Tíðindi

Sjagaklettur & Gullberg

Hvalbiar- og Vestamannatrolararnir Sjagaklettur og Gullberg komu á Runavík 22. og 21. januar fyri at gera ábøtur á verksmiðjuni. Univice, smiðjan sum hevur keypt bygningarnar, har sum AWI-Boats áður helt til, hevur gjørt alt arbeiðið umborð á trolarunum. Leygarmorgunin 9. februar vóru teir siglingarklárir aftur.

Trolararnir báðir eru systurskip og eru smíðaðir á Peene-Werft Gmbh skipasmiðjuni í 1996 og 1997. Teir eru frystitrolarar og partrola. Pf. Jókin í Hvalba eigur Sjagaklett og Gullberg og Mikkjal Hammer í Hvalba er útgerðarmaður. Áður hava teir verið undir russiskum flaggið, og bóru tá nøvnini “Ivan Shankov” og “Anatoliy Gugunov.”