Tíðindi

Timburlast á Funningsfirði

Seinrapartin mánadagin kom farmaskipið “Silver Copenhagen” á Funningsfjørð. Hetta man vera størsta farið, ið hevur ligið við bryggju í bygdini.

“Silver Copenhagen” er komin úr Eystrasalti til Føroyar. Á dekkinum høvdu teir tvíkiljur til KJ-Hydraulik, sum vóru uppskipaðar á Fuglafirði. Har uppskipaðu teir eisini nakað av pakningi til russiska togaran “Valeriy Dzhaparidze”.

Meginparturin av farminum er kortini timbur til plattavirkið Atlantshav í Funningsfirði. Einaferð týsdagin hava teir væntandi fingið allan farmin upp ætlaður til plattavirkið, og síðani verður farið norð í Ánirnar, har nakað av pakningi eisini skal skipast umborð í russiska togaran “Kurshskaya Kosa”.