Tíðindi

Seabourn Quest kemur aftur!

Runavíkar Havn boðar við hesum frá, at ferðamannaskipið Seabourn Quest, ið vitjaði í Runavík hin 24. juni, kemur aftur fríggjadagin 27. juli og liggur við kai frá kl. 10.00 til kl. 23.00. Skipið skuldi eftir ætlan inn á Tórshavn. Umboðsfelag hjá Seabourn Quest er Tor Shipping. Fyrireikingarnar til at taka ímóti skipinum eru farnar ígongd.

Runavíkar Havn og Visit Runavík bjóða gestunum vælkomnum.