Tíðindi

Slakka ferðina á Skálafirði

Farið er nú undir at víðka um atløgubryggjuni á Bakka á Glyvrum. Hetta er spunskei, og sagt verður, at arbeiðið verður liðugt um mánaðarskiftið august/september.

Heitt verður á skip og bátar, sum sigla á Skálafirði, um at taka atlit hesum viðvíkjandi, og slakka ferðina fyri ikki at órógva havnaútbyggingina.

Runavíkar havn