Tíðindi

Russar á Runavík

Fyrstu russisku togararnir í ár eru komnir á Runavík fyri at umskipa svartkjaftaveiðuna umborð í farmaskip. Týsdagin kom farmaskipið “Noviy Svet” inn á fjørðin, og hevur ligið fyri íla undir Lambareiði síðani. Ímorgun kom togarin “Mekhanik Tovkun” til bryggju við áleið 3 túsund tonsum av frystum fiski, og eftir at “Noviy Svet” hevði lagt uttaná honum, kom togarin “Starryy Arbat” inn á fjørðin, og legði sum triðja skipið at við oljubryggjuna Kongshavn. Hesin hevur góð túsund tons inni. Teir lata heilt væl at fiskiskapinum, og seinasta døgnið “Mekhanik Tovkun” royndi, fekk hann 300 tons í lastina. Faroe Agency er umboðsfelag hjá øllum trimum skipunum.