Tíðindi

Runavík í Stavanger

Aftur ein oljumessa er farin aftur um bak. Hesaferð varð hon hildin í Stavanger. Runavíkar havn/kommuna vóru umboðaðar á messuni. Klæmint Østerø, Kristian Gaardbo og Kári Egholm Jacobsen umboðaðu vinnu- og havnanevndina í býráðnum saman við borgarstjóranum Magnusi Rasmussen. Tórbjørn Jacobsen umboðaði Runavíkar havn. Lokalt var býurin eisini umboðaður av stjóranum í Atlantic Supply Base Ltd., – Eli Lassen.

ONS2012 –sum messan nevndist –var óvanliga væl vitjað. Føroyskar fyritøkur og havnir høvdu á hesum sinni tikið seg saman og skipa seg á messuni við einum bási. Runavíkar havn var partur av básinum. Hann var heilt væl vitjaður, og nú Statoil sum fyriskiparafelag er í holt við at bora áttanda brunnin undir Føroyum, tykist tað sum, at áhugin fyri Føroyum er størri enn hann hevur verið leingi. Spenningurin um úrslitið av leitiboringini tykist vera væl størri enn í 2010 og í 2008.

Runavíkar kommuna var eisini partur av átakinum á bryggjuni í Stavanger saman við Tórshavnar kommunu. Sluppin hjá havnarmonnum var komin allan vegin úr Føroyum fyri at mynda átakið, tjald og pallur vóru eisini sett upp á bryggjuni og miðvikudagin var móttøka fyri innbodnum. Heilt væl av fólki var møtt til átakið og til økið øll kvøldini messan varð hildin. Til ber at siga, at føroyingarnir á ongan hátt smæddust burtur í norska oljuhøvuðsstaðnum Stavanger.