katrina, dóttur Jóhanesar; men brøður hennar virdu hann einkis og vildu ikki, at hann skuldi fáa hana. Ein sunnudag Dánjal kom niðan hagar, sat Jóhanes og las lestur. Tess á millum havdi Dánjal ýtt sær til Katrinar og fingið hana upp á knæ síni. Tá hljóp Melkjor, bróðir Katrinar, á Dánjal, og vóru tá miklar syftingar í roykstovuni. – Tað var tá, sum siður var, at maður, sum vildi ganga at eiga gentu, skuldi fyrst sýna styrki sína og gera eitthvat bragd. – Gamli Jóhanes smeyg sær í stovuna með Brockmanni, men tegar hann hoyrdi mikið óhljóð úr roykstovuni, gloppaði hann hurðina og sá tá Dánjal liggja víðopnan uppi í grúgvuni og grúgvusteinarnar bólta út á gólv. – Men Dánjal fekk Katrina. – -“.

Tey bæði fingu eitt nú Jóhan í Garði, úrmælingin í bátasmíði, – hann sum knógvaði nærum túsund bátum úr sínum lógvum. Hann var oldurabbi mín, og mamma hansara var úr Kirkjugerði í Skálavík. Jóhan var eitt nú faðir at langabba mínum Poul Nikláa Danielsen, sum las siglingarfrøði í Bogø fyri 130 árum síðani, var reiðari, skipari og hevði egnan skiparaskúla, og eisini var Jóhan pápi at fyrru konu Mortan í Hvannasundi, sum føddi og kálvføddi teir víðagitnu skipararnar, sum samfelt gingu undir heitinum: Hvannasunds-brøðurnir. Harðmælt og hittinorðað skuldi slagið vera, segði Viderø. So lítil kann verðin verða, táið sjóneykan dregur mjørkan frá søguni. Og so dramatiskur kann vegurin gerast úr Kirkjugerði niðan á Rostra í Núpsdali. Takk fyri at eg varð boðin suður higar, og mikla tøkk eiga tit, ið lýddu á hesa løtuna.

tórbjørn jacobsen