Tíðindi

Skálafjørðurin best egnaður til framtíðar oljuhavn

”Tað var neyvan av tilvild, at Tróndur í Gøtu brúkti fjørðin sum sína skipahavn, og at bretar valdu sær Skálafjørðin sum herflotahavn undir heimskrígnum seinra. Tá var hann tann føroyski Scapa Flógvi.

Og í dag er alt, sum talar fyri hesum sama. Vinnuliga upplandið er tað sterkasta og mest fjølbrigdaða í landinum, og harvið standa allar neyðugar tænastur við hurðina hjá eini komandi nýggjari oljuveitingarhavn,” sigur Tórbjørn Jacobsen, havnameistari í Runavík, nú bíðað verður eftir úrslitinum av teirri áttandu boringini á landgrunninum.

Í samrøðuni við oljan.fo tvíheldur hann m.a. um, at almennu Føroyar eiga ikki at víkja frá kravinum um ”bryggjukantin”, og hann grundgevur eisini fyri, hví politiska skipanin framhaldandi eigur at lata marknaðin ráða, tá tað um oljuútgerðarhavnina ræður.

Rætt at lata marknaðin ráða
Tórbjørn Jacobsen: ”Tað er ógvuliga umráðandi at leggja sær í geyma, at tað var ikki ein politisk avgerð, sum álegði oljufeløgunum, at Runavík skuldi gerast oljuveitingarhavnin í leitiskeiðnum. Var sjálvur landsstýrismaður um tað mundið, tá avgerðin fall, og lítið er at ivast í, at hevði politiska skipanin sloppið at rátt fyri, hvar veitingarhavnin skuldi vera, so hevði hon helst ligið aðrastaðni enn her. Ikki tí at umstøðurnar vóru betri í øðrum plássum, men bara tí at ein politiskur meiriluti skjótt kundi farið ein annan veg.

Politikkur er ikki altíð so logiskur og rationellur, sum fólk halda. Hetta sigi eg eftir drúgvar royndir síðani 1998. Í hesum førinum var uppleggið tíbetur, at marknaðurin sjálvur skuldi ráða fyri, hvar oljuveitingarhavnin skuldi vera. Fyri oljufeløgini var ongin ivingur um, at Skálafjørðurin var best egnaða økið, eisini tí at vinnuliga upplandið var so magnfult og positivt. Tað endaði eisini við, at eini 18 feløg í oynni við ymsum førleikum tóku seg saman og stovnaðu Atlantic Supply Base Ltd., og felagið hevur higartil staðið fyri veitingini til allar boringarnar, sum higartil hava verið á Føroyaøkinum.

Tilvitað um framtíðina
-Verður eitt stórt fund gjørt nú ella seinni, og oljufeløgini skulu til at bora eina røð av brunnum, kanska nakrar um árið, hvat hava tit so at bjóða oljufeløgunum?

”Runavíkar kommuna/havn eru ógvuliga tilvitað um, at í somu løtu sum olja ella gass verða funnin á Føroyaøkinum, so hendir eitt rættiligt skifti, har krøvini verða munandi størri til veiting o.a. Vit hava gjørt eina strategiska ætlan fyri, hvussu vit kunnu ganga okkara framtíðarkundum á møti á best møguligan hátt. Í løtuni, í leitingarskeiðnum, eru viðurskiftini við Runavíkar havn nøktandi, og ASB arbeiðir víða um á fjørðinum.

Meginbasan er Kongshavn, ella oljubryggjan, sum m.a. varð gjørd til endamálið í ár 2000. ASB hevur leigað alt ISPS økið 3 og ræður einsamalt yvir økinum hagartil 8. boringin er endaliga liðug. Hartil brúka teir flutningsbryggjuna framvið egnum húsum har, sum Skipafelagið og Traderline fyrr húsaðust. Skipini bunkra frá oljutangunum í Søldarfirði. Eftir nakrar vikur ber til at siga, at hetta hevur gingið sum eftir ánni. Mær vitandi er ASB eisini farið ígjøgnum eina veruliga kvalitativa trýstroynd í vetur og í vár, og teir stóðu royndina, annars høvdu teir ikki verið kvalifiseraðir, tá krøvini eru óvanliga strong í oljuvinnuni. Vit hava samskift við ASB ígjøgnum alt tíðarskeiðið, og hava gingið øllum krøvum teirra á møti.”

