Tíðindi

Runavíkin fyrireikar seg enn einaferð til oljuleiting

www.oljan.fo / Jan Múller

“Tá tað ræður um menningina av eini framtíðar oljuvinnu í Føroyum, síggi eg fyri mær, at Skálafjørðurin og Havnin býta uppgávuna soleiðis, at útgerðarhavnin verður verandi á Skálafjørðinum, við tí virkseminum, sum tað annars letur frá sær, og at Havnin í stóran mun verður umsitingarbýurin hjá oljuvinnuni annars.” Hetta heldur havnarmeistarin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, betri kendur sum Tobbi.

Og verður olja og gass funnið í rakstrarverdugum nøgdum eiga vit skjótast at tilbúgva samfelagið til hesa stóru avbjóðing.

Oljuboringar í 2014

Nú oljuboring aftur er fyri framman, bjóða fleiri føroyskar havnir seg fram at hýsa virkseminum á landi. So var eisini undan fyrstu boringunum fyri umleið 13 árum síðani. Tá vóru fleiri havnir í boði.

Tá gjørdi politiski myndugleikin av, at marknaðurin sjálvur átti avgerðina um, hvar føroyska oljuveitingarhavnin skuldi vera í leitingartíðarskeiðnum.

Runavíkar havn var ein teirra, og eftir kanningar og metingar varð Runavíkin av fleiri orsøkum kosin at vera best egnaða staðið til endamálið. Ein orsøkin var, at fjølbrigdaða vinnulívið í Eysturoynni hevði skipað seg í partafelagssamtakið Atlantic Supply Base.

Hetta vóru fyri tað mesta tænastufyritøkur – 18 í tali – sum eisini kundu veita neyðugu tænasturnar, nú politiski myndugleikin hevði avgjørt, at øll veiting skuldi um føroyskan bryggjukant.

Grundgevingin hjá vinnu og myndugleikum í Eysturoynni at mæla til at leggja oljuútgerðarhavnina har var m.a.:

“Skálafjørðurin liggur miðskeiðis í Føroyum, væl vardur fyri øllum ættum, sjóvarfallið røkkur ikki inn á fjørðin, stór skipasmiðja er á Skála, størsta oljugoymslan og bunkringsinstallatiónin í landinum er í Søldarfirði, og slakur tími í akfari er til høvuðsstaðin og til einasta flogvøllin í landinum.”

Higartil eru boraðir sjey brunnar, og áttanda brunnurin er hálvtboraður. Nú áttandi brunnurin skal borast liðugur og setast skal á tann níggjanda eisini í 2014, hava tey í oljuumhvørvinum í Runavík hildið fram við fyrireikingunum eins og undanfarin ár. Og tey vóru eisini væl mannað, tá oljumessa varð í Aberdeen herfyri.

Í Aberdeen og Stavanger

Oljuportalurin fekk orðið á havnarmeistaran, Tórbjørn Jacobsen, eftir oljumessuna í Aberdeen fyri kortum og spurdi, hvønn týdning hon hevur fyri komandi oljuvirksemið á Skálafjørðinum.

“Heilt síðani tað fór at røkjast fyri, at oljufeløg fóru undir at leita eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum hevur Runavíkar havn/kommuna tikið lut á stevnunum, sum annaðhvørt ár verða hildar í Aberdeen og í Stavanger.

Í útgangsstøðinum er ein stevna sum hendan ein veitingarstevna, skilt á tann hátt, at her er ómetaliga nógv tøkni, eldri og nýggjari, sum hevur størri áhuga hjá operatørunum enn hjá eini føroyskari havn.

Hinvegin hittir tú fólk í oljuvinnuni um hesar leiðir, og neyðugt er áhaldandi at samskifta við tey, fyri at liggja á takinum, í hesum høpi, sum vit hava verið eini parturin av, síðani farið varð undir at leita eftir fossilum brennievni undir Føroyum.

