Tíðindi

Skála í søgu og samtíð

Herálvur Joensen, leiðari á Uttanlandsdeildini í landsstýrnum flutti á nýggjárinum fram røðu í heimbygdini Skála. Hann er fyrrverandi aðalstjóri í oljumála- og fiskimálaráðnum og eisini hevur hann verið føroyskur sendimaður í Keypmannahavn. Fyri eina heimasíðu sum hesa er hendan eygleiðingin serliga áhugaverd. “Eitt eyðkenni við hesum nógva virkseminum, ið eg minnist gott afturá, eru glæmurnar frá sveisitólum og skeribrennarum, ið sóust á himmalinum góðverðurskvøld um heystarnar. Saman við ljóðinum frá virkandi hondum gjørdu hesar glæmurnar, at myrku kvøldini kendust eitt sindur unniligari, tá ið spælt varð uttandura. –Sjálvt í dag skilji eg ikki rættiliga, at fólk á summum búplássum í Føroyum klaga um óljóð frá arbeiði umborð á skipum, ið liggja við bryggju. Fyri mær og nógvum skálafólkum stendur ljóðið og ljósið frá skipsarbeiðið sum sjálvt symbolið uppá tryggleika og framburð.” Røðan í síni heild var annars soljóðandi:

Góðu skálafólk, góðu gestir.

“Lukka, hetta er einki aftur í móti tí, vit vóru von at finna í Skálakøsti”, letur Hans Andrias Djurhuus ta lítlu hvítu hønina siga í stuttu søguni “Høsnatos”, sum hann setti í Ungu Føroyar í oktober mánaði í 1914. Her umboðar tann lítla hvíta hønan innan av Skála ella Skálahønan tað bygdasliga og kanska eitt sindur heimfødda, men eisini eitt slag av ráðisligum gerandisviti, ið verður hildið upp ímóti tí uppgjørda og útlendska, sum í søguni er umboðað av spelkna hananum úr Amerika.

Óivað er tað bara tilvildin, ið fær skaldið at velja Skála sum heimstað hjá lítlu hvítu hønuni, ið heldur Skálakøst við maðkum og sildahøvdum vera heimsins nalva.

Ella mundi Skála umboða okkurt bygdasligt í 1914? Eg veit tað ikki.

Tann bygdin, ið vit vuksu upp í 50, 60 ella 70 ár seinni, var als ikki so bygdaslig, um hugsað verður um fólkatalið og um tíðina, ið tá var.

Skála hevði um hetta mundið eyðkenni, ið mintu um væl størri pláss í landinum.

Seinasta øld legði lunnarnar undir bygdina, soleiðis sum vit kenna hana. Tað er í hesum tíðarskeiðinum, at skipasmiðja og turkihús verða grundløgd. Nógva heimavirksemið tryggjar, at Skála gerst løntakarabygd framum aðrar í Føroyum tá. Og hesa tíðina sprettir fram tann handverkaramentanin, ið kanska ikki var heilt ókend frammanundan, men sum veruliga hevur sermerkt Skála síðani. Hugsa vit um glæsiligastu árini við framkomnum stálskipasmíði, so strekkja hesi árini seg ikki um meira enn ein lítlan mansaldur, frá tí Boðanes fór av bakkastokki í 1963 og til skrædlið í januar 1989, meðan Ocean Castle stóð í gerð.

Og júst hetta tíðarskeiðið untist nøkrum okkara at vera børn og ung.

Okkara barnaheimur var sjálvsagt treytaður av hesum umhvørvinum, ið vit vuksu upp í. Eisini hjá teimum, hvørs allar nærmastu einki beinleiðis høvdu við skipasmiðju og handverk at gera.

Nógva virksemið í bygdini gjørdi, at tann tíðin, ið fólk tosaðu mest um, kallaðist yvirtíð. Og varð farið í ein føðingardag ella aðra sosiala samkomu, so vóru tað hvørki politikkur, samfelagsviðurskifti ella háfloygdar akademiskar diskussiónir, ið settu dagsskránna. Nei, menn tosaðu inniliga um skip og motorar. Vistu, hvat slag av motori var í hvørjum einasta skipi; hvussu nógvar hestakreftirnar vóru og so frameftir. Sjálvt fyri ein smádrong við 10 tumlum og avmarkaðum áhuga fyri handverki var tað sjónligt, at her varð tosað við kunnleika, eldhuga og stórari virðing fyri fakinum. Til tíðir vóru detaljurnar so nógvar, at tað kendist sum hesir menninir sjálvir høvdu hildið á hvørjari skrúvu.

Í søguni um ta lítlu hvítu hønuna verður sagt, at hon varp smá egg, men tey vóru so rund og fín, at tey vóru tiltikin. Júst soleiðis gekst við handverkinum hjá skálamonnum. Tað var so fínt, at tað ganga søgur um tað, og tað gjørdist tiltikið.

