Tíðindi

Stóra ferðamannaskipið Mein Schiff 3 til Runavíkar

Leygardagin hin 21. juli 2018 kemur ferðamannaskipið Mein Schiff 3, hjá reiðarínum TUI Cruises, inn á Runavíkar Havn.

Skipið er 293,2 metur langt og umborð eru á leið 2.500 ferðafólk og ein manning á 1.000.

Faroe Ship er umboðsfelag hjá Mein Schiff 3, sum liggur við kai í Runavík frá kl. 7.00 til 19.30 fyri síðan at sigla beinleiðis til Íslands.