Tíðindi

Sprongt verður aftur á Glyvrum

Í sambandi við, at bátahylurin á Glyvrum verður dýptur, verður sprongt í morgin leygardagin 14. apríl um 3-tíðina seinrapartin. Í hesum sambandi verður heitt á allar bátaeigarar um at flyta bátarnar úr hylinum. Tey, ið eiga gøgn á landi í økinum, verða eisini biðin um at taka fyrivarni fyri at sprongt verður.