Tíðindi

Nei, – stórverðin!

”Maður er nevndur Grímur Kamban; hann bygdi fyrstur manna Føroyar. Men á døgum Haralds hins Hárfagra flýddu fyri hansara ovríki fjøld manna; settust summir í Føroyum og bygdu har, men summir leitaðu til onnur oyðilond.” – Hóast vit vita meira um ættarfólk hennara Eyð hini Djúphugdu, sum gifti sonardóttrina Óluvu burtur á leiðini til Íslands, so er barnalærdómur okkara, at Grímur fann inn á Funningsfjørð, Funning, og norrøna búsetingin var byrjað.

Hóast vitjanir óivað hava verið frammanundan, so royndust tær viðfáningar og nústani hefti við. Matrikkuleringin av Føroyum var byrjað. Menniskjað er ikki øðrvísi enn aðrar livandi verur, hon leitar hagar sum føðin er at finna, og hóast niðursetuplássini mangan tykjast óhøglig í nútíðarsjónini, so settu menn seg niður har sum fenaðurin treivst og so dygst við havmiðini sum gjørligt. Sum yrkjarin frá Gjógv tekur til um miðamannin:

Men tað, sum aldrin uppundan fjarar,
er betra helvtin av Føroyalandi.
Og land at nema, ið havið fjaldi,
var lív og vísindi miðamansins.

Undir hesum háu fjøllum lá spísikamarið. Hjá elduvíkingum og funningsmonnum og seinri hjá gjáar- og funningsfjarðamonnum. Basala jørðildið, jørðin, lá til tær gomlu bygdirnar og onkursvegna var kortið teknað, Føroyar samanskrúvaðar í teigar, lendi og haga soleiðis, at ongi útlit hava verið fyri, at ognarleys fólk settust niður í oyðilendi, sum eitt nú í Funningsfirði. Jørðin fram við sævarflóð lá hjá øðrum, og longri var at rógva út á útróðrarmiðini, men tey sum settu niður her, fyri hundrað og áttati árum síðani, hava kanska hugsað sum filosoffurin Jean-Jacques Rousseau:

”Hin fyrsti maðurin, sum stikaði inni ein jarðarteig, og boðaði frá, at hetta var ogn hansara, meðan onnur í bláoygni trúðu honum, hann var í grundini veruligi íbirtarin av borgarliga samfelagnum.” Og so spyr hann í kjalarslóðini: ”Hvussu mongum brotsgerðum, stríði og lívlátum, hvussu mangari vesælu og ræðslu vóru vit ikki sloppin undan, um tað bara var ein einasti sum hevði tikið stig til at tikið tann fyrsta steyran úr svørðinum aftur og tyrvt veitirnar, samstundis sum hann boðaði lagsbrøðrum sínum frá: Varði tykkum og lurti ikki eftir honum, sum av órøttum hevur lagt jørð undir seg, tí tit fortapast um tit gloyma, at allur vøkstur hoyrir mannaættini til og Jørðina eigur ongin ella øll í felag.”

Tað stendur ein spennandi søga uppi við niðursetubygdunum. Landið verður balkaniserað og harvið meira fjølbygt. Oftast eru tað tey fæleysu í gomlu markatalsbygdunum sum bróta upp og av nýggjum – í øðrum og ódyrkaðum lendi. Flyta frá tryggu kjøtpottunum út í oyðimørkina. Kultivera hana og ríða ræsur inn í eina sjálvskapta framtíð. Frælsi og menniskjansliga trongdin eftir at ráða sær sjálvum hevur vunnið á íhaldni og siðvandari hugsan. Hetta er søgan um eitt slag av uppreistri andvegis feudalinum. Hetta hóskar sum fótur í hosu til marxistisku terminologi´ina um, at bara tey fæleysu kunnu gera kollveltingina. Tey roynast, tí tey hava onki at missa. Bara alt at vinna. Søgan um niðurseting er meira eyðsýnd í Føroyum enn aðrar staðir. Í grannalondunum fluttu fæloysingarnir av landinum, og t.d. er tætt ímillum íslendingarnar á amerikanska meginlandinum. Teir sum sótu á jørðini og lívsgrundarlagnum lótu onki frá sær, og frælsiskenslan í barmi teirra fæleysu leiddi tey í útrás. Øðrvísi var hjá okkum, hóast tað mangan stóð um neppingina. Stríðið var mikið, men við tógvnum knossi var éitt kúfóður fyri og annað eftir lagt inn eftir ávísing frá myndugleikunum og fyri teir fæleysu føroyingarnar gjørdust niðursetubygdirnar parallellurin til kontinentið hinumegin havið hjá eitt nú íslendingum. Kendasta stríðið um traðirnar var í fyrru helvt av seinastu øld, og fleiri kenna helst Gráa tátt, sum Heðin Brú yrkti, eftir at nakrir kongsbøndur høvdu verið eina ferð í Klaksvík, fyri at steðga hesum nýggja ráki, sum hótti einaræði teirra. Hann letur ein sjódregil standa á Gøtunesi, og hesin mælir sær fyri munni:

