Tíðindi

Regatta 14


Gott fólk, góðu siglarar.

Hvat skal spurvur í tranadansi? Hvat skal ein lærari  fortelja so stórari fjøld av sjógarpum? Lat meg styrkja fordómarnar við eini søgu frá mínum egnað familjulívi. Tá einkarsonurin gekk í 1. fl. kom hann so glaður heim ein dagin og fortaldi, at lærarin hevði biðið børnini tekna ein pápa. Mín pápamynd sum smádrongur var púra greið; tað var ein veðurbardur sjómaður. Soleiðis átti ein rættur pápi at síggja út. Eg var tí spentur uppá at síggja, hvørja mynd sonurin hevði av mær sum pápa. Og stoltur vísti hann mær eina mynd av einum klønum manni við kannu í hond, sum vandaði eitt blomstur.

Men far ikki so illa við trænum, at tað ikki flýtur. Eg eri frá tí tíðini, tá skip vóru úr træ og menn vóru av stáli, og ikki umvent sum nú. Eina viku inn í maimánað í 1963 mynstraði eg við Minnie til sjálvdrátt í Grønlandi. Napolion á Glyvrum var reiðari. Minnie var ein slupp við rundari hekku, við 125 hesta Hundested motori. Tá teir báðir sylandararnir, reyðir í rusti, sum stóðu leysir av hvør øðrum, garteraðu mest, høvdu vit eina ferð upp á 6-7 míl. Frískur vindur var av landssynningi, so vit høvdu seglini uppi, fokku, stórsegl og mesan. Tá gekk hon sum ein røvari við vindinum aftan tvørs ella inn á loringin. Eg minnist, hvussu rólig hon var, men lá nógv yvir. Á veg yvir gingu vit róðurtørn, sum rímiligt er. Keturóður var, og tá lærdi eg kumpassina og at halda kós. Loggið snurraði afturi á hekkuni. Annars eingi nautisk tól uttan kumpass og peilari. Skipini blivu mett eftir, hvussu nógv tey brakaðu. Var einki brak, var sagt at tey vóru rotin. Eg skal einki siga um brak umborð á Minnie, men tá vit løgdu at í Føroyingahavnini, og bógvurin tók í bulverkið, datt eitt stórt akker, sum hekk á svínarygginum, og fór niður gjøgnum dekkið, og flíggið boraði seg niður í yvirkoyggjuna frammi í skarp. Tíbetur var eingin maður í koyggjuni.  Skipstimbrari, Eli í Leirvík, kom umborð við eikiplanka og kalfatraði við verki og biki. Og so til fiskarí.

17 menn, teir 6 offiserarnir búðu í kahyttuni og vit 11 dekkarar lógu og snorkaðu og frataðu í lugarinum, har Dia undir Lyngbrekku kokkaðist, og vit ótu. Vask og vatnkrani var ikki umborð, so kokkurin hjálptist við eini hondpumpu á skottinum og eini galvaniseraðari balju at vaska upp í. Hygieinan var so sum so. Bukku høvdu vit í skúrinum. Tað var ein kvarttunna við eini 2-tumma slangu negldari niður á løggin ella kantin. Hendurnar vaskaðu vit í svelginum, har sjógvurin skolaði, tá vit hildu tað vera neyðugt, og tað var sjáldan. Sunnudag hildu vit frí sum øll snørisskip, og tá rakaðu menn sær. Men vatnið skuldi sparast, so kokkurin gav manningini eina hálva pøs av lunkaðum vatni til rakingina. Tá síðsti maður slapp fram at spannini, var vatnið sum greytur av stapum og skúmi. Men tað riggaði eisini. Tannbust minnist eg onga umborð; eg ivist í, um Napolion gamli hevði tilstedað tannbust umborð á Minnie. Andras hjá Óla Hans í Gøtu var skipari, og vit fyltu hana í 5 vikur, 548 skippund.  Nei, reinførið var einki at reypa av, tað hoyrdist, at ein maður setti seg at bloyta sær føturnar eftir ein langan grønlandstúr. Tá hann hevði skrubbað eina løtu, kom hann inn á einar nylonhosur. Men hann sigldi ikki við Minnie.