Býráðið fer at viðgera oljuhavn
-Men hvussu við framtíðini – hava tit fyrireikað tykkum til hana?

”Ja, vit hava fyrireikað okkum til framtíðina. Í fjør var eitt verkfrøðingafelag biðið um at gera eina strategiska ætlan fyri, hvussu lendið framvið fjøruni í Runavíkar kommunu á frægasta hátt kann brúkast tey næstu 50 árini til tey ymsu endamálini, eitt nú til eina komandi oljuvinnu.

Nógv viðkomandi áhugamál vóru spurd um teirra støðu til málið, og verkfrøðingafelagið hevur nú latið úr hondum eitt ítøkiligt uppskot um, hvussu fram skal farast. Uppskotið bíðar nú eftir eini politiskari viðgerð í býráðnum, og eftir tað skuldi verið greitt at ávíst best egnaða staðið til eina veruliga oljuveitingarhavn, sum er skipað frá botni av.”

-Eisini onnur øki í Føroyum bjóða seg fram, eitt nú Vágur, sum liggur nærri boriøkinum í løtuni.

”Fer ein hundur undir at kasta sær á vatninum út av loftsvindeyganum, so gera allir hundarnir í grannalagnum tað sama. Revagarðasyndromið er tiltikið í Føroyum. Havi ikki hoyrt tað grett, at siglingartíðin er ein trupulleiki hjá veitingarskipunum, og tað eru so ógvuliga nógvir aðrir faktorar, sum eru avgerandi í hesum málinum, enn hendan petitessan við siglingartíðini til og frá feltinum. Eg haldi ikki, at nakað, sum er hent hesi 12 árini, síðani avgerðin varð tikin um at brúka Runavík til oljuútgerðarhavn, vísir, at annað pláss skuldi verið valt ístaðin, um so er, at marknaðurin sleppur at ráða. Tað er eisini ein sannroynd, at øll vitanin, sum er fingin til vega, eftir at løgtingið gjørdi av, at vørur og tænastur í sambandi við oljuboringar á landgrunninum, skuldu um føroyskan keikant, liggur so ella so í Runavík.”

Føroyski Scapa Flógvi
-Hvørjar fyrimunir hevur Skálafjørðurin tá framum onnur øki í landinum at hýsa framtíðar oljuútgerðarhavnini eisini?

”Tað var neyvan av tilvild, at Tróndur í Gøtu brúkti fjørðin sum sína skipahavn, og at bretar valdu sær Skálafjørðin sum herflotahavn undir heimskrígnum seinra. Tá var hann tann føroyski Scapa Flógvi. Væl vardur ímóti øllum ættum, miðskeiðis í landinum, eitt hanagleiv frá høvuðsstaðnum og so røkkur sjóvarfallið ikki inn á fjørðin heldur, og harvið hava vit ikki flóð og fjøru í vanligari merking, ein ávísur munur er kortini á vatnstøðuni, sum bara er ávirkað av m.a. lofttrýstinum.

Vinnuliga upplandið er tað sterkasta og mest fjølbrigdaða í landinum, og harvið standa allar neyðugar tænastur við hurðina hjá eini komandi nýggjari oljuveitingarhavn. At tað er koyrandi til flogvøllin, og at tað ikki tekur meira enn 3 korter at koyra hagar er eisini ein stórur fyrimunur.”


Undirsjóvartunnil týdning
-Hvønn týdning hevur ein Skálafjarðartunnil fyri at varðveita og menna eina oljuútgerðarhavn á fjørðinum?

”Infrastrukturel framtøk hava altíð týdning fyri tey øki, sum eru partar av høpinum. Soleiðis eisini við einum undirsjóvartunli ímillum Eysturoy og Suðurstreymoy. Hann er ikki eitt ”to be or not to be” fyri Skálafjørðin sum framtíðar veitingarhavn til oljuvinnuna. Tíðin at aka til Havnar er hin sama sum til flogvøllin. Men sjálvandi hevði tað verið ein stórur fyrimunur fyri miðøkið í Føroyum, um hesi bæði økini vóru samanknýtt. Synergiin er sjálvsøgd, og megin hevði vaksið í øllum Føroyum av hesi íløgu. Lættari hevði eisini verið at gjørt eitt rationelt og skipað arbeiðsbýti í t.d. flutningsvinnuni, sum m.a. hevði havt tað við sær, at óneyðugar dupultíløgur ikki vóru gjørdar.”