Drúgva setanin var eisini ómetaliga áhugaverd, í røðum og fyrilestrum, og umframt at vit fingu eina rímiliga hóming av, hvussu hugsað verður um oljuvinnuna ta næstu hálvu øldini, so beit eg sum gamal politikari merki í, at bretski fíggjarmálaráðharrin var óvanliga opinskáraður í sínari røðu, serliga um tey politisku viðurskiftini ímillum Ongland og Skotland. Serliga sæð í mun til fólkatkvøðuna um loysing, sum verður hildin í Skotlandi í 2014. Sum tey flestu vita, er Skotland stórframleiðari av olju og gassi, og í tí høpinum verður møguligi missurin av hesum partinum av Stóra Bretlandi ovurstórur fyri politisku skipanina í London.

Ein annar fyrimunur við hesum stevnunum er, at føroyingarnir, sum hava áhuga í hesi vinnu, hittast á einum felags bási. Samanumtikið fert tú ongantíð tómhentur avstað aftur frá eini stevnu sum hesari, men til ber sjálvandi eisini at samskifta við partarnar í oljuhøpinum í øðrum fora, javnt og samt, ímillum messurnar, og kanska verður meira drigið inn um stokkarnar aðrar staðir enn á stevnum sum hesari.”

Oljuleitingin givið nógv

-Hvar heldur tú, at vit eiga at satsa og hvussu menna vit okkara oljuvinnu?

“Nú hava vit sum so onga oljuvinnu, vit hava ikki funnið hana enn, oljuna, men hinvegin hevur leitingin eftir olju í føroyskum øki verið atvoldin til nógv virksemi, sum aftur hevur givið føroyska samfelagnum hópin av peningi – umframt vitan og royndir.

Málið liggur í tveimum. Leitingarfasan og ein møgulig framleiðslufasa. Í skiftinum ímillum hesar fasurnar ræður um at vera væl fyrireikaður, tí roknast skal við einum mikið øktum frekvensi, eftir at droparnir úr havsins gyltu námum eru farnir at renna.

Runavíkar havn hevði neyðugu fasilitetirnar, táið oljufeløgini byrjaðu at bora fyri skjótt mongum árum síðani, og tí hevur ikki verið neyðugt at gjørt tær heilt stóru íløgurnar til tað virksemi, sum hevur verið í leitingarfasuni. Viðhvørt tykist tað sum menn hava dollaratekn í eygunum, táið teir tosa um at leggja seg út í kappingina um at hýsa oljuveitingarhavnini, og ikki sørt at onkur ætlar at opna kommunukassan fyri at gera íløgur til endamálið, men til tað er at siga, at úrtøkan er minni enn hildið verður, og framtíðin alt ov óviss til tess, at stórar íløgur verða gjørdar í verandi fasu. T.d. kann eg nevna, at inntøkurnar hjá Runavíkar havn verða væl størri í 2013, við ongari oljuveitingarhavn, enn í 2012, táið havnin bleiv brúkt sum oljuveitingarhavn í áleið 7 mánaðir.

Fleiri orsøkir kunnu vera til hesa støðuna, m.a. er neyðugt at siga aðrar skipavitjanir frá sær, táið bryggjurnar støðugt skulu vera tøkar í leititíðarskeiðnum, – eg sigi hetta bert fyri at geva fólki eina fatan av, at hetta er í verandi løtu ikki eitt so ovurstórt gullnám, sum onkur tykist halda tað vera. Og lat meg nú kortini leggja tað afturat, at vit hava verið sera fegnir um tann aktivitetin, sum oljuleitingin hevur tilført Runavíkar havn, hann forplantar seg sjálvandi niðan frá havnarlagnum eisini.

Mær vitandi hava oljufeløgini verið sera væl nøgd við ta tænastu, sum Pf. Atlantic Supply Base og Runavíkar havn hava veitt teimum, táið hesar 7-8 boringarnar eru framdar hesi árini, og í løtuni eru vit í holt við at dagføra viðurskiftini, trygd o.a., fyri treytaleyst at vera búnir til at vera veitingarhavn í 2014, tá 8. brunnurin skal borast liðugur, og farið verður í holt við 9. boringina á Føroya-leiðini.