Seglið er eitt tað eldsta hjálpiamboðið hjá mannaættini. Langt áðrenn søguliga tíð og langt áðrenn tann hvíti maðurin hevði funnið nakað land, var hvør smáoyggi í Kyrrahavinum og Indiskahavinum  mannað. Við katamaranum, einum viðarbuli við útliggjara og einum lítlum rásegli var stórt sæð øll klótan befólkað.  Motortíðin er so sera stutt og serliga í Føroyum. Fyrsta fiskiskipið hjá okkum, sum fekk motor, var Sluppin Ingrið hjá N. J. Mortensen. Tað var í 1904, altso einast 110 ár síðani. Í 1917 varð motorurin tikin úr henni, helst hava teir hildið hann tikið ov nógv pláss av lastini, og sigldi hon sum deyðsiglari til 1929, tá hon bleiv løgd. Seinasti deyðsiglarin til fiskarí var sluppin Zealouse; hon fekk ongantíð motor ísettan. Í 1940 fór hon við bátum upp á Norðlandið at rógva út;  har rak hon á land og kom ikki heimaftur. Annars fingu tey flestu fiskiskipini motor millum 1925 og 30.

Eg hevði tað fragd at eta ein betri døgurða umborð á s/s Pommern í Mariehamn í Álandi, har hon liggur sum museumsskip. Tann 4-mastraða barkin, Pommern var bygd í Týskalandi 1904, er knappar 100 metrar long, bygd úr stáli og lastar 2500 tons. Manningin taldi 26. Hon sigldi uttan slit við korni millum Australia og Ongland til hon varð løgd við kríggsbyrjan 1940. Eg helt fyri við ein álending, at álendingar vóru tiltiknir sjómenn frá seglskipatíðini. “Á tig ikki, tað var ein sorgartíð fyri Áland. Tá allar aðrar tjóðir fóru yvir til dampmaskinur og motorar, keyptu álendingar seglskipini bíliga, og frá 1920 til seinna verðinskríggj vóru teir einsamallir undir segli á høvunum. Ein stór myta.” Eg hugsaði um sluppirnar og seinni koltrolararnar, føroyingar keyptu bíliga í síni tíð.

Seglskipasøgan er romantiserað og hevur lítið við veruleikan at gera. Tað var hart lív, og mangir bóru ikki boð í bý. Men brøgd vóru gjørd. Eitt tað kendasta og størsta bragdið í søguni gjørdi Kap. Blight, tá hann sigldi við tí 23 fót langa skipsbátinum við 18 monnum innanborða frá Thaiti til Timor í Indonesia, góðar 3600 fjórðingar í 47 samdøgur. Bert ein mann misti hann. Hann var myrdur av villum oyggjabúgvum, eina ferð teir skuldu taka vatn.

Eftirtíðin og serliga filmsídnaðurin hava skeikla søguna. Kap. Blight er demoniseraður meðan Fletcher Chr. 1. stýrimaður, er gjørdur sympatiskur. So var ikki. Kap. Blight var gentlimaður og mildur eftir tátíðar meti. Sjómenn tá vóru ikki guds bestu børn. Brotsmenn, bumsar og drykkjumenn. Ofta vóru tilvildarligir menn fyltir við brennivíni í eini havnakneipu og so rullaðir um lúnningina. Sjangheiðaðir. Umstøðurnar umborð kravdu grótharðan justits. Vanlig revsing fyri at stjala proviant var 26 koyrilssløg, Bleight gav bara 22.  Í miðal revsaði hann 10% av manningini, meðan Kap. Cook, sum hann hevði siglt saman við revsaði 25 %. Hann hevði ein blindan violinspælara við Bounty, bert fyri at gleða manningina. Fløguspælari var sum rímiligt er ikki umborð. Men hann brúkti øgiligan kjaft, og tað bleiv hansara lagna.

Tá  tann 55 metra langa Bounty fór úr London desember 1787, var skiparin 33 ár og stýrimaðurin 23. Tann døkkholdaði Fletcher Chr. var ein gudsforgjørdur konufólkarevur, og væl lá fyri, hóast hann var hjólbeintur og sveittaði illa.

Teir hildu vestur í hav beint áðrenn jól og komu í storm eystur úr Eldlandinum. Ein mánað lógu teir bakk og sluppu ikki um Kap Horn, so Blight skifti kós, nú í ein eystan suður um Afrika. Steðgurin við Kap Horn gjørdi, at teir vóru ov seinir at henta spírar av breyðfrukttøunum, sum vóru ørindini, og noyddust at liggja og bíða eitt hálvt ár. Og hetta var sum í himmiríki fyri manningina. Villigar vakrar kvinnur, frukt og gott veður.

