Tíðindi

Sea Spirit vitjar Elduvík

Tað var ein heilt serlig uppliving hjá íbúgvunum í teimum smáu bygdunum Elduvík og Gjógv, tá ferðafólkini av ferðamannaskipinum Sea Spirit komu í land við gummibátum mikudagin 30 septembur.

Tað er felagið Poseidon Expeditions, ið eigur skipið Sea Spirit, sum siglir norðureftir um summarið og suðureftir um veturin – altíð á ferð eftir nýggjum serstøkum upplivingum fyri síni ferðafólk.

Hendan seinnapartin steðgaði Sea Spirit á í Elduvík og við Gjógv fyri at geva sínum ferðafólki møguleika fyri at uppliva hesar serstøku føroysku bygdirnar í Norðureysturoy.