Tíðindi

Seyðurin skuldi havt hvølju !

Ítróttarfelagsskapurin tvørvegis Flógvan og Sundið hevur vegað sær ræsir út um kjarnuøkið. Hesar dagarnar savnar hann kallar og kvendi við tráðu í hendi kring um hitt rúmkaða Eiðisvatn, fyri at vita hvør nøsin er hin frægasta fram við málanum, í mun til offrið, sum fram eftir botni bíðar eftir næstu beitini, ta veri seg agn ella kanska agnalíki. Skaldið sigur: “Ja, í stríði var norðmaður treystur, og í frið helt hann ítrótt og spæl. “Mikkjal á Ryggi ger her skilna ímillum strevið í gerandisdegnum, fyri at koma undan dag eftir degi , og tær løturnar, tá til ber at taka sær meiri av løttum. Hesi mørkini er kámað, síðan sangurin varð yrktur, í løtuni er sjónskasta dømi HM-endaspælið í Brasil, har beinleggir fyri milliardir av dollarum tuska kring um vallir, ímeðan vit meiri beindovnu liggja á mjadnunum í djúpum lenistólum og súgva rørslurnar og kappingina í okkum. Kanska er orsøkin hon, at hugtakið kapping er íborið, heilt frá móðurlívi, bæði í stríði og í ítrótti – og spæli. Ein frummegi, sum liggur latent undir øllum, sum vit yvirhøvur takast við í øllum lívsins viðurskiftum.

EB/Streymur skipar fyri fiskikapping her norðuri ímillum hesi háu fjøll, tey hægstu í Føroyum. Risarnir í hesi meira og minni vallaðu grótrúgvuni, sum Guð slepti úr lógvanum tann dagin, hann helt tað vera í so tómligt her miðskeiðis í Norðurhøvum. Eitt av fáum londum, har tað nóg illa finst og fæst eitt ból fyri jarnfuglunum, sum flyta fólk til og frá. Nú koma tey í stríðum streymum at vitja okkara kæra móðurland, tað er nú ikki sum í teimum døgum, tá onkur kom sløðandi so pø á pø, úr ymsum ættum, fyri at finna sær ein møguleika í gerandisdegnum og eina framtíð fyri slektina, tey løgdu eftir seg. Ongin ivast í, at í hesi norðaru útryðju landsins, vóru nakrar av teimum fyrstu búsetingunum. Ein unikk natúrlig perla, sum samstundis liggur so sera væl fyri í mun til frægastu fiskimið Føroya. Her bar til at samanflætta ein búskap úr jørðini, av miðum og úr bjørgum.

Hesi, sum spentu lógvarnar um áralumman og undir segli komu higar, valdu at skipa seg í nýkomnum frælsi. Eftir nýggju fyritreytunum løgdu tey land og lunnindir undir seg, og so væl gekst til, at eini 40-50 ættarlið seinri ber tað til hjá úti við hálvthundrað túsund fólkum at búleikast og at vinna sær til lívsins uppihald úr hesum somu umstøðum. Eitt framkomið samfelag á flestu mótum, hóast seinasti naglin ikki enn er settur í kolonialu kistuna. Tað man fara at koma sum so mangt annað, ið ikki var væntandi fyrrenn tann rætti dagurin rann úr havsbrúnni.

Havi ein varðhuga um, at júst kappingin ímillum kvinnur og kvinnur og menn og menn og kvinnur og menn er ein orsøkin til, at alt hevur vikað seg fram- og uppeftir. Hetta er tað íborna, vit síggja tað eisini í dýralívinum, har kappingin um føðina er øgilig. Í kykmyndum úr frumskógunum, har bardagin fyri at liva og yvirliva er kolossalur, og her hjá okkum liggur ein vælskorin og piðaður toskaryggur ikki leingi einsamallur á bryggjukantinum, áðrenn ein dalsaki av likkum er í innanhýsis bardaga, av øllum alvi, um tær seinastu leivdirnar undan knívinum. Nú køstarnir eru fjaldir, og fyri tað mesta burtur, eru tær eisini lægstar á æðuungarnar, sum æðupørini hava mesta stríði við at verja teir fyrstu dagarnar, áðrenn skilvísið er so frægt tað kann verða, og tær natúrligu verjumekanismurnar hava fingið fastatak á teimum yngru.

