Tíðindi

Triton við Løkin

Danska verjuskipið “Triton” hevur ligið við bryggju í Runavík um Hvítusunnuhalguna. Manningin hevur sett seg í samband við havnarmeistaran fyri at vita, um til ber at fáa ein fótbóltsdyst í lag, har spælt verður ímóti eldri lokalum leikarum. Runavíkar havn hevur við góðari hjálp frá Jonhardi Hilmarssyni Hansen skipað tað soleiðis, at dysturin verður á vøllinum við Løkin í kvøld kl. 21:00. Enn vita vit ikki hvussu liðini verða mannað, uttan tað, at Jonhard sjálvur verður málverji á staðbundna liðnum og hartil er avgerð tikin um, at havnarmeistarin verður dómari í dystinum.