Góðalívið á Thaiti, kvinnurnar og kjafturin á Blight var atvoldin til myttaríið. Reiðiliga leysir úr landi á Tahiti, tvingaði Fletcher Chr. Kapt. Blight í skipsbátin. Einasta útgerð var ein sekstantur, lummaur og 4 svørð. Onga kumpass og einki sjókort. Lítlan proviant og vatn. Men fram kom hann og skrivaði søgu. Størsta bragd í siglingarsøguni.

Jens Munk var ein onnur sjóhetja. Í 1619 fekk hann ordrar frá kongi at finna útnyrðingsleiðina norður um Amerika. Hann fór avstað við fregattini Enhjørningen og jaktini Lamprenen. Við vóru 61 menn. Teir komu bara í Hudsonbuktina og sluppu ikki longur fyri ísi. Har noyddust teir at liggja fyri veturin. Skilið var ringt umborð. Tá váraði, var bara Jens Munk og tveir aðrir á lívi; hinir 58 vóru deyðir av skyrbjóri, hungri og kulda. Enhjørningen var ov stórt skip at handfara hjá trimum monnum, so teir riggaðu Lamprenen til og løgdu kósina heim aftur. Og við hesi lítlu jaktini og tveimum monnum aftrat sær, sigldi hann úr Canada tvørtur um Atlantshavið og til Bergen, har fóru teir í býin og drukku seg skít. Tað bleiv slagsmál, og annar av monnunum hjá Jens Munk stakk ein norðmann til deyðis. Hann varð settur í geglið og tann armi devil slapp ongantíð útaftur. Soleiðis kann lívið eisini laga seg. Tit hava heldur frægari umstøður.

Eitt annað bragd gjørdi ein nevfoundlendarin, Josua Slocum. Hann var fyrstur at sigla jørðina runt einsamallur. Hann stevndi út úr havnini í Nova Scotia á vári 1895 við Spray, lá og krokaði millum oyggjarnar við Eldlandi, tí hann slapp ikki vestur um Kap Horn. Meðan hann lá uppankraður í Magellanstrætinum, var hann álopin av villum, spillnaknum indianarum. Hann helt teir burtur við byrsuni, men at enda orkaði hann ikki meira fyri svøvnloysi. Ein pakki av pappseymi var umborð, myrkt var, og seymin stroyddi hann fram við lúnningini og tørnaði so inn. Eina løtu seinni er øgiligt rumbul og róp á dekkinum, garterilsi, men so var kvirt, og Slocum fekk sín svøvn.

Tá hann kom til Afrika eystan ífrá, var hann boðin til døgurða hjá einum lokalum høvdinga. Hesir afrikanarar vóru kannibalar, og Slocum mundi enda í suppugrýtuni. Høvdingin trúði, at jørðin var fløt, og tað var deyðarevsing at siga nakað annað. Nú segði Slocum seg hava siglt runt jørðina, og teir ætlaðu tí at taka lívið av honum. Men í síðstu løtu segði hann seg hava siglt runt umkring á jørðini og slapp við lívinum.

Nú segði eg, at Josua Slocum var einsamallur umborð á Spray. Tað er ikki heilt rætt. Hann hevði ein geitarbukk umborð teir fyrstu vikurnar, og teir komu rímiliga væl útav tí. Men eina frívakt, Slokum svav fast, hevði geitarbukkurin etið kjálkaskeggið av honum, tá misti hann tolið og svavdi geitarbukkin. Trý ár eftir, hann loysti, ankraði hann aftur í Nova Scotia.

Nú hetta fræga liðið av siglarum er samlað, skulu vit eisini minnast okkara egnu Duritu Holm, sum skipari á egnum skipi sigldi jørðina runt og gav mongum ungum upplivilsir fyri lívið.

Tað er ein fragd at síggja henda vala flota í Runavík í kvøld, og tað er at gleðast um, Westvard Ho og Jóhanna vórðu varveittar fyri eftirtíðina fullar av søgu, sum tær eru.

So takki eg fyrireikarunum fyri hetta stóra tiltak og Tórbjørn Jacobsen, sum vísti mær tann heiður at biðja meg til røðara.
All the best. Yvir og farin.