Amibtion vitjar fyri fyrstu ferð

March 15, 2024

Týsdagin 19. mars kemur ferðamannaskipið Ambiton hjá reiðarínum Ambassador Cruise Line inn á Runavíkar havn. Skipið fer at liggja við bryggju frá kl. 9.00 til 18.00, og hetta er fyrstu ferð at hetta skipið vitjar í Runavík.

Ambition er 216 metrar langt og umborð eru 930 ferðafólk, meginparturin úr Stóra Bretlandi. Manningin telur umleið 640. Føroyska umboðsfelagið hjá skipinum er Tor Shipping og MB Tours er túrsmiður. 

Cruisetoymið, sum er samansett av nógvum lokalum kreftum, er sera væl fyrireikað til at taka ímóti fyrstu cruisegestunum í ár.

Í ár vitja 21 ferðamannaskip Runavíkar havn. Flestu skipini koma inn á Kongshavn á Skálafjørðinum, meðan seks koma til Elduvíkar og Funnings. Nøkur skip vitja bæði smáu bygdirnar norðanfyri og Kongshavn.

Runavíkar havn og Visit Runavík gleða seg at taka væl ímóti gestunum.

Vælkomin Ambition

 

 

 

 

 


May 03, 2024

A successful cruise visit

The expedition cruise ship Ultramarine from Quark Expeditions anchored outs…

May 02, 2024

United States Coast Guard on visit

Wednesday 1 May representatives from the United States Coast Guard were on…

April 27, 2024

Ultramarine in Funningur 2 May

Ultramarine calls the village Funningur on Thursday 2 May. The ship will an…

March 15, 2024

Ambition on Maiden Call

Ambition calls the Port of Runavík for the first time on Tuesday 19 March a…