Skilji á lagnum, at fleiri havnir liggja framvið í kappingini at gerast útgerðarhavnir, og tað er fremjandi, eisini fyri okkum og marknaðin, og merkir bara, at vit stútt og støðugt verða hildnir at eldinum og trýstir til at gera okkara alra besta fyri kundan. Okkara tænasta hevur í ivaleysan mun nøktað teirra tørv hesi árini, og væntandi ger hon tað eisini frameftir. Vit hava fasilitetirnar, og ASB hevur vitanina.

Sum sagt, verður støðan heilt øðrvísi, táið vit flyta okkum úr leitingarfasuni inn í framleiðslufasuna. Væntandi økist frekvensurin munandi, og verandi fasilitetir koma ikki at nøkta tørvin. Runavíkar havn/kommuna fór fyri nøkrum árum síðani undir at fyrireika seg til hesa enn ókendu framtíð. Meginparturin av strandarøkinum ímillum Skála bygd og Skálafjørð er lagt av til endamálið, og vit virka nú á øllum mótum fyri, at tað skal vera klárt at trýsta á knøttin til hesa stóru útbygging í økinum, táið tann nýggi tørvurin krevur tað.”

Tangafjarðartunnilin og oljumálið

-Hevur Skálafjarðar- ella Tangafjarðartunnilin nakran týdning fyri oljumálið?

“Mær dámar ikki orðini Skálafjarðartunnilin og Eysturoyartunnilin. Hetta gevur accosiatiónir til, at undirsjóvarholið bert er ein íløga, sum føroyingar skulu gera til eysturoyingar at koyra ígjøgnum. Tangafjarðartunnilin er betra valið, tí hetta er ein tunnil, sum kemur at lyfta økið, har meginparturin av føroyingunum búgva, upp á eitt væl hægri stig, og gitast kann bara um menningarmøguleikarnar og fyrimunirnar av hesi verkætlan, men ongin ivast longur um framtakið, sum verður úrslitið av honum. Hetta verður ásin sum knýtir Norðoyggjar, Eysturoynna og høvuðsstaðarøkið mikið meira í eina samanhangandi eind enn nú.

Svarið til spurningin er bæði ja og nei. Veitingarstøðin hevur ligið væl í Runavíkar havn uttan tunnilin, hetta snýr seg í stóran mun um at flyta farm til Føroya, og at umskipa hann umborð í veitingarskipini, sum síðani sigla hann út aftur til installatiónirnar á feltinum. Hinvegin, so hevur Tórshavn eisini havt og hevur nógvan aktivitet av oljuvinnuni, eitt nú liggja allar skrivstovurnar hjá oljurelateraðu vinnuni í høvuðsstaðnum. Samskiftið har ímillum hevur virkað heilt væl, og tað kemur helst at virka uppaftur betri, táið tú skalt brúka 15 minuttir heldur enn 50 minuttir til tað at koyra ímillum Runavíkina og Havnina. Alt talar fyri, at tunnilin verður framdur, alt annað hevði verið galimatias, nú allar útrokningar vísa, at hetta er ein cash-kúgv fyri fólk og samfelag.”

-Hvat heldur tú um útmeldingarnar hjá Tórshavnar kommunu o.ø. í oljumálinum?

“Tað er nógvur retorikkur í málinum í løtuni, og tað er ikki meira enn vanligt, táið vit nærkast einari og í hesum førinum tveimum boringum. Tað er gott, at menn hava ætlanir, og í Tórshavn ber tað betri til at hava ætlanir, m.a. um havnaútbyggingar, nú alt inngangandi og útgangandi vørugjald av órøttum regnar niður yvir Tórshavnar havn. Havnirnar, eitt nú í Klaksvík, Fuglafirði, á Tvøroyri og í Runavík, har at kalla øll framleiðslan í landinum kemur á skaftið, mega framvegis leggja fasislitetir til framleiðslugøgnini, men vørugjaldið av hesi framleiðslu hvarv sum døgg fyri sól, táið fyri mesta partin tey útlendsku útflutningsfeløgini valdu at miðsavna út- og innflutningin í høvuðsstaðnum.

