Tíðindi

Nýggja bryggjan handað Runavíkar kommunu

Fitt av fólki var komið saman til hátíðarhaldið mikudagin 30. mai kl. 17.00 í sambandi við at Runavíkar kommuna fekk handað nýggju bryggjuna undir Høgabóli. Nes Sóknar Hornorkestur setti dám á løtuna, borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen og Jákup Martin Kjeld frá Rókini hildu røður. Selinda í Heiðunum, limur í havnarnevndini, klipti snórin. Trýst her fyri at lesa røðuna hjá borgarstjóranum.

Rókin & Munck Civil Engineering á Glyvrum hava gjørt arbeiðið, sum hevur gingið skjótari enn væntað. Samlaða longdin á atløgusíðuni er nú áleið 580 metrar. Dýpið er 12 metrar framvið eini bryggjulongd á aleið 320 metrar. Framvið gomlu bryggjuni gongur dýpið frá 12 metrum niður á 6 metrar. Samlaða bryggjulongdin í allari kommununi er nú komin upp á áleið 2 kilometrar.