Soleiðis hevur natúran eisini flutt menniskjað. Ger tað enn, hóast vit hava roynt at lyft okkum upp um natúrulógirnar í skipaðum samfeløgum, har ymisk trygdarnet verja hin ringast fyrikomna ímóti at falla fyri bakka í hesi kavráu natúrunnar kjøtmaskinu, har hvør av øðrum liva má. Heilin og fornuftin hava smátt um smátt tikið yvir, og við hugtakinum solidaritetur er ein niðari jaðari lagdur inn í systemið, tíbetur. Frameftir mega vit bara ansa eftir røttu javnvágini ímillum natúrulógirnar og menniskjaskapt samhaldsfesti. Uppdriftin, komin úr kappingarhugtakinum, má ikki kódna í lógligu almennu veitingarbúðini, annars missa vit syntesuna, sum kom úr tesuni og antitesuni. In tranquillo mors – in fluctu vita, hevur onkur havt á orði. Á kyrrindum deyðin – í rákinum lívið.

At mørkini hjá Mikkjali á Ryggi eru farin at kámast, kemst helst av tí orsøk, at tøknin og amboðini, sum menniskjað hevur evnað sær sjálvum til hjálpar, hava minkað so ómetaliga nógv um neyðugu arbeiðsorkuna, ið skal til, fyri at halda materiella gerandisdegnum uppi í málanum. Frítíðin er vorðin meiri rúmsátt enn arbeiðsdagurin, og tað krevur sjálvandi eina heilt aðra skipan av samfelagnum, – eisini staðbundið um hesar leiðir. Kommunalpolitikarar skulu í størri mun savna seg um vælferðina í frítíðini enn áður, og teir sum fremja frægastu tilboðini, á ymsum mótum, vinna í kappingini um at fáa fólk at støðast og at koma til bygdar. Hóast tað leingi hevur verið eitt rák úr útryðjuni til miðstøðu landsins, sum onkur segði, Føroyar hava fingið búk, høvuðsstaðurin prúðkast við lendarnar, ímeðan útjaðarin bløðir burtur, so bendir okkurt á, at í hvussu er hesar báðar kommunurnar, báðu megin Flógvan og Sundið, hava takholt á støðuni og væl tað. Mín gamli kollegi av Vaglinum Heðin, úr Streymnesi, og Jógvan, við Føroya hægsta starvi, røktingarmaður á Slættaratindi, liggja væl skipaðir í broddi fylkingar. Ídnir royna teir at skipa síni samfeløg so fjølbrigdað, at tað rennur til heldur enn frá. Kortini ivast onkur í hvussu skilagott tað var, at Eiðis kirkja brádliga gjørdist ein jukebox, har man fyri fíggjarligt fæ kundi keypa sær eitt musiskt avlát.

Fyri at halda okkum í kappingartermologi´ini, so krevst ongin psykoanalytisk viðgerð á divanini hjá Sigmund Freud fyri at eyðmerkja hana. Heldur ongin lenistólur við kodda til nakkaspikið, – tíansheldur læstar grindir. Vit hava øll verið ein partur av henni. Gerandis og nú eisini heilagt. Útrógvnir vóru teir í kapprógving, á sama hátt sum ungdómarnir í hesum døgum gera burtur av sær í kappróðrarbátum á vágum og firðum. Taka vit Eiði sum dømi, so liggur hon frægari fyri enn flestu bygdir, tá um útróður ræður. Hon hevur ligið í stríði við havið og fingið sína lívsnøring haðani, fyri tað mesta. Fólkið flutti til har sum mettan var at fáa, nomadan er ikki bara eitt oyðimarkarfyribrigdi, vit síggja somu ferðingina í øllum veiðimannasamfeløgum, eitt nú í Norðurhøvum, við meiri og minni frekvensi. Í Grønlandi t.d. var bústaðurin har sum kópurin og hvalurin skiftandi vóru, á sama hátt fluttu føroyingar eftir veiðimøguleikunum, tó í heldur minni mun á landi.

Tað eru mið so innarlaga,
og ofta rógvin, at allir finna.
Og til eru tey so uttarlaga,
ið verða ikki løgd á hvørjum ári.