So segði hann, ein bygdamaður fær ikki etið eitt nekarakyss, uttan at tað regnar niður í kassan hjá Tórshavnar havn. Hetta er annars eitt mál, sum KSF átti at fingið bilbukt við, soleiðis, at ein skilagóður lykil fanst um býtið av vørugjaldinum, alt eftir hvussu framleitt og innflutt verður.

Annars missi eg ikki svøvnin av hesum retorikkinum. Tað kostar 7-8 hundrað túsund krónur pr. atløgumetur at byggja atløgusíðu í Tórshavn, sambært ætlanini teir barslaðu við fyri kortum, og kostnaðurin fyri tað sama á Skálafjørðinum er áleið 120 túsund krónur pr. metur atløgusíðu við upplandi.”

Runavíkin og Havnin samstarva

-Ber tað ikki til at samstarva við Havnina um hetta?

“Sjálvsagt, og tað gera vit eisini, sum omanfyri nevnt, hóast tað ikki er á formellum stigi. Eftir at Tangafjarðartunnilin er komin, er samstarvið um júst málið vit tosa um uppaftur meira upplagt. Ein størri býur eigur størri møguleikar í sær á upplivingarøkinum, tí vera skrivstovurnar helst verandi í høvuðsstaðnum, eitt nú er onki gistingarhús í Runavík, ein banki hevur lagt seg omaná einasta gistingarhúsið sum var, og tað røkist ikki fyri øðrum enn, at teir bíða eftir, at tað skal detta niður av sær sjálvum. Tað hevur staðið tómt í áravís.

Síggi í grundini fyri mær, at hesi bæði økini býta uppgávuna soleiðis, at útgerðarhavnin verður verandi á Skálafjørðinum, við tí virkseminum, sum tað annars letur frá sær, og at Havnin í stóran mun verður umsitingarbýurin hjá oljuvinnuni annars. Eftir Tangafjarðartunnilin er teinurin inn til Runavíkar lítið longri enn aksturin niðan á Løgmannabreytir.

Dugi ikki við mínum besta vilja at síggja aðrar møguleikar enn júst hendan í framtíðar oljuvinnu í Føroyum. Eitt samstarv millum Havnina og Runavík. Hasir minuttirnir, sum teinurin er styttri av feltinum inn á Vág ella Tvøroyri, heldur enn inn á Runavík, eru týdningarleysir í tí stóra høpinum, og treyðugt verður ein útgerðarhavn løgd í einum øki, har ikki er fast samband við einasta flogvøllin í landinum.”

-Harvið væntar tú, at Runavíkar havn aftur verður oljuútgerðarhavn í 2014?

“Ja, og ikki bara í 2014, men soleingi nakar oljuaktivitetur verður undir Føroyum. Tað krevur nógv av okkum, men vit kenna krøvini, og vilja ganga teimum á møti til eina og hvørja tíð.”

Tilbúgva samfelagið til oljufund

-Hvat hevur tú annars at siga um eina komandi oljuvinnu?

“Sum støðan er í løtuni, eru at kalla ongar samfelagsavleiðingar av oljuvinnuni. Tær eru bara positivar, og vavið er lítið. Men verður olja funnin í rakstrarverdugum nøgdum, ella gass, so er støðan ein heilt onnur, og politiska skipanin má ongantíð ov skjótt seta seg niður í felag, fyri at tilbúgva samfelagið til eina veruliga trýstroynd, táið kapitalur og fremmand menniskju fara at floyma inn yvir hetta lítla landið – orsakað av eini nýggjari vinnu.

Hetta má gerast á øllum mótum. Hugsi um kappingarstøðuna hjá øðrum vinnum, mál, mentan o.s.fr. Hinvegin er ongin avbjóðing størri enn tað, at vit megna at handfara hana, tað hava 40-50 ættarlið av føroyingum so ósvitaliga prógvað.”

Kelda: www.oljan.fo / Samrøða sum Jan Múller hevði við havnarmeistaran í Runavík eftir oljumessuna í Aberdeen fyrr í hesum mánaðinum.