Tíðindi

Ung knattspyrna

Íslendingar brúktu leingi hetta snøgga orðið um fótbóltin í okkara tíð, – tað gera teir framvegis, men nú sæst kortini orðið fótbóltur oftari í íslendskum miðlum, sjálvt hin legendariska málsliga purisman hjá frændunum í útnorði má víkja fyri alheimsgerðini. Sá í einum tíðarriti nú ein dagin, at orðið knattspyrna stavar úr fornnorrønum máli, og at hetta bleiv brúkt um eitt slag av leiki, sum forfedrar okkara fingust við, táið teir onki annað høvdu fyri hendur og føtur. Kanska sparkaðu teir ímillum sín, og krússaðu hvønn annan av, við onkrum seyðarhøvdaskrokki, eini uppblástari seyðabløðru ella einum trivaligum hvalakíki. Tí kundu vit eins væl havt brúkt hetta fittliga orðið í Føroyum, men so langt rakk føroyska purisman ikki. Tíverri.

Vit, sum eru farnir væl um hálvan aldur, og framvegis kýta okkum við at akselerera eini 240 pund av beinum, vesku og kjøti aftur og fram eftir linoliumsgólvinum í Ítróttarhøllini í Runavík hvørt mánakvøld, og berjast við eymu knøðini dastið av vikuni, hava livað allan aldurin hjá fótbóltinum í Eysturoy at kalla. Havi ongantíð fingið nakra rímiliga tesu um, hví júst hendan oyggin so leingi var eftirbátur í hesi ítróttargrein, men kann bara staðfesta, at tað hendir onki veruligt fyrrenn fuglfirðingar alra fyrst í sjeytiárunum, í 1971, taka tað stóra stigið, og melda sítt frægasta lið í Meistaradeildina, sum tá var. Frammanundan høvdu vit diggast í eini amputeraðari Eysturoyarkapping, men nú kom kveiking í, hóast tað gekst heldur striltið við úrslitunum tey fyrstu árini. Ein vinmaður hjá mær úr Klaksvík plagar at tosa um fyrsta dystin hjá NSÍ har norðuri í bestu deildini. Í 1976. Stutt eftir at dómarin hevði bríkslað dystin ígongd skoraði Ingolf hjá Bankmanninum eftir eitt rættiligt Paul Breitner-raid niðan eftir vøllinum, hann spældi í miðverjuni, men í hinum endanum mátti vinmaður hansara, Sofus hjá Karl Jóhan, sáli, innkassera heili 10 mál. 10-1 til KÍ, táið dómarin bríkslaði dystin av. Og so legði hann afturat, at tað sá kanska ikki so elegant út, tí móti var ikki komin í klædnabúnarnar, og Sofus var í kóvboybrókum við fullum lummum av lyklum, felliknívi, ivaleyst eini dós av svávilpinnum og smápengum, sum skuldu brúkast til at sløkkja sær tostan við eftir dystarlok. Ein Ananas sodavatn kundi fáast dygst við vøllin, í kioskini hjá Hans, áðrenn leiðin lá aftur um Leirvíksfjørð.

Var farin til skips, táið hetta hendi, so hetta stendur alt heldur kámt fyri mær. Tað gera árini frá tí vit fluttu úr Syðrugøtu út higar at búgva kortini ikki. Harinni høvdu vit eina heila sandstrond at spæla á, og so væl fyri vóru vit ikki inni á Glyvrum. Abbi mín á Langanesi var óvanliga áhugaður í ítrótti og kapping og dámdi yvirhøvur væl, at vit brúktu vøddarnar, líkamikið um tað var í arbeiði, bardaga ella í leiki. Hann legði ein teig av til endamálið ímillum sodnhúsið á myndunum og síni egnu sethús. Mál fingu vit upp at standa, og bóltarnar mundu vit fáa úr handli hansara. Hann vildi líkasum hava stýr á bóltparkini, tí vanliga kruvdi hann bóltarnar, táið hann vildi hava okkum at gera okkurt meira til nyttuna. Í hoyna, at bøta gørn, at rippa, at bera cementsekkir, at arbeiða í sildini o.s.fr. Tá lagið lá hinvegin aftur, fingu vit ein nýggjan bólt, og soleiðis bleiv hetta eitt slag av góðkendum stadion hjá glyvradreingjum og øðrum við. Mangur drápiligur dystur er leiktur á hesum vølli, og hesin gamli skiparin lá íðin framvið síðulinjuni sum ein feltgeneralur og var bæði dómari, linjuverji, viðmerkjari og reportari. Tá nakað var fráliðið bleiv tað meiri skipað, tá spældu vit dystir ímóti heiðadreingjum, runavíkingum og minnist meg rætt onkuntíð ímóti toftadreingjum eisini á hesum sama vølli. At tað skal hava borið til at stuttleika sær á hesum lítla teigi sigur ikki so lítið um krøvini, vit settu til fasilitetirnar tá á døgum. Og hetta var í seinru helvt av sekstiárunum. Alternativir vøllir vóru Hvannadeildin omanfyri gomlu støðna hjá glyvramonnum, omanfyri har sum Kappróðrarneystið nú stendur, og onkuntíð spældu vit ímóti teimum uttaru á einum sera góðum teigi, helst hjá útróðrar- og traðarmanninum Meinhardi Olsen, sum nú liggur undir skúlanum við Løkin. Seinri aftur gjørdist hondbóltsvøllurin omanfyri skúlan á Glyvrum kortini stadion´ið burturav, og tað var eisini har at meginítróttin í tíðini, hondbólturin, varð leiktur.

