Tíðindi

Oljan: Sólskinssøga um vit bera okkum rætt at

Hósdagur 6. september 2012 – 22:58
”Politiska skipanin eigur alt fyri eitt at fara undir at nágreina professionelt, hvussu vit stjórna inntøkunum, mentanini og vinnulívinum annars, verður eitt fund gjørt á landgrunninum. Tá kann ræðslan fyri negativu avleiðingunum sum onki gerast til eina sólskinssøgu fyri mong ættarlið frameftir,” sigur havnameistarin og fyrrverandi politikarin Tórbjørn Jacobsen heimafturkomin av oljumessu í Stavanger.

Fingurin á pulsinum
Millum mongu føroysku umboðini á oljumessuni í Stavanger var eisini Tórbjørn Jacobsen, sum er mest kendur frá sínum politiska lívi men sum í dag roynir at ganga á odda fyri at menna Skálafjørðin sum framtíðar oljuútgerðhavn.

Hvat fekk havnameistarin í Runavík tá burtur úr at vera á oljumessu í fýra dagar?

”Hetta var fjórða ferðin eg vitjaði eina oljumessu. Í 2008 í Stavanger sum landsstýrismaður í oljumálum og síðani í Stavanger í 2010 og 2012 og í Aberdeen í 2011, sum havnarmaeistari við Runavíkar havn. Eldri og nýggj tøkni fyllir ógvuliga nógv á oljumessunum, at kalla alt. Uppfinnarar, mennarar og handilsmenn nýta høvið at savnast í einum størri høpi fyri at selja sínar vørur, og oljufeløg øll tey, sum onkursvegna hava áhuga í oljuvinnuni møta sjálvsagt upp fyri at síggja um onkur framtøk eru í vinnuni. Bráðpannan ímillum øll hesi fólkini – fleiri tíggjutúsund – er aftur atvoldin til eina aðra sferu, uttanfyri allan teknikkin, har prátað verður um alt tað, sum fyriferst í hesi vinnuni, sum er grundarlagið undir framkomnu samfeløgunum vit kenna, – í verandi støðu enda vit helst aftur í steinøldini finna vit ikki alternativini til fossilu brennievnini, sum enn eru tøk og vera tøk, eitt nú undir Føroyum.

Runavíkar havn hevur hýst einastu oljuveitingarhavnini í Føroyum, síðani farið varð at bora undir Føroyum, tí er tað sjálvsagt, at vit eru umboðað á messum sum hesum. Júst í hesum forum kanst tú hitta øll tey, sum tú ynskir at hitta um eina og somu leið. Oljubasin hevur nú meira enn 10 ár á baki á Skálafjørðinum, og sjálvsagt ætla vit, at hann framvegis verður verandi her í økinum, tí er neyðugt ájavnt og ásamt at hava fingurin á pulsinum.

Oljufeløgini og marknaðurin valdu Runavík tá og skulu tey framhaldandi gera tað, er neyðugt at liggja á takinum alla tíðina. Vit mega alla tíðina menna og skipa okkum samsvarandi teimum krøvum, stór sum smá, ið kundin setir, megna vit ikki tað, kann ein dugnaligari kappingarneyti skjótt snýsa okkum út av pallinum. Hetta eru vit ógvuliga tilvitað um, bæði havnamyndugleikin og politiska skipanin í Runavíkar Býráð, tí taka vit øll neyðug tøk fyri, at oljuveitingarhavnin framhaldandi verður verandi har sum er. Tí verður eisini virkað strategiskt fyri at gera seg kláran í so máta, táið vit koma fram í framleiðslufasuna.”

Avleiðingar
-Tað eru tey, sum bera ótta fyri negativu avleiðingunum ein oljuvinna kann hava á føroyska samfelagið. Kunnu vit fyrireika okkum so mikið væl, at fyrimunirnir vinna á vansunum? Og hvar skulu vit leggja til brots longu nú?

