Tíðindi

Saigon er fallin

Fyri 40 árum síðani vóru mínir javnaldrar 20 ára gamlir. Nóg gamlir til at hava fingið stríðið um Vietnam væl og virðiliga undir húðina – og inn í knokkin. Kríggið í og um hetta lutfalsliga lítla landið, so fjart í eystri, var ein partur av okkara uppvøkstri, tað var ikki dagur frá Guði, at ikki hvør einasta tíðindasending í Útvarpinum og útlendskum radiostøðum, sum ofta hurraðu dagin langan í føroyskum heimum, lótu okkum seinastu dagføringarnar um støðuna í Vietnam. Vietnam-kríggið gjørdist ein partur av DNA´num hjá øllum, sum tá vóru uppi á døgum, til bar ikka at renna undan tí, og har fløktust frælsisstríð og hugsjónarstríð, stríðið ímillum Dávid og Goliath og kampurin um hvønn vegin heimurin skuldi fara, upp í eina hægri eind. Onkursvegna gjørdist hetta eisini snúningsásin, í hvussu er ein rættiliga sjónskur partur, av kalda krígnum, sum tá stóð ímillum eystur og vestur, ofta einfaldað til stríðið ímillum tvær búskaparskipanir, hina kapitalistisku og hina marxistisku.

Uppiløgudagar stóðu teir gomlu, sum tá vóru um mín aldur nú, ofta dagin langan uttanfyri skivuna í handlinum, bæði í Syðrugøtu og á Glyvrum, og spjallaðu um leyst og fast. Vietnam var ofta havt á lofti, og tað kveikti mín áhuga at hoyra hesar eldhugaðu menninar tosa um, hvussu visti við har eysturi. Norðmaðurin, danskarin, BBC og íslendarin, sum tá vóru tíðindanámini, Útvarpið var so ungt og sendi bara í einar tveir til tríggjar tímar um sólaringin, høvdu helst flestu tíðindini frá amerikumonnum, tí var tíðindastreymurin sjálvandi nakað litaður tann vegin tey fyrru árini, men táið amerikanska fólkið og pressan smátt um smátt fóru at seta spurningar um tað skilagóða í hesum engagementinum í hesum fjara landinum í eystri, tá hvakk onkursvegna, og umrøðan fór kanska meiri tann vegin, at hetta var kampurin hjá einum fólki ið ynskti frælsi, andvegis hesum hernaðarliga risanum USA, sum umvegis stjórnina í Saigon royndi at halda fast um hendan strategiska tangan í Fjareystri. Kina og Sovjetsamveldið lógu norðanfyri, og ivaleyst hevur nógv samband verið ímillum Hanoi og hesar kommunistisku risarnar í grannalagnum.

Tá vit komu inn í sjeytiárini mundu tað vera fá onnur enn køldu heilarnir í Pentagon, Hvíta húsinum og politisku skipanini í USA, sum hildu nakran relevans vera í hesum ørskapinum at knúsa hetta lítla landið sundur í stumpar og stykkir. Áhaldandi bumbingar, napalm regn og herlið á landi, megnaðu ikki at taka seiggið úr Vietcong herinum, undir leiðslu av Võ Nguyên Giáp generali, Ho Chi Minh – ideologiski oddvitin og landsfaðirin – doyði longu í 1969, og guerillan og konventionellu herliðini hjá Giap trokaðu seg bara longur og longur suður eftir landinum, har havið til endans fór at møta. Hetta hendi 30. apríl 1975 – fyri fýrati árum síðani. Tey flestu um mín aldur og eldri minnast myndirnar av tyrluni, sum lendir á takinum á amerikansku sendistovuni í Saigon, tá seinastu amerikansku notabilitetirnir vórðu tiknir loftvegis úr Vietnam. Stríðið var av, Vietcong og kommunistarnir sótu nú fyri valdinum í øllum Vietnam, eftir at hava stríðst í fleiri ára tíggju ímóti fyrst Fraklandi og síðani USA, sum onkursvegna arvaði trupulleikin, tá kolonialistarnir í París ikki orkaðu meiri. Sjálvsagt var kommunistiska hertøkan ikki endin á øllum, spenningarnir ímillum partarnar lógu framvegis latentir í undirskógini, har sum onkur vinnur eru tað fleiri sum tapa, og søgan um rituvíkingin Anton Olsen er søgan um mannin, sum saman við manning síni kemur taparunum til hjálpar. Anton var á røttum staði í røttum tíma. Bergtóra – kona hansara – segði seinri við Útvarpið, at tá Anton kom av brúnni hetta kvøldið, og ætlaði sær at tørna inn, tá tók hann soleiðis til: “Saigon er fallin.” Burturúr hesum falli vaks ein føroysk hetja, ja, tað kennist næstan bíbilskt, og tú hoyrir úr søgunnar kvirru Jesaja spámann fyri tær, tá hann profeteraði um tað at vaksa upp sum runnur úr turrari jørð.

