Tíðindi

Salt í Søldarfirði

Nakrar ferðir um árið koma farmaskip við salti til goymsluna á havnarlagnum í Søldarfirði. Tað er Árni Joensen, umvegis felagið Saltkeyp í Oyndarfirði, sum eigur goymsluna, sum heldur til í norðara endanum í pakkhúsinum hjá Faroe Ship. Hósdagin var “Wilson Blyth” á Søldarfirði við áleið túsund tonsum av salti.