Tíðindi

Oljan hamskiftir Føroyar – tá hon verður funnin

”Verður olja funnin í rakstrarverdugum nøgdum undir Føroyum fer hon at hamskifta samfelagið. Politiska skipanin fær út at gera og eigur alt fyri eitt at fara undir at fyrireika samfelagið til hendan møguleikan, eisini tann búskaparliga møguleikan, sum eyðvitað kann vera samfelagnum til miklan frama, verður hann rætt brúktur í infrastruktuellum íløgum og íløgum í mentanar- og útbúgvingarkervi,” sigur fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaðurin Tórbjørn Jacobsen, sum í dag er í miðdeplinum av oljuvirkseminum sum havnafúti í Runavík.

Sjálvandi oljuvinnu
Oljan.fo spurdi hann, um Føroyar eiga at fáa eina oljuvinnu?

”Sjálvsagt skulu vit hava eina oljuvinnu í Føroyum. Og sjálvandi stendur og fellur tað við, um vit finna oljuna. Tað rokna vit kortini við, annars høvdu oljufeløg neyvan brúkt eina milliard krónur, bara fyri at seta ein bor niður í føroyska havbotnin. Um oljan skal takast upp á land í Føroyum er ein heilt annar spurningur. Og kanska ein samráðingarspurningur, táið eitt fulltikið undirstøðukervi við leiðingum liggur frá feltinum til Hetlands.

Hetta er kortini ein politiskur spurningur, sum má viðgerast neyvt, alt eftir hvørjar fyrimunir føroyska samfelagið fær burturúr hesum. Týdningarmikið er kortini, at vit halda fast um “føroyska bryggjukantin”, táið tað snýr seg um veiting,” sigur Tórbjørn Jacobsen.

Fyrireika okkum væl
Men hvørja ávirkan heldur hann oljufund fara at hava á Føroyar, og hvussu kunnu vit á besta hátt brynja okkum út til hesa nýggju og stóru avbjóðing?

”Nú plagdu vit at taka flak inn í Hetlandi, tá vit sigldu ímillum Europa og USA við fiskavørum. Hetta var um tað mundið, tá oljuvinnan tók seg upp har suðuri. Sum frá leið var tað sjónligt, at oljan dróg alt til sín, og at hon broytti eitt nú arbeiðsmarknaðarviðurskiftini munandi. Helst hava lønirnar verið væl hægri í Sullom Voe enn á flakavirkinum í Scalloway. Fiskivinnan datt niðurfyri, og mær vitandi eru øll veiðirættindini endað á útlendskum hondum.

Tað sama hendir í Føroyum, um vit ikki læra av royndunum hjá hetlendingum. Frá tí at oljan verður funnin og fram til tíðarskeiðið, tá framleiðslan byrjar, fáa vit eitt skotbráð, 8-10 ár kanska, men umráðandi er, at verandi vinnuliga undirstøðukervið ótarnað heldur fram. Hetta verður tað, sum vit skulu liva av í allari framtíð, meðan oljan er komandi og farandi. Kanska eitt fyribrigdi, sum bara er til í eina hálva øld.

Avgerandi er, at ein tíðaravmarkað vinna ikki sleppur at kollrenna samfelagið, soleiðis sum tað er skipað vinnuliga og ikki minst mentanarliga í øldir. Politiska skipanin fær úr at gera í mun til hesa avbjóðingina. Letur man bara standa til, fáa vit eina rimmarveitlsu í hálvthundrað ár, og so er ballið buið. Framtíðin tóm, tí allur tann gamli bygnaðurin er foyktur burtur, og fundamentið hjá komandi ættarliðum farið upp í royk.

Alternativið er, at politiska skipanin alt fyri eitt fer undir at fyrireika samfelagið til hendan møguleikan, eisini tann búskaparliga møguleikan, sum eyðvitað kann vera samfelagnum til miklan frama, verður hann rætt brúktur í infrastruktuellum íløgum og íløgum í mentanar- og útbúgvingarkervi. Til ber at siga, at samfelagið hamskiftist í mun til tað, sum vit fyritaka okkum sum samfelag, tá staðfest er, at olja er funnin í rakstaraverdugum nøgdum undir Føroyum, ” sigur Tórbjørn Jacobsen í samrøðuni við oljan.fo.

Myndir:
Frá oljuhavnini í Runavík.
Tórbjørn Jacobsen, havnafúti
Myndatøka: oljan.fo/Jan Müller