”Hetta er ein somikið politiskur spurningur, at ein havnarmeistari átti at hildið seg frá at svara honum. Flestu føroyingar hava kortini eina støðu til hetta málið, og eg eri ikki undantikin hesi meginreglu. Persónliga er mín meting, at vit als ikki eru búgvin at taka ímóti eini oljuvinnu sum er. Politiska skipanin hevur ikki rætt hond frá síðu í so máta, síðani skjøtil var settur á fyri meira enn tíggju árum síðani. Ongin flokkur undantikin. Her er nógv at gera.

Í fyrsta lagi mega vit finna útav, hvussu stórur samfelagsins partur skal vera av eini komandi oljuvinnu, hvussu býtið skal vera av eventuella vinninginum. Tey eru mong, sum halda, at tann spurningur ikki er nóg væl greiddur sum er, helst av tí orsøk, at Føroyar eru eitt av tyngru økjunum at leita í, og tí hevur fyrsta raðfestinign verið at fáa feløgini at sýna somikið stóran áhuga, at tey hava viljað sett borin í í heila takið.

Í øðrum lagi er umráðandi at stýra nýggja peningarenslinum í ein geira uttanfyri vanliga samfelagsraksturin, annars fer alt úr spónalagnum av kendu hálendsku sjúkuni. Vit samtyktu ein Búskapargrunn fyri løgtingsvalið í 2011, sum eg sjálvur var við til at snikka til, men politisku royndirnar síðani hava ikki verið góðar.

Tað fyrsta sitandi samgonga gjørdi, var at fremja eina lógarbroyting, sum tømdi grunnin aftur, og hetta boðar frá einum somikið ringum politiskum stabiliteti, at eg beri ótta fyri, at politiska skipanin ikki er búgvin til eina slíka nýggja støðu. Bangin fyri, at vit bara halda eitt rimmargildi, sum kollrennur verandi vinnur og ræðuliga upptakið kemur so táið tíðaravmálda oljuvinnan er av. Kanska um 50 ár.

Heldur apatiin fram at vera so eyðsýnd, sita ættarliðini eftir okkum í ringasta føri bara eftir við heimsins ringastu timburmonnum. Læran av hesum er kortini, at politiska skipanin alt fyri eitt fer undir at nágreina professionelt, hvussu vit stjórna inntøkunum, mentanini, vinnulívinum annars etc. umgangandi, tá kann ræðslan fyri negativu avleiðingunum sum onki gerast til eina sólskinssøgu fyri mong ættarlið frameftir.”

Øðrvísi hesaferð
-Hvørjum tonkum og kenslum kemur tú heimaftur við frá eini slíkari oljumessu?

”Í mun til hinar tríggjar omanfyrinevndu oljumessurnar má eg siga, at onkursvegna kendist huglagið heilt øðrvísi hesaferð. Í 2008 og í 2010 varð eisini borað, men spenningurin um júst hesa áttandu boringina tykist at hava nógv størri fepur í sær enn tá. Á menniskjamáli kunnu vit siga, at kropshitin er farin úr 37 upp á 41,5 stig. Statoil-menninir eru sjálvandi tættir sum tunnan, ongin uttanfyristandandi fær nakað at vita, soleiðis er bransjan bara, men tá ein norsk avís í einum innleggi á 8 síður skrivar, at Føroyar eru á markinum til at gerast eitt norðuratlantiskt Kuwait, eru á eggini ávegis út í eitt ævintýrligt oljuríkidømi, so bendir tað á, at okkurt forkunnugt er ávegis. Sjálvandi kann eitt kollektivt fatamorgana hava rakt okkum, alternativið vita vit nógv meira um um nakrar vikur.”

Myndir:
Tórbjørn Jacobsen heilsar uppá føroyska Statoilstjóranum, Rúna M. Hansen á oljumessuni í Stavanger

Tórbjørn Jacobsen saman við Ólavi í Geil Guttesen, sum saman við øðrum hevur staðið fyri føroyska básinum

Løgmaður vitjar føroyska básin og eitt nú umboð frá Skálafjørðinum

Havnameistarin og borgarstjórin og stjórin í Supply Service á føroyska básinum

Myndatøka: oljan.fo/Jan Müller