Tíðindi

Takk fyri vitjanina

Ferðamannaskipið MS Ocean Endeavor ankraði á Skálafjørðinum mikudagin 27. juni, og ferðafólkini vórðu førd í land við gummibátum.

Gestirnir gingu fyrst runt Toftavatn og fóru síðan inn á Visit Runavík, har starvsfólkið var til reiðar at taka ímóti við góðum ráðum um upplivingar og shopping í økinum.

Runavíkar Havn og Visit Runavík ynskja skipi, manning og ferðafólki góða eydnu á teirra víðari ferð.

Flottu myndirnar hevur Simon Nordendal tikið.