Ultramarine til Funnings 2. mai

April 27, 2024

Í ár vitja 3 ferðamannaskip í Funningi, og tað fyrsta kemur hósdagin 2. mai. Talan er um ferðamannaskipið Ultramarine frá reiðarínum Quark Expeditions sum hevur umleið 110 ferðafólk umborð. Skipið fer at liggja fyri akker uttanfyri Funning, og ferðafólkini verða førd í land við gummibátum.

Cruisetoymið, ið er samansett av fólki í Funningi, Runavíkar Havn og Visit Runavík, eru sera spent og til reiðar at taka væl ímóti bæði ferðafólkum og manning.

Runavíkar havn og Visit Runavík hava seinastu árini arbeitt saman við bygdafólkinum í Funningi við at menna ein sosialt burðardyggan leist í sambandi við móttøku av ferðamannaskipum. Tikið verður í mesta lagi ímóti 3 skipum um árið í Funningi.

Ultramarine varð liðugt bygt í 2021 og er 128 metrar langt. Skipið kemur kl. 7.00 og fer avstað kl. 17.00. Fyrsti bátur kemur inn á land kl. 8.45. Umboðsfelagið í Føroyum er Faroe Ship.

Vælkomin Ultramarine

 


May 03, 2024

A successful cruise visit

The expedition cruise ship Ultramarine from Quark Expeditions anchored outs…

May 02, 2024

United States Coast Guard on visit

Wednesday 1 May representatives from the United States Coast Guard were on…

April 27, 2024

Ultramarine in Funningur 2 May

Ultramarine calls the village Funningur on Thursday 2 May. The ship will an…

March 15, 2024

Ambition on Maiden Call

Ambition calls the Port of Runavík for the first time on Tuesday 19 March a…