Soleiðis tekur hin orðfimi gjáarmaðurin Sigurð í Hoygarðinum til í kendu yrkingini Miðamaðurin. Serliga eftir at útlendski monopolhandilin var tikin niður, kom av álvara lív í útróðurin um hesar leiðir. Menn fluttu norður higar undir várróðrinum, og hildu til á Eiði og í Vík. Teir saltaðu og leiddu fram klippfisk. Teir komu m.a. úr Sundalagnum syðri á og av Skálafjørðinum. Tað hevur verið sagt, at tað skuldu standa fjøruti áttamannfør á sandinum í Haldarsvík, tá rokið var uppá tað mesta. Onkur skuldi vera so íðin í báti, og samstundis so leiddur við ullavinnuna á landi, at hann helt fyri, at seyðurin skuldi havt hvølju (aktuelt í dag, nú ongin leggur nakað í ullina longur.) Fólk fluttu til, ein nýggj tíð var í heinta, og hóast mong ikki áttu undir kúgv um hesar leiðir, so var búskapurin úr havinum so frægur, at familjur fingu eitt líkinda lív, sum fyrst og fremst var treytað av og úr havinum. Til ber at siga, at miðini norðanfyri hava skapað hesar bygdirnar. Kortini trongdist tað seinri úti á, alt fleiri vildu gerast ein partur av hesum dygga tilfeingi, og útróðurin formáddi sær lítið í mun til bretsku togararnar, sum tóvaðu og hóvaðu alt sum fáast kundi upp av Norðhavinum. Á Grækarismessu fyri góðum hálvthundrað árum síðani hendi kortini ein slóðbrótandi broyting, fiskimarkið varð flutt út á 12 fjórðingar, og útróðurin tók aftur dik á seg. Somikið, at Eiði og Vík smoygdu sær inn í ídnaðarøldina við flakavirkjunum, sum í nógv ár vóru mesta grundarlagið undir bygdunum. Skip og bátar løgdust aftur til. Útróðurin hevur av góðum grundum ligið lágt í Føroyum hesi seinastu árini, rakár hava verið á grunninum í fleiri ár, men kortini er Eiði ein av fáum bygdum í landinum, har neistin ikki er slóknaður. Og væl er tað, tí sum gjáarskaldið eisini sigur:

Men tað, sum aldrin uppundan fjarar,
er betra helvtin av Føroyalandi.
Og land at nema, ið havið fjaldi,
var lív og vísindi miðamansins.

Vit liva í havinum og av havinum. Fyri hvønn íbúgva er tað valla nakað land í heimi, sum eigur ein størri matkova enn vit, og týdningarmikið er tað, at vit eiga menn sum við skilvísi og skynsemi duga at veiða úr havinum á burðardyggum grundarlagi. Duga vit at húsast við hesum og at javna ágóðarnar so frægt, at øll liva undir sámuligum korum, so eiga vit tað frægasta samfelagið í øllum heimi. Øll gartanin um steinrunnu orkuna, oljuna, sum kanska liggur í havsins djúpu námum, er tá bara ein tíðarmáldur hjávinningur, sum má farast um við mesta skili, fyri at áhaldandi grundstøði landsins ikki vikast av hesum.

Fjallarøðin higani og suðureftir kloyvdi Eysturoynna. Mjólkabáturin toygdi seg á rundferðunum í mesta lagi norður til Oyrar, onkran dag í vikuni, men tá fekst tú ikki stundir til annað enn at gera eitt legg niðan í handilin hjá Póli ella hjá Fa. O.C. Joensen´s Eftf. Ikki fyrrenn smogan varð borað ígjøgnum fjallið fekst rættiligt samband ímillum láglendini báðu megin oyggjarinnar háu tindar. Fjøruti ár eru sum eitt blunk í tí stóra ljóshavinum, og í stóran mun er samskiftið yvir um røðina ikki drúgvari enn hetta. Kortini kom eg at kenna nakað væl av fólki um hesar leiðir, bæði frá skúlatíðini og frá teimum mongu ferðunum, tá vit sigldu produktini frá Norðís og flakavirkinum í Vík yvir um hav, til stórstaðin Boston í Massachusetts. Høgligari hevur tað verið at fara um hetta mjáa sundið, helst ein aldargamal kulturur, sum kanska eisini sæst aftur í giftum og slektum. Tað hevur annars verið stórbært at liva í hesi tíðini við teimum stóru frambrotunum í undirstøðukervinum, sum meiri enn nakað annað hava savnað og gjørt okkum ríkari. Ein visión frá byrjan, sum hevur sagt spar tvey til alt annað. Í okkara tíð eru vit farin frá mjólkabátunum til Sundaferjuna og síðani til berghol og autostradur, har til ber eftir fáum minuttum at flyta seg úr einum staði í annað. Fyri meiri enn fjøruti árum síðani hevði eg brúkt tað mesta av einum degi at flutt meg sjálvan norður higar, og nú tók tað mær ein slakan hálvan tíma í bivreiðuni, at aka norður til hesa víðu vátu fløtuna, sum í transformatiónini úr hæddini gevur føroyingum mikið av viðvarandi orku.

