Tíðindi

Upsi undir egg

Lynfrost í Runavík var eitt av fyrstu flakavirkjunum í Føroyum. Flakavinnan hevur havt tørv á nógvari arbeiðsmegi, soleiðis hevur virksemið á bryggjuøkinum verið meginásin í bygdunum, sum seinri gjørdust ein býur, um hesar leiðir í áratíggju. Skiftandi er, sum tað hevur vignast í flakavinnuni hesi árini, eigaraskiftini hava verið fleiri, men lønirnar, sum eru spolaðar av bryggjuøkinum niðan í bygdirnar/býin, eru ómetandi, helst í milliardaklassanum tilsamans.

Fyri góðum tveimum árum síðani keypti samtakið Faroe Origin flakavirkið, og partar av flotanum, úr trotabúnum, táið Fiskavirking fór undir hamaran. Lív kom aftur í hvøssu knívseggirnar, táið upsin fór eftir bondunum. Runavíkar kommuna/havn hevur í hesum døgum verið á vitjan á virkinum, borgarstjórin, havnanevndarformaðurin og havnarmeistarin, og har hava vit fingið eina sera neyva kunning um virkið frá teimum fýra ábyrgdarmonnunum Anfinni Olsen, Dáva Jacobsen, Jens Paula Petersen og Inga Perssyni Hansen. Teir vístu okkum kring um á virkinum, og samstundis fingu vit at vita, at teir vóru væl nøgdir við viðurskiftini mótvegis lokala myndugleikanum, hóast bøtt kundi verið um okkurt í undirstøðukervinum kring virkisbygningarnar. Ætlanir eru nú lagdar fyri, hvussu hesi viðurskiftini fáast í rættlag sum skjótast.

Teir hava brúkt nógva tíð og orku, og ivaleyst hópin av peningi, hesi bæði árini, fyri at trimma arbeiðsgongdina og rationalisera har til ber, og nú tykist størsti trupulleikin vera, at upsafiskiskapurin á Føroyagrunninum yvirhøvur hevur verið alt ov lakur hesa seinastu tíðina. Vónandi verður ein bati í veiðini soleiðis, at ein av vinnuligu grundsúlunum í býnum kunnu fáa optimalan rakstur, sum bara verður rokkin um nógmikið av rávøru kemur upp á land.

Á myndini síggjast frá vinstru: Dávur, Ingi, Jens Pauli, Magnus, Anfinn og Arnfinn. Havnarmeistrin tók myndina.