Tíðindi

Skip á ruskveiðu

Fyrr í ár samtykti Runavíkar býráð at verða við í ruskveiðu, sum er eitt altjóða umhvørvisátak, ið eitur «Fishing for Litter» á enskum. Átakið er nú farið av bakkastokki.

Í fyrsta umfarið er ætlanin at royna ruskveiðuna í eitt ár. Faroe Origin eru við í royndini, og skipini Heykur og Falkur hjá Faroe Origin hava fingið posa umborð til at koyra ruski í sum kemur frá trolinum. Skiparin á Heyki er Ivan Holm og á Falki er skiparin Jógvan Páll Hammer. Bergmann Finnsson er frá BF Konsult samskipar átakið.

Ruskveiða handlar um, at skip skulu verða við til at minka um ruski í havinum. Trolbátar skulu samla ruskið, sum kemur í trolini í ein ruskposa, og ikki blanda tað saman við ruskið sum trolbáturin hevur annars. Tá ið trolbáturin kemur aftur til lands, verður posin lyftur yvir á bryggjuna.

Tað vanliga ruski verður koyrt í ruskskipanina fyri skip á havnarlagnum.

Á landi verður innihaldið í posanum vigað og flokkað eftir teimum ymisku sløgunum av ruski, og síðani beint burtur á rættan hátt. Alt hetta uttan kostnað fyri trolbátin. Havnamyndugleikin hevur ábyrgdina av ruskinum, tá ið tað er komið á bryggjuna.

Av tí at burturkastið verður flokkað og talt upp, ber til at fylgja við hvørji sløg av burturkasti flóta í havinum kring Føroyar. Við vitanini, sum kemur til vega í átakinum, er lættari at peika á keldurnar til burturkastið, og síðani fyribyrgja, at lutirnir enda í havinum.