Eitt vatn eigur onga respekt ímillum fólk uttan so, at onkur mystiskur ella mýtiskur og fyri tað mesta duldur skapningur búleikast í hesum. Tað sigst, at ein nykur skal hava drigið alt grótið oman til kirkjugarðin á Eiði. Steinarnir eru viðgitnir fyri stødd og vakurleika. Tá alt grótið var komið til høldar, skuldi nykurin taka til rýmingar. Í somu løtu settust tvey børn upp á rygg hansara, í spølni sjálvandi, tey vitstu ikki betur, enn at tað var ein hestur tey høvdu við at gera. Seinri tóku fleiri sæti á sama ryggi, til endans øll Eiðis bygd, har var altíð rúm fyri einum afturat. Nú fór hann til stroks beina leið fram at vatninum. Onkur hevði eina matartuggu hjá sær. Tann eini rætti einum smábarni eitt spikpetti, men barnið hevði seg undan og rópti: “Ikki “nyka” meg!” Nyka var barnamál fyri at “snika”, og tá nykurin helt seg hoyra sítt egna navn nevnt, misti hann valdið á allari eiðisbygd, sum framvegis sat á ryggi hansara. Hann risti alt frá og av sær, leyp útí, og helst svimur hann í hesum tíma fram við onglum, flugum og teinum, og hann, ið verður so heppin í hesi kappingini, at hann syftur nykinum, hann vinnur helst fiskikappingina hesaferð.

Tað er sum sagt felagsliðið EB/Streymur, ið skipar fyri hesum átaki. Eitt lið sum veruliga hevur gjørt vart við seg í føroyskum fótbólti. Eiðismenn vóru annars mest kendir sum frægir hondbóltsleikarar í mínum ungu døgum. Onkuntíð komu teir ta longu leiðina út á Skálafjørðin at spæla á Eystanstevnu. Á vøllinum omanfyri skúlan á Glyvrum øtaðust vit   um fleiri av hesum dovragubbunum norðaneftir, ongin av okkara monnum rakk upp á bringukassan á teimum. Sylvi Jespersen, Petur Reinert, Knút Vesturdal og Hans Egil – tað er bara ein Hans Egil. Seinri komu Eyðbjørn, Petur Ovi, Arthur, Jørgen Oluf, Torbjørn, Petur, Tórður, Rasmus, Regin, Hans Erland og fleiri. Sum eg nevndi í eini røðu á Vaglinum á Eiði fyri nøkrum árum síðani, so var tað trupult at koma ígjøgnum hesa verjuna, bulmikla kjøtmúrin hjá eiðismonnum. Tað batnaði munandi, tá glyvramenn framdu eitt taktiskt nýbrot, og løgdu hin seinri so kenda Hans á Bakka, sála, barlangan frammanfyri verjuni, fyri at teir sum skutu hoppskotini kundu brúka hann sum lopfjøl, til tess at vera nóg ovarlaga í flognum fyri at raka málið. Nú hølisviðurskiftini til hesa ítrótt eru so framúr góð á Eiði, tá vóni eg inniliga, at hetta verður vetrarítróttin aftur um hesar leiðir, eisini í fremsta raði.

Síðani eg flutti omanfyrinevndu røðu fram, eina miðnátt fyri mongum árum síðani, á Eiði, hevur katólska kirkjan valt sær tveir nýggjar pávar. Tann seinri er hin mikið umrøddi Franz. Men júst um tað mundið røðan var flutt fram, í 2005, gingu kardinalarnir og mólu kring um í sixtinska kapellinum, og gjørdu neyðugu alliancurnar, fyri at finna fram til rætta kandidatin. Øll bíðaðu eftir tiltikna hvíta roykinum. Emil var á Vaglinum hetta kvøldið, og tá eg hómaði konturarnar í krúllinum á honum í myrkrinum og í mannamúgvuni, datt tað so hissini framúr mær, at einasta rætta valið, sum katólska kirkjan kundi gera, var at kjósa sær pastorin Emil Olsen til páva. Kortini valdu teir ta ferðina týskaran Joseph Ratzinger, sum seinri gjørdist Bænadikt pávi, staðgongumaður Guðs í heimi. Míl er kortini ikki fyri nothing, besti messari í Føroyum, liturgiin er framúr, harvið hevði hann ikki musiskar áneyðir at kommercialisera kirkjuna við hinum nú so famøsa atgongugjaldinum. Men maðurin dugir at svara fyri seg. Ein dagin kemur hann hugkveiktur spákandi eftir meginstræti Keypmannahavnar við tveimum tjokkfullum beriposum frá Matas niður úr lógvunum. Helst á tremur við deodorantum, shampoo og onkrum hissini sápulúti. Heiðamaðurin Jónsvein Knudsen, sáli, var í høvuðsborg dana hendan dagin, og hann gongur seg óvæntað fram á Emil í øllum trunkanum av fólki, komin úr øllum heimsins heraðshornum. Teir kendust, og lættur í lyndi spyr Jónsvein, hvat ið Emil nú hevði keypt frá Matas til heimferðina. “Hárklemmur til Meinhard Bjartalíð, glyvraprest”, varð svarað. Tey, sum vita hvussu hárpraktin hjá Meinhardi lýtur út, kunnu bara staðfesta, at eiðisprestur er ikki lættur at taka av fótum.