Eitt eyðkenni við hesum nógva virkseminum, ið eg minnist gott afturá, eru glæmurnar frá sveisitólum og skeribrennarum, ið sóust á himmalinum góðverðurskvøld um heystarnar. Saman við ljóðinum frá virkandi hondum gjørdu hesar glæmurnar, at myrku kvøldini kendust eitt sindur unniligari, tá ið spælt varð uttandura.

–Sjálvt í dag skilji eg ikki rættiliga, at fólk á summum búplássum í Føroyum klaga um óljóð frá arbeiði umborð á skipum, ið liggja við bryggju. Fyri mær og nógvum skálafólkum stendur ljóðið og ljósið frá skipsarbeiðið sum sjálvt symbolið uppá tryggleika og framburð.

Nógva virksemið í bygdini gjørdi, at ikki bara bygdafólkið, men eisini mong onnur arbeiddu her. Her vóru handlar, peningastovnar og sjálvandi eisini eitt posthús. Á vegnum kundi ein meir enn so møta útlendingum. Her var ein vælvirkandi skúli og okkurt var at taka sær til í frítíðini. Andaliga so væl sum tímiliga.

Jú, sanniliga fanst annað og meira í Skálakøsti enn maðkar og sildahøvd.

Sjálvandi hevði bygdin avmarkingar. Allar bygdir av hesi støddini hava avmarkingar. Mentanartilboðini vóru kanska ikki tey mongu. Men saman við teimum tilboðunum, ið funnust í grannabygdum, so vóru møguleikarnir á eini leið. Viðhvørt rukku vit eisini hægstu tindum í ítrótti, tá ið Skálabáturin ella Svanur gjørdu um seg í kappróðri.

Í 1989 er henda glæstritíðin

 

–hetta lítla ævintýrið –í grundini av. Virksemið hevur ongantíð síðani nátt somu hæddum. Heldur ikki, um onkur nýbygningurin er gjørdur eftir tað.

Hetta er ikki serstakt fyri Skála. Kring alt vesturevropa hendir tað sama um hesa tíðina. Alheimsgerðin tekur seg inná okkum, samstundis sum lønarlagið er vorðið so høgt, at tað ikki longur loysir seg at gera størri stálarbeiði um okkara leiðir. Skála Skipasmiðja gerst ein í longu røðini av skipasmiðjum, sum mugu lata aftur.

Í eftirtíð kunnu vit diskutera, um vit dugdu nóg væl at gera okkum dælt av hesi tíðini, tá ið bygdin var karmur um størsta privata arbeiðspláss í landinum, og kommunan hevði størstu inntøku pr. innbyggjara av øllum kommunum í Føroyum.

 

Áttu vit at havt stykkja út fleiri grundstykki, so fleiri av arbeiðsfólkunum fluttu til bygdina?

Áttu vit at havt alt fram eina íverksetaramentan, so fleiri fyritøkur løgdu seg uppat tí virksemi, ið var her frammanundan?

Áttu vit at havt tryggjað okkum fleiri bein at standa á?

Stórvegis gagn gera slíkar afturlítandi og sorgblíðar hugleiðingar sjáldan, og undir øllum umstøðum mugu vit hava í huga, at henda stórtíðin hjá Skála fellur saman við vaksandi føroysku vælferðini. Veganetið verður bygt út, og fólk fáa sær bil. Neyðugt var ikki longur at flyta hagar, ið arbeiðið var. Føroyingar gerast pendlarar, ið koyra millum bústað og arbeiðspláss.

Kann henda at seksti-, sjeyti- og áttatiárini vóru bestu árini hjá Skála, hvat virksemi viðvíkir.

Hetta sigi eg meira sum eina staðfesting enn fyri at droyma um farnar tíðir. Tí eisini tá vóru viðurskifti, ið vit ynsktu øðrvísi.

 

Kringumstøðurnar vera altíð í broyting. Tíðin og samfelagið flyta seg

–og vit hava ikki annað val enn at flyta okkum við. Annars gerast vit bara stívnaðar fornleivdir í einum livandi heimi, sum er farin undan okkum.

Skálafólk hava fingið gott í beini heimanífrá, og vit kenna okkara grundvirði. Úr nærumhvørvinum taka vit við okkum góðan skúlaførleika umframt virðingina og eldhugan fyri tí, ið vit takast við. Slíkt eru dygdir og førleikar, ið gera okkum klár at taka við avbjóðingunum uttan mun til, um vit møta teimum heima ella burturi.

Tíbetur bera flestu broytingarnar á rætta borðið og gera samfelagið meira liviligt. Mann ikki eisini tann lítla hvíta hønan innan av Skála við tíðini hava kastað heimfødda hamin og óttan fyri tí fremmanda? Er tað ikki vorðið meira rúmsátt og fjølbroytt uttanum hana?

Men samstundis eigur Skálahønan so mikið av gerandisviti, at hon, tá ið hon møtir tí uppgjørda og fjákuta, mann duga sær at yppa øksl, smílast varliga, meðan hon teskar:

“Lukka, hetta er einki aftur í móti tí, ið vit vóru von at finna í Skálakøsti”.

Takk fyri at tit góvu mær ljóð og gott nýggjár øll somul.