Tíðindi

René & Levi – tveir knassar á bryggjuni

Eitt av mest umrøddu málunum í tíðindaflutninginum í vetur, serliga í sjónvarpinum, hevur verið um viðurskiftini hjá teimum, sum høvdu búð sítt ásetta tíðarmál á Rásini í Saltangará. Leingi vóru ongi útlit fyri, at nakað alternativ var til hesi búðfólkini, táið tíðin var runnin á Rásini, men eftir nógva togan aftur og fram, og eftir at fjølmiðlarnir høvdu hjálpt væl til, við at seta fokus á málið, varð ein loysn funnin.

Ein av teimum sum var nógv frammi í miðlunum hesa tíðina var René úr Skopun. Hann gjørdist at kalla landskendur av umrøðuni og samrøðunum, sum Dagur & Vika í fleiri syftum høvdu við hann. Nú býr hann á nýggja stovninum á Heiðavegi 13 í Saltangará. Hesin stovnurin, ella rættari sambýlið, er so mikið feskur, at hann enn onki heiti hevur fingið. Levi, sum stendur høgrumegin á myndini, hevur ikki verið á Rásini, men hann býr nú eisini á Heiðavegi 13.

Tey, sum skipa fyri í býlinum, hava ynskt, at aktivera búðfólkini mest møguligt. Í hesum sambandi settu tey seg av mongum í samband við Havnarskrivstovuna í Runavík. Havnarmeistarin gjørdist samdur við Heiðaveg 13 um at fremja eina royndarskipan, har hesir báðir, René og Levi, skuldu vinna á bryggjuøkinum, ikki í kapping við vanliga arbeiðsmarknaðin, men í arbeiði, sum annars hevði ligið á láni. Nú teir báðir hava verið á kei´uni í hálva aðru viku, letur havnarmeistarin ómetaliga væl at teimum, og hann er ivaleysur í, at samfelagið, uttanfyri stovnar av hesum slagi, átti at verið nógv opnari mótvegis teimum, sum eru búgvandi á sambýlum sum hesum, á Heiðavegi 13. Tað verður vinningur, um samfelagið verður meira harmoniserað, heldur enn at vera stikað sundur í smálutir, alt eftir hvørjum høpi tú stendur í.