Tíðindi

Ráðsnildar hetjur á heimsins havleiðum

tórbjørn jacobsen.

“Landið er lítið, men havið er stórt, og har eiga tit nógv rásarúm, um vilji og hugur tykkara annars tíma at brúka tað til nakað.” Javnan tók abbi mín hesi orðini uppaftur fyri okkum, táið vit eltu hann á gamalsaldrinum. Kanska lá ein ávís tileggjan í hesum, men í størri mun vildi hann kanska – av egnum royndum – bara siga okkum, at tað fanst ein verð uttanfyri túnini, teigarnar og fjøruna á Glyvrum. Rætt hevði hann, og táið 70% av jarðarflatuni er undir vatni, og dastið av hesum er sjógvur, tá kenna vit mestu orsøkina til, at vit í dag eru savnað her á Sjómansskúlanum, sum vit eldru næmingar framvegis rópa hendan kastalin, útbúgvingarliga skansan, sum hevur fostrað so mangar ráðsnildar menn og nú kvinnur eisini.

Havið hevur altíð verið eitt potentielt undirstøðukervi, men vandar og tørvur og magnið í flótandi eindunum hava verið ein barriera, sum hava fingið fólk at setast aftur, ella at fara landvegis um mørk, um fjøll, dalar og líðir, hóast neyðin sum serligt eindømi noyddi Nóa at gera tiltiknu royndina við Ørkini. Broytandi umstøður trýstu hann at fara undir átakið, skuldi lív koma undan Syndaflóðini. Og hetta er kvintessensurin í nógvum av tí, sum vit menniskju taka okkum fyri, vit eru sum kamæleónurin, rætta okkum inn eftir umstøðunum.

Onkursvegna var hetta eisini lagnan hjá Odysseus, sum eftir stríðið um Troia sigldi um tað mesta av eystara partinum á Miðjarðarhavinum. Hesin vitugi homeriski ribbaldurin, er fyrsti sjófararin, sum rættiliga er lýstur í skaldskapi. Hann hevur sjálvsagt havt tørv á at navigera, men mekaniska framdrift hevði hann onga, vindur og vøddamegi, lógvar og áralummar vóru álitið í so máta. Klassiskt málsligi sjórættarkennari okkara, Sigurð Joensen, plagdi at tosa um hesa tíðina, um yrkjaran Homer, hóast Platon stóð hægri í metum hansara, sum hann segði, Platon lá í eini heilt aðrari og hægri sferu. Kortini sigst tað, at Odysseus kom við hugskotinum um hin troianska hestin, sum eftir tíggju ára stríð, tók troianar á bóli, og gav grikkum atstøður til at taka og ræna býin.

Gamalt var, táið togan tók seg upp ímillum fólk, at tað var sum ímillum skipara og kokk. Ofta kundi tað vera líka kaldligt ímillum skiparar og maskinstjórar. Tess meiri knúturin setti seg, læstist, tað púrgjørdari gjørdust argumentini, og onkuntíð kundi endabresturin vera, at skiparin segði sína stætt at hava verið til síðani tað fyrsta vindblaki á Klótuni, meðan maskinmenninir vóru reinar novisur í váta elementinum, sjálvsagt, tí motorurin í tíðarmáli er ein hvølpur aftur ímóti navigatiónini. Tað er rætt, kulturarnir vóru rættiliga ymiskir, og tað av góðum grundum. Navigatørarnir høvdu fingið sína verkligu uppaling í fleiri ár á skipsdekki, langir túrar, og ofta vóru viðurskiftini ikki serliga mannsømilig, í hvussu er í mun til tað, sum nú er gerandiskostur.