 

Hetta sigur nakað um hvussu ung knattspyrnan er í Eysturoy og serstakliga her um okkara leiðir. NSÍ er gott dømi um hetta í fótbóltsregi. Liðið kvalifiseraði seg til Meistaradeildina í 1976. Tað gekk av skriðuni og líka illa sum hjá ÍF í 1971 í somu deild. NSÍ tapti allar dystirnar og málúrtøkan var 6-47. Leiðin niður í næstbestu deildina var vís. Í 1979 bragdaði aftur og felagið spældi 4 dystir javnar og tapti 10 teirra. Málúrtøkan var 12-35. Seinri gekk tað niður og upp ella øvut, og fyrsti dysturin liðið vinnur í bestu deildini er í 1984, táið teir basa LÍF við
tveimum málum ímóti einum hin 29. apríl. Fyri júst 29 árum síðani syrgdu Ábraham Hansen (nú Løkin) og Íngálvur hjá Kitty á Vollanum á Glyvrum fyri, at NSÍ setti síni fyrstu veruligu fingramerki á føroyska knattspyrnu. Yo-yo tilveran tóktist hóast hetta ongan enda vilja taka, men síðani 1997 hevur støðan verið stabil í bestu deildini og 10 ár seinri, í 2007, hendir tað sum øll lið í heiminum mest av øllum tráa eftir, føroyameistaraskapurin endar á fyrsta sinni í Runavík. Ein psykologiskur snávingarsteinur var umsíðir syftur aftur um bak, og nú átti tilveran í bestu deildini at verið rímiliga høglig, um skil annars er á vølli og í organisatoriska og fíggjarliga maskinrúminum.

Skilji framvegis ikki hví hetta alt skuldi taka so drúgva tíð, í mun til tað sum hendi á Tvøroyri, í Vági, í Havn, í Seyrvági og í Klaksvík, eitt nú kann man undra seg yvir, at bretarnir sum vóru í Søldarfirði, á Toftum og á Strondum ikki hava ávirkað hesa støðuna í størri mun enn teir gjørdu. Kanska fylti hondbólturin bara alt ítróttarrúmið og hinvegin kann sigast, at táið tað koppaði knattspyrnuni til fyrimunar, so hendi tað við einum braki. Eysturoyggin er nú meginoyggin í føroyskum fótbólti, í vavi í hvussu er, og er hetta sum í so mongum øðrum førum eitt tekin um, at táið eysturoyingar fáa festu í kjølin, so vignast tað sum oftast.

29 ár eftir at NSÍ vann sín fyrsta dyst í ovastu deildini m.a. við einum máli hjá Ábrahami Løkin, eru barnaskógvarnir væl og virðiliga traðkaðir, hóast fótbóltsaldurin uppá seg er ógvuliga ungur, og nú vóna vit bara at hesin sami Ábraham sum venjari megnar at díkja sínar menn fram til eitt gott og happadrúgt úrslit í knattspyrnuárinum 2013. ES: Upprunaliga ein grein, sum varð skrivað til leikskránna hjá NSÍ, til dystin, sum teir vunnu 2-0 ímóti EB/Streymi sjálvan flaggdagin.

tobbi-.