Eg man minnast allar menn,
frá Gøtutrónda fræga.
Mætir forðaðu aldri teim,
sum bøttu um oydnan haga.

Í okkara tíð, tá jørðin og hennara lunnindir eru vorðin ein viðfáningur í búskapinum og í húsarhaldinum hjá fólki, kann tað tykjast løgið, at ein fjørður – og ein av frægu havnum okkara hevur ligið óbygd í øldir, men søgan vildi tað øðrvísi. Funningsfjørður er niðursetubygd, men søgan líkist eitt sindur frá bygdunum syðri á oynni. Langt og torgingið var ímillum bygda, og avrátt varð, at tvær merkur av Elduvíkshaganum í Nýggjustovu skuldu latast honum, sum vildi seta seg niður í óbygdum, fyrst og fremst fyri at fólk til gongu kundu seta upp á staðnum undir tryggum viðurskiftum, táið veður og líkindini annars ikki vóru til vildar. Teir siga fyri mær, at fyrsti maðurin kom av Eiði og varð nevndur Niels Nielsson. Hann var hálvur slektaður úr Noregi. Síðani legðist til og fólk komu úr Fuglafirði og frá Gjógv. Tað sjáldsama við Funningsfjørði er tí, at hon ikki er niðursetubygd úr markatalsbygdini Elduvík á sama hátt sum Æðuvík og Rituvík eru tað av Nesi og Toftum. Hon er í størri mun eitt infrastrukturelt fyribrigdi enn hesar. Eitt slag av oyðimørk teirra norðanfyri, sum brádliga fekk sítt egna lív, og fólkið sum settist niður her sín egna samleika, sum so sjónliga kemur til sjónar eitt kvøld sum hetta. Ofta verða Funningsfjørður sammettur við Skopun, sum var bygd um somu tíð og av somu orsøkum. Eitt lendingarstað hjá fólkið á ferð, táið illa vildi til.

Tey, sum eru ájøvn í aldri við børn míni, skilja valla, hvussu truplar umstøður føroyingurin hevur livað og virkað undir í farnari tíð. Tað tykist alt so sjálvsagt í dag. Tríggir innkomuvegir liggja nú til bygdina. Autostradir til ymsa handa. Norður- og suðueftir, eystanfyri og vestanfyri. Gigantiska visiónin hjá gamla landsverkfrøðinginum Mikkjali Helmsdal, um at knýta allar tær bygdu Føroyar saman, broytti fullkomuliga landið. So stór hending var tað tann dagin, táið tað bar til á fyrsta sinni at aka við bivreið til Funningsfjarðar, at omma mín í Gøtu skipaði fyri útferð norður higar. Hon leigaði ein buss og tjokkfullur av gøtufólki fór hann hurrandi um Gøtueiðið, norður eftir Buginum og ímillum fjarða. Vegurin var ikki heilt liðugur, allar brúgvarnar vóru ikki komnar upp, koyrandi var kortini, og hóast eg ikki var meira enn 5 ára gamal, stendur hendan ferðin ljóslivandi fyri mær. Minnist at vit stukku inn á gólvið hjá Sjúrði, kennaranum frá Gjógv, sum seinri gjørdist bygdarmaður mín og virkaði við Glyvra skúla til hann fór frá fyri aldur. So frammalaga vóru vit eisini, at eg eigi myndir frá hesi ferðina, m.a. frá tí at vit hava skotið okkum niður á klettin við matpakka og varmafløsku úti við Heltná.