-Men er ein tunnil ein fortreyt fyri, at oljuvirksemið kann halda fram og mennast á Skálafjørðinum?

”Oljuveitingarhavnin verður á Skálafjørðinum líkamikið um tunnilin kemur ella ikki, men óivað hevði tað verið ein fyrimunur um hesin varð gjørdur. Onkur orsøk man vera til, at norðmenn hava valt Stavanger til útgerðarhavn ístaðin fyri Oslo og grønlendingar Aasiaat ístaðin fyri Nuuk. Høvuðsstaðurin fær sín part av virkseminum ígjøgnum skrivstovuvirksemið hjá oljufeløgunum, sum annars er púra leyst av tí praktiska, sum ein oljuveitingarhavn skal taka sær av. Tá ein nýggj oljuveitingarhavn skal skipast er tað ivaleyst av týdningi, at hon verður løgd í óbygt øki annars, og hesum hava vit tikið hædd fyri í strategisku ætlanum okkara.”

Einki gullnám enn
-Hvønn týdning hevur oljuhavnin havt fyri økið higartil?

”Hon hevur økt frekvensin til og frá Runavíkar havn. Hevur givið ASB og teimum, sum virka í felagnum eina kolossala vitan um, hvussu fram skal farast, og hesa vitan hevur ongin annar, sum er, í Føroyum, tí veitingin til feltini er øll farin um Runavíkar havn hesi árini leitað hevur verið. Hetta gevur býnum ein størri altjóða dám og sjálvsagt hevur hetta avleitt inntøkur til arbeiðsmegi í økinum og givið rímiliga væl í kassan hjá havnini. Tó ikki so nógv sum menn fyrigyklaðu sær, táið politikarar fyri 12 árum síðani ætlaðu at leggja oljuveitingarhavnir á hvørjum tanga í landinum, á sama hátt sum við flakavirkjunum í gomlum døgum.”

-Vágs kommuna hevur longu gjørt vart við seg. Hvat nú um høvuðsstaðurin eisini fer upp í framtíðar kappingina, hann hevur jú bæði Sund og Kollafjørð!

”Høvuðsstaðurin ger sum hann vil. Ætlar hann sær upp í hesa kappingina, so ætla vit ikki, og fáa heldur ikki, steðgað teirra ráðandi í tí. Marknaðarkreftirnar hava einaferð valt Runavíkar havn burturúr sum ta bestu, og tað hava tær gjørt í átta umførum higartil. Tí síggi eg ikki nakran serliga stóran vanda fyri, at vit ikki skulu vinna kappingina í framtíðini eisini. Men tað krevur sjálvsagt, at vit liggja í broddi fylkingar javnt og samt og alla tíðina. Vit mega bara vóna, at føroyingar ikki einaferð enn gera ta dáragerð, at teir fara at undirbjóða hvønnannan fyri at tekkjast útlendsku oljufeløgunum, tí tá er onki vunnið fyri nakran.

Høvuðsstaðurin hevur eisini tann órættvísa fyrimunin í løtuni, at allur vanligur flutningur kemur og fer um Tórshavnar havn, alt, sum føroyingar eta og brúka fer um bryggjukantin har suðuri og goldið verður við kassa 1 hjá Tórshavnar havn, og tað sama er galdandi fyri exportin úr Klaksvík og Eysturoy, sum skroyvar heilt væl upp í kassan hjá havnarmonnum, hóast kommunurnar hesumegin Sundalagið framhaldandi skulu tryggja fasilitetirnar hjá vinnufyritøkunum, sum framleiða meginpartin av tí, sum føroyingar útflyta og harvið kunnu keypa vørur fyri í útlandinum. Ein kassi, sum verður fyltur upp av øðrum kann gera so mangt, m.a. hevur hann styrki til at drepa hønuna, sum verpir til hansara.”

Lesið eisini seinna part av samrøðuni í komandi grein. Hon snýr seg um Føroyar og eina oljuframtíð.

Myndir:

Oljuhavnin í Runavík.

Myndatøka: oljan.fo/Jan Müller