Vit fingu uppí ein fingurbolla av drekkivatni til at busta tennirnar við eftir tiltørning og kvøðuljómarnir til sjófólkið skrallaðu úr einum illum plastikkhátalara afturi á keysingini í skúrinum, táið vit veðurbardir snoraðu uppí ættina og snellaðust a Íslandsmiðum, ímeðan tey nú dusa sær í mjúkum leðursofum, í salongum, har tosast kann yvir skeip, og ongin er forðingin heldur fyri at spamma lofthavið á feysbókini. Maskinmenninir fingu víðkað sær vøddarnar á yvirørmunum í ymsum smiðjum kring landið. Lærdu kynstrið við dragibonk og sleggju og sjóðaratong í hond í gravskitnum ketilsdraktum. Her var kveiktur hin fyrsti munurin, og haðani fóru hesir ungu menninir á hvør sín skúla. Innanfyri lúnningarnar, í hesum evarska lítla universinum, sum kortini var so komplext, skuldu teir eftir hetta, við so ógviliga ymiskum kulturum, royna at finna út av at reka rakstrareindina, skipið, sum frægast.

Nógv er broytt, bara í mínari tíð, hesum viðvíkjandi. Fólk tosa saman, samskifta, ferðin veksur alsamt, og hóast tøkniligu hjálpartólini gerast alsamt munabetri, so er tíðin farin frá hesum primitiva hugrákinum, har skipsfelagar gingu íkring og hildu seg vera eina Harrans náðigávu, komnir av hvør sínari planet. Og nú hava tit gingið, og uppaftur fleiri ganga nú, og fáa frálæru á einum og sama skúla. Neyðugi samrakstrarmátturin styrknar til frama fyri endaproduktið, sum er optimali raksturin av einum skipi, sum aftur er til gagns fyri allar partar, eisini tey sum eiga skipini. Eisini samfelagið fær sum frægast burturúr, táið øll spenna bogarnar og skjóta ørvarnar eftir sama máli.

Rætt er tað, at dieselmotorurin er lítið meira enn stórthundrað ára gamal, men harvið er ikki alt sagt. Soleiðis sum menniskjað er útborið til vits, hevur tað altíð tráað eftir at gera sær lívið lagaligari, høgligari, enn tað sum dagurin í dag kundi bjóða. Onkur sigur, at mageligheitin er orsøkin til flestu uppfinningar, helst er nakað í tí, og veruleikin er nú, at fyrstu spírarnir til eina mekaniska funktión, sum fekst at flyta seg, er meira enn tvey millennium – tvey túsund ára – gomul. Ídag ivast ongin í, at júst hendan uppfinningin, maskinaríið, kollvelti allan heimin, og er grundarlagið undir vælferðini vit dusa okkum í við fjøruti tíma arbeiðsviku og útmynstringum so stuttum, at tað valla loysir seg at loysa kjaftbandið á klæðssekkinum longur. Ídnaðarkollveltingin fyri 175-250 árum síðani hevði valla verið nøkur industriell bylting, um guvumaskinan og hennara røktingarmenn ikki hjálptu henni at koma upp í gervi. Tað fekst kortini ov lítið burturúr kolinum, og hesum fann Rudolf Diesel ráðini fyri. ØK-skipið Selandia var fyrsta havgangandi far við dieselmotori, og hetta hendi fyri góðum hundrað árum síðani. Eftir tað hevur so mangt staðið og fallið við júst hesum segmentinum: Maskinuni og fossilum brennievnum. Tak hesi úr høpinum, og í somu løtu stendur tú afturi í steinøldini.

Vit føroyingar liggja mitt í havinum. Eru komnir rekandi eftir og úr havinum, og fyri at líkinda lív kundi vera í oyggjunum mátti váta undirstøðukervið nýtast, til tess at flyta vørur til og frá. Tað sama hendi síðani allastaðni á heimshøvunum, eisini ímillum kontinentini, táið eftirspurningurin og umbýti av vørum millum lond tók dik á seg. Skipsbjølgarnir prúðkaðust og flutningurin hevur valla verið størri enn tað sama, og onki bendir á, at hetta ikki stendur við og veksur, eisini í tykkara tíð. Hóast royndir nú vera gjørdar við ómannaðum skipum, so man acceptin frá altjóða samfelagnum um maritimar dronarar liggja nakað væl frammi í tíðini, helst longur frammi enn sjálvt okkara lívliga og litríka hugflog røkkur á leiðini fram í tað ókenda. Eisini okkara egni fiskifloti, sum skal taka fleiri hundrað túsund tons av fiski upp úr egnum havi, hevur tørv á tykkara førleikum. Skipini gerast færri og størri og komplexari, hetta eru í grundini vavmiklar forrætningar, sum skulu fáast at ganga, ið hava opið alt samdøgurið, og tí krevst ein kolossalur samvirkandi førleiki til tað, at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind.