Samanberingin er ikki tilvildarlig, hóast tað ikki ber til hjá okkum vælferðargøddu at skilja knossið og rástyrkina í hesum fólkunum, sum vóru fyrsta og annað ættarliðið eftir nýbyggjararnar í Rituvíkini. Ein heilt annað kalibur enn vit, sum kunna aka framvið pizza-skivunum og súgva hesa amerikansku junk-føðina í okkum at kalla allan sólarringin. Niðursetufólkini fóru bókstaviliga út í oyðimørkina, og skaptu sær sjálvum eina líkinda tilveru við megi, huga, vilja og viti. Har rann alt upp sum runnur úr turrari jørð. Viderø prestur lýsir hetta so væl í Rytuvíkar Saga:

“Tá ið Dánjal Petur og Símun, bróðir hans, vóru smádreingir, fekk Per sær lítlan bát og reri út frá Rytuvík. Í miðjum bakkanum var breið rók. Av henni gjørdi hann stiga niður á helluna. Eftir honum dró hann bátin upp á rókina, har hann stóð og tók á togið, sum var bundið í barðholið á bátinum. Í fyrstuni hjálpti Nikolina honum til tess at halda bátinum á rættkjøli. Seinri tá ið Dánjal Petur og Símun vóru svá frægir, hjálptu teir honum. Men Símun sigur seg minnast, at hann var svá lítil, at hann meir hekk uppi í bátinum, enn at hann hjálpti til at halda honum á rættkjøli, meðan gamli stóð og dró uppi á rókini, sum báturin síðan varð drigin eftir upp á slætt.

Tað var skjótt, at gamli havdi dreingirnar við sær til útróðrar. Um summarið fór hann alt út á Larvasar grynnu, langt út úr Nólsoynni. Hann lagdi dreingirnar niður í afturskutin at sova, meðan hann reri einsamallur – –

Eitt sinn havdi hann rakt við fisk og dró, meðan Dánjal Petur og Símun lógu báðir og svóvu har afturi. Báturin tyngdist á tann skutin, og gamli gloymdi at oysa. Dreingirnir, sum lógu og svóvu undir seglinum, vaknaðu við kaldan dreym, vátir inn at skinni.

Tá ið teir kundu at halda á ár og skuldu andøva, gav hann teim turran seið at eta, tí at tá turvdu teir ikki at sleppa árunum. Svá vurðu teir vandir á havinum, alt frá tí teir kundu at ganga. Ei undur í, at Símun eitt sinn sagdi seg kenna, tá ið fiskur var fimm alnir frá húkinum. Tá mælti Dánjal Petur: “Eg kenni, tá ið hann er sjey alnir frá húkinum.””

Abbi mín á Langanesi tók javnan til, tá vit sum ungdómar høvdu meiri hug á spælinum enn at ganga honum til handa í verki, at vit áttu at verði sendir til orlogs. Í hertænastu. Hann kendi hesa tíðina sum Kristian Osvald skrivar um, og onkursvegna hevur hendan føroyska orlogsskipanin disciplinerað hesar fýrarnar, ið gjørdust tiltiknir sum havsins synir, fiskimenn og skiparar. Seinri funnu teir sær rásir út á tey sjey høvini, Anton var ein teirra, har hann gjørdist ein verðinsmaður á verðinshøvunum. Enn gitin um heim fyri bragdið 35 fjórðingar suður úr Mikong–Oyruni í Suðurkinesiska havinum.

Anton var sonur teirra Jógvan og Súsonnu. Jógvan var í øðrum ættarliði í hesari niðursetufjølskylduni í Rituvík. Pápi hansara var Magnus Olsen, føddur á Nesi, og tað sum kanska og helst hevur kveikt mín áhuga meiri enn hjá teimum flestu er sannroyndin, at mamma hansara Sára, omma Anton, var systir langommu mína Petru, tær komu báðar av Húsgarði í Syðrugøtu, systrar Per bónda, sum aftur var pápi Líggjas bónda, ið var kendur maður í Føroyum. Harvið vórðu mamma mín og Anton trímenningar, og soleiðis eri eg slektaður við ein stóran part av Rituvíkar bygd.