Fiskikappingin stendur við, hetta er eitt óført átak í unikkum natúrligum kringumstøðum. Sum at lenda í jarðarinnar frumhavi. Eri sannførdur um at kapping, undir skipaðum viðurskiftum sjálvandi, er rótin til framburð, trivna og vøkstur. Í verðsligum viðurskiftum, men eisini tá tað snýr seg um onnur virðir. Eiðisfólk hava eisini ligið í broddi fylkingar, tá tað snýr seg um at rudda fyri sær, hava fingið onkra virðislønina fyri at vera reinasta og nossligasta bygdin í landinum.  Tað sigst altíð at hava verið so, hóast køstarnir vóru mangir og lógu í tættbygdum. Illur var thevurin frá teimum, men fólkið í bygdini kundi at snyrta og prýða og skreyta. Tað gav at bíta, tá krónprinsurin var á Eiði og vitjaði. Tá vóru allir køstarnir undirdýktir við sóljum, sandur stráddur á øll tún og húsini brædd og allar húsagrundir hvíttaðar. Krónprinsurin var hugtikin av bygdini. Og tað eru vit eisini.

Nú vóni eg at tað fer at gangast tykkum veiðimonnum og kvinnum frægari enn ta ferðina, tá Kollafjarðar-Hanus, húskallur í Saksun, kom til Langasands at leggja út í, at rætta tong, við Jógvan, sum var úr Pállsstovu og fyrsti bóndi á Langasandi, hann var abbi Hans Paula í Haldarsvík. Hann var rekkjulagstur av elli og møði, fyrireikaði seg kanska til himnesku heimferðina, og helt, at annað var at taka sær fyri enn at royna styrkina. Hesin gamli rætti kortini longutong út um stokkin, og svá fast klípti hann um longutongina hjá kollfirðinginum úr Saxhøvn, at hesin rópti, og bað hann fyri Guðs sakir um at sleppa. Jógvan skuldi vera ættaður frá Halduri, fyrsta landnámsmanni í Vík.

Tímin er komin. Tað var hann ikki ta ferðina, eg flutti fram røðu í Hvalvík, á eini stevnu fyri nøkrum árum síðani. Hetta var eisini á miðnátt. Tá eg aki inn í Hvalvíkina, síggi eg at ein eldri maður situr í einum stóli frammanvert røðarapallin. Tey siga fyri mær, at hann hevur sitið har í einar tveir tímar, hann vildi tryggja sær at sita á fyrstu parkett, tá sangur og røða taka náttina í bygdini. Hetta var Dávur. Davidsen. Í Tjørnuvík. Fleiri og hálvfems ára gamal, men líka kimiligur og andsfrískur sum altíð. Tíbetur hevði eg sjaffør við mær hetta kvøldið, annars hevði tað ikki spælt væl av, tí liðugur at røða, fái eg at vita frá Dávi, at her er ongin pardón, eg skal við honum yvir á Mørkina, har hann helt til. Komnir yvir hagar fara vit inn í klivan hjá honum, og hann ger ikki mætari enn at draga ein pott av Gordon´s Dry Gin úr eini kistu, helst gamla kistan hann hevði havt við sær á mongu veiðiferðunum. Hann hevði m.a. verið við abba mínum við skonnartuni “Sannu” í tríatiárunum. Hóast hendan aldursmunin spjallaðu vit væl saman, helst á politiskari bylgjulongd eisini, og fleiri ferðir komu ansingarkonurnar á Mørkini og pikkaðu á dyrnar fyri at tálma teimum alt meira mælsku monnunum, sum vættu sær tungurnar og vælindini við hesum ediliga enska drykkinum. Ein minnilig ferð og náttin var
hálv, tá eg aftur varð settur av í túninum á Glyvrum.

Hugni tykkum fram eftir náttini,  og væl veri tí, sum vinnur fiskikappingina. Takk eiga tit, ið tímdu at leggja oyru til hesi
fátæku orð míni.