Fyri jól í fjør vóru 32 ár gingin síðani, at eg sjálvur stóð her í somu støðu sum tit. Trý ár fyri hetta komu 16 ungir menn úr ymsum heraðshornum í landinum um gáttina her í Nóatúni, fyri at nema sær kunnleikan at føra eitt skip. Trý ár seinri vóru vit sjey eftir. Eitt tekn um, at hesin skúlin setir strong krøv til sínar næmingar. Tíbetur. Bara soleiðis fær hann hildið sínar skyldur sum veitari av arbeiðsmegi til flotan á heimshøvunum. Tað má ongantíð haka í, hvat støðinum viðvíkur. Standardurin má fyri alt í verðini haldast. Hinvegin, so meini eg fyri víst, at allir hinir 9, sum syftust av kringekjuni á leiðini, komu ígjøgnum tættmeskaða soldið, seinkaðir eitt hálvt ella eitt ár. Bókliga kálvføðingin var ymisk, onkur hevði á útoyggj gingið aðru hvørja viku í skúla í eini 5-6 ár, ímeðan aðrir høvdu roynt seg á miðnámsskúlum. Hetta hevði onki við vit ella intelligens at gera, bókliga grundarlagið var bara ikki hitt sama. Kortini royndust teir menskir menn í eftirtíðini.

Eitt sum hevur eyðkent allar sjómansskúlanæmingar, sum eg havi kent, hetta er eisini galdandi fyri meg sjálvan, ivaleyst er tað sama galdandi fyri maskinskúlanæmingar, tað er stálviljin at koma ígjøgnum útbúgvingina við skinninum á nøsini og væl tað. Tann dagin tú kemur inn um dyrnar í hesum frálæruskansa, veist tú hvør ætlanin við lívinum er. Málið er sólarklárt. Hesir báðir skúlarnir, sum nú trívast undir somu tekju, hava í áratíggju verið krumtappurin í føroyska samfelagnum, og verða tað í stóran mun frameftir. Harumframt hava hesir skúlarnir verið rekrutteringsdeplar fyri ungar menn, og nú kvinnur við, sum longu um 12-13 ára aldur mistu hugin at sita still uppá kommando í eini skúlastovu. Adrenalinið órógvaði, og hugurin var til alt annað, men sum Edmund í Garði, sáli, fyrrverandi skúlastjóri á Strondum, segði: “Lat hasar dreingirnar fara til skips, um tað so er úr sætta ella sjeynda flokki, her gera teir alt og øllum ónáðir, eisini sær sjálvum, men um tíggju ár koma teir heim av Sjómansskúlanum við mjólkarbátinum við einum barometri undir arminum.” Rætt hevði hann, – tí skulu myndugleikarnir ansa sær ómetaliga væl í varskógvaðu royndini at akademisera hesar útbúgvingarnar í alt ov stóran mun. Tað man fara at roynast og hildnast, um smiðir og dekkarar fara ígjøgnum hendan kenslukveikjaran, og eg ivist í um førleikin verður hin sami, táið bleikir miðnámsskúlanæmingar, loðnir í lógvunum, við longum naglum og fínum bókligum prógvum, og ongari siglingstíð, fara at hita sær kropsskinnið inni við radiatorarnar í Nóatúni.