Tærið í skiparanum á Claru Mærsk hendan dagin fyri góðum 40 árum síðani er komið úr ílegunum og umstøðunum, sum greitt er frá, og har ímillum liggur eitt drúgt starvsskeið á havinum. Lítið meira enn at hann hevði fingið prestsins hond á høvdið fór Anton til skips við “Little Emme” – hetta var miðskeiðis í tríati-árunum og við henni var hann í fimm ár. Undir krígnum sigldi hann við ymsum skipum m.a. við “Føroyinginum”, “Cementu” og “Grønanesi”. Eitt skifti stríðsárini var hann í vinnu hjá teimum sameindu í Íslandi, og síðani var hann við togaranum “Tór II”. Veturin 43/44 gekk hann uppá skúla í Havn, og fekk prógv sum seturskipari á Føroya Sjómansskúla várið í 1944. Eftir stríðslok fór hann aftur uppá skúla og fekk prógv sum stýrimaður á Sjómansskúlanum á vári í 47. Hann var við “Tórfinni” eitt stutt skifti, men nú hevði útlongsul fingið fastatøkur í hann, hann vildi út um landoddarnar fyri at síggja heimin og fyri at vinna kring um knøttin í koffardisigling. Áðrenn hann fór á Keypmannahavnar Navigatiónsskúla gjørdi hann eitt legg við tangabátinum “Cathrine Mærsk”. Á heysti 1949 fekk hann hægstu navigatiónsútbúgving á sjómansskúlanum í danska høvuðsstaðnum, og eftir tað sigldi hann við skipum hjá danska útgerðarrisanum A. P. Møller heilt fram til fráfaringaraldur. Anton doyði hin 16. mars 1996. Kona hansara er ímillum okkum, og forkunnugt var tað at hoyra hana í Útvarpinum umrøða hendingina, sum nú er forævigað við einum minnissteini í Rituvík. Bergtóra var har, táið tað hendi, og gjørdist ein ítøkiligur partur av hesum, ið lættliga kundi verðið ein sorgarleikur hjá túsundum av menniskjum í havsneyð. Havið var henni ikki fremmant, umframt at vera gift skiparanum úr Rituvík, var hon systir teir kendu skipararnar av Oyrarbakka, Wolfang, Ingolv og Tórhall. Avgerðin hjá einum skilagóðum rituvíkingi, sum kendi lívsins fyritreytir, eisini tá tær eru tyngstar, bjargaði hesum fólkunum, ið vóru flýdd úr vietnamesiska sorgarleikinum og einum sundursmildraðum landi, eftir at tað var herjað av politskum valdsstríði og militerum ísinkrammi í áratíggju.

Generalurin og hernaðarstrategurin Giap doyði fyri tveimum árum síðani 102 ára gamal. Javnan varð hann róptur hin vietnamesiski Napoléon. Hann vann stríðið, og tey bjargaðu umborð í “Claru Mærsk” høvdu tapt, í fyrstu atløgu, men merkisvert er tað sum søgan rekur alt saman aftur. Í dag eru USA og Vietnam vinatjóðir, at tað skuldi henda meðan generalurin enn var á lívi var ikki ein møguleiki, ið varð umrøddur ímillum bygdarmenn mínar í handlunum í Grógv og á Langanesi. Í hesum døgum verður støða tikin til ein fríhandilssáttmála ímillum tólv sjálvstøðug lond, sum liggja út til Kyrrahavið, USA og Vietnam eru tvey av hesum londum, og tá má søgunnar ringrás sigast vera samankomin aftur, tó undir øðrum fyritreytum enn tá skilnaðurin tjóðanna millum var svart/hvítur. Nú samstarva londini sum tvær sjálvstøðugar tjóðir, tí sum vietnamesar plaga at taka til: “Vit fyrigeva, men vit gloyma kortini ongantíð.”

Tey sum komu um lúnningina á “Claru Mærsk” hin 2. mai í 1975 og kundu heilsa uppá bjargingarmann teirra úr Rituvík, kunnu nú saman við eftirkomarum teirra fara ekkaleys heimaftur til tað landið, tey flýddu frá fyri 40 árum síðani, – tann møguleikin var ikki til, um Anton Olsen ikki var á røttum staði í røttum tíma.

Bygdarfólk hansara eiga miklan heiður og stóra takk uppiborna fyri at hava sett honum hendan minnisvarðan. Ein hetja hevur fingið heiðurssess júst har sum alt byrjaði. Í Rituvík.