Eina aðra minnisverda ferð gjørdu vit nøkur ár seinri til Elduvíkar. Hendan bygdin var okkum ikki ókend. Ein hendinga røsk kona, Trina at navni, úr Liðanum, sum seinri giftist og flutti til Miðvágs, var á yngri árum í drúgva tíð arbeiðskona á Langanesi. Hon var guðmóðir pápa mín, sum eitt skifti undir krígnum búði hjá henni og fjølskyldu hennara í Elduvík, har hann eisini gekk í skúla. Vit trý og ein systir mín gingu einaferð seinast í seksti- ella fyrst í sjeytiárunum úr Funningsfirði til Elduvíkar har vit búleikaðu hjá Jóhann beiggja hennara eitt vikuskifti. Eisini hendan leiðin er nú løgd undir nútíðina. Og vegurin til hina grannabygdina, Funning, sum tingmenn í fleiri valskeið brúktu sum agn í valorrustum, gevur nú bygdini allan neyðugan samskiftismøgileika, hóast vegurin higani og suður í íbindingina átti at fingið eina fløvandi politiska hond úr parlamentarisku bráðpannuni á Vaglinum. ”Hugnalig øld, atomøldin.” Orðini eigur Líggjas í Bø. Ein sarkastiskur endi á yrking við sama navni.

Hugnaligt ella óhugnaligt, tað er ein temperamentspurningur, men ongantíð í heimssøguni hevur tøknin tikið størri dik á seg enn í okkara tíð. Hesi seinastu árini serliga í samskiftinum. Tí tráðleysa. Hon hevur eisini invaderað Funningsfjørð. Kortini eiga vit ikki at gloyma, at tann infrastruktururin, sum hevur verið her frá tíðarinnar morgni, fjørðurin sjálvur, ber av øllum. Síðani Føroyar vóru bygdar hevur hann ligið sum ein trakt, har sjógvurin andar inn av Norðhavinum og úr Djúpunum og útaftur, í neyvum tíðarásettum flytingum, stjórnaður av himinrúmsins máttum, og gevur føði til øll tey gagndýr, sum svimja um hesar leiðir. Fjarðasild, toskur, hýsa, seiður, síl, hummari, kræklingur. Og tað sigst, at Funningsfjørður er besta alivág í Føroyum. Spísikamarið liggur við sævarflóð. Fólkið býr har sum lunnindini eru, tað vil so vera. Tí skilji eg lítið av tesunum hjá kyklopiskum búskaparfrøðingum, sum halda, at frægast var, um alt fólkið í landinum miðsavnaðist og búði í høvuðsstaðnum. Hendir tað – drepa teir Føroyar. Júst fjølbrigdið í búseting og mentan ger tað vert at liva í hesum landinum, og tað er eisini orsøkin til, at tað ber til at búgva á hesum klettum. Onkustaðni skal fæið til sosialu umfordeilingina koma frá, og sum í flestu londum stavar tað frá útjaðaranum, har vinnan virkar og er. Høvuðsstaðurin umsitur her sum aðrar staðir, – og tann dagin, táið øll fara burturav at umsita hvønnannan, ella seg sjálvi, verður kalt og svangligt undir mongum tróðri.

Á nýggjárinum búðu 55 fólk í Funningsfirði. Meini at 43 hava rætt at velja. Harvið er bygdin ímillum tær minstu í landinum. Í tjóðarrokniskapinum kanska hin fremsta, táið tað snýr seg um virðisskapan og fólkatal. Útróður, hummaraveiða, fleiri túsund tons av laksi, sum svimja heilt inn í keypsskálarnar í høvuðsborg Noregi, Oslo, og viðaverksmiðjan hjá John við Hjall. Sigi við Hjall, tí nú ein dagin frætti eg, at ein undanmaður hansara í