Vit keddu okkum ikki ein tann einasta dag tey trý árini vit gingu á hesum skúlanum. Vit knoklaðu sum úlvar á skóg, og onkuntíð tóku vit okkum av løttum, treyðugt so. Býurin mátti so av og á fáa at vita, at vit vóru til. Hóast hann ikki var ómenniskjansligur, so lá ein latentur hvassur agi í atmosferuni, táið ið frægu kennarar okkara royndu at gaida okkum ígjøgnum allar loynistíggjar – í spektrinum millum astronomiska navigatión og annan lýsingarhátt. Hilmar, Ólavur, Jóannes, Frants, Andrew, Dallin, Karl, Poul Johannes, Tórfinn, Jógvan, landslæknin, Trúgvi og Sigurð – allir tiknir úr leikum sum eggjarar, kveikjarar og frálærandi úrmælingar. Kortini høvdu vit aldri á ævini verið so fegnir sum tann dagin, táið málið var rokkið og prógvini handað. Táið onki longur stóð ímillum bókina og lívið. Har standa tit ídag. Búnir at taka ábyrgdina av tykkum sjálvum, fjølskylduni, arbeiðnum og samfelagnum.

Vit hava ferðast nakað aftur og fram í tíð. Stinga vit gradistokkin niður í søguna, so síggja vit, at størsta lopið í fólkavøkstri í Føroyum kom við skiparakstrinum og fiskiveiðuni. Tá landbúnaðarsamfelagið, sum megnaði at metta fýra túsund fólk varð avloyst av fiskivinnusamfelagnum, sum í dag megnar at metta 12 ferðir so mong menniskju. Í tíðarmálið snýr hetta seg um eina stutta process. Stórt hundrað ár og væl tað kanska. Dømini eru mong um menn, sum sóu tann nýggja møguleikan. Teir løgdu nógv fyri í tí ókenda. Í egnari fjølskyldu kann eg nevna langabba mín Pól Nikláa Danielsen. Hann var borin í heim 14. september 1859. Sonur tiltikna bátasmiðin Jóhan í Garði. 18-19 ára gamal slapp hann við Lerkinum hjá Restorff. Annað árið eftir slapp hann við Niklas á Trappuni, sum tá hevði keypt sluppina Sprite. Hann var við honum í trý ár, frá 1880-1882, mestu tíðina sum bestimaður við ongum pappírum. Undir Íslandi hetta seinasta árið doyði skiparin, Niklas á Trappuni, teir fóru inn við honum, og varð hann jarðaður har yviri. Síðani løgdu teir til brots aftur á íslandsmiðum, og Pól Niklái var skipari. Táið teir høvdu fingið uppí hana, máttu teir finna ein navigatør at sigla hana heim til Føroyar. Íslendingurin, Matthías Tórðarson, av Arnarfirði, tók uppgávuna á seg. Hann hevði hægstu nautisku útbúgving frá navigatiónsskúlanum í Bogø í Danmørk.

Teir munnu hava spjallað nakað væl saman á heimferðini, Matthías og langabbi, tí longu sama árið fer Pól Niklái av landinum, fyri at fáa sær kunnleika til navigatión á sama skúla, haðani Matthías hevði fingið pappírini. Hann hevði ongantíð gingið í skúla fyri hetta, men hann hevði ein sekstant við sær í klæðssekkinum. Hann gjørdi gerðabýti við ein danskan næming, sum dugdi kynstrið at rokna, at hesin skuldi læna sekstantin, um hann afturfyri kundi læra nólsoyingin at rokna. Teir fyrstu mánaðirnir vóru strævnir, men so fór at lætna. Og hann hevur í viðtalu sagt tað sama sum eg segði, og sum eg rokni við at tit siga, at júst hendan tíðin var tann besta hann hevði havt í lívinum. Hann kom heimaftur við einum stýrimansprógvi 24-25 ára gamal. Seinri hevði hann egnan skiparaskúla í Heiðunum, og átti og førdi Delphinina í 23 ár tilsamans. Ein av næmingum hansara, Hans Djurholm, fór seinri undir kenda skiparaskúlan á Glyvrum, í egnum húsum, har væl fleiri enn hundrað skiparar eru komnir úr einum lágum kjallara. Fleiri teirra gjørdust ímillum kendastu rokskiparar í landinum.

Nevni hetta bara fyri at vísa á hvussu stórar broytingarnar hava verið, síðani føroyingar av álvara fóru undir at fiska og at sigla. Onki kemur av ongum, og ofta eru tað kringumstøðurnar sum trýsta eina menning ígjøgnum, sum í hesum førinum, táið ein maður brádliga gjørdist varðugur við, at skuldi hann framvegis hava lívsstarvið á havinum, var tørvur á størri kunnleika, og helst hevur Matthías Tórðarson givið honum tað seinasta psykologiska gúppið í afturpartin á heimferðini úr Íslandi. Málsøkni, vilji og nakað av tilvild kanska. Í hvussu er livdi hann eitt ríkt lív og doyði 83 ára gamal í 1943. Hesin og fleiri aðrir privatir skiparaskúlar kring landið hava helst verið katalysatorurin, sum fekk almennu skipanina av Føroya Sjómansskúla í lag. Seinri kom Maskinmeistaraskúlin. Og síðani paraplyátakið Vinnuháskúlin.

Ná, nú skal eg ikki troytta tykkum meira, tykkara hugur fløkist helst í aðrari sferu í dag, enn at tit tíma at leggja oyru til ein uppilagstan skipara og havnarmeistara. Soleiðis minnist eg tað eisini. Ein av teimum sjey næmingunum, fyri jól í 1981, var so ovurfegin um pappírini – prógvið – at hann skundaði sær til hús eftir einum røstum veðrakrovi, vit mundu piða burtur av tí í eini tríggjar sólarringar, og helst fór onkur rákin niður við eisini, í minsta lagi fyri at smyrja vælindini.

Tá eg fór at føra skip fyrstu ferð, 26 ára gamal, spurdi eg ein gamlan skipara, sum eg kendi væl, hvussu man skuldi bera seg at við hesum, og hann hevði bara eini góð ráð: “Síggj fanan í hvørjum menniskja, so fer tað at ganga !” Kanska er nakað av sannleika í hesum, men nakað av snildi er kortini ikki at forsmáa. Aftur á hesum mótinum kunnu vit læra nakað av homeriska ribbaldinum Odysseus. Táið teir komu upp á oynna, har kykloparnir búleiktu – teir einoygdu – sluppu teir sær inn í eitt helli, fyri at fáa lívd. Teir vistu ikki, at kyklopurin Polyfem hevði bústað í hesum hellinum. Hann tók teir til fanga, og át fleiri teirra. Odysseus gav honum vín at drekka, eina heila tunnu, og tá hann sovnaði, stungu teir eygað úr honum. Frammanundan hevði Odysseus sagt honum, at hann kallaðist “Ongin”. Hann vaknaði blindur við kaldan dreym, og rópti harðliga á hinar kykloparnar, men táið hann segði, at “Ongin” hevði gjørt honum ónáðir, lótust teir sum luft at vera. Framvegis var manningin í fangilsi, men seyðurin skuldi út á bit, hetta visti Odysseus, og tí seymaði hann allir sínar menn upp undir búkin á krýatúrunum, og táið Polyfem opnaði grindina og rak seyðin úr hellinum, hevði tað sum var eftir av skipsmanning hansara, og hann sjálvur, endurvunnið sær frælsið. Soleiðis fer tað at ganga upp og niður frameftir. Lívið fylgir sinuskurvunum á sama hátt sum sjóvarfalli, flóð og fjøra.

Mátti framtíðin verið tykkum happadrúgv sum ráðsnildar hetjur á heimsins havleiðum, og hjartaliga til lukku ynski eg tykkum við prógvunum, navigatørar og maskinfólk, sum ger tykkum uppaftur meira virðismiklar sum samfelagsborgarar, enn tit vóru í gjár. Blíðan byr øll somul, og takk fyri heiðurin tit sýndu hesum gamla næminginum, sum bara minnist gott aftur á tíðina í Nóatúni, og ongantíð enn hevur angra avgerðina, um at brúka trý av sínum bestu árum á hesum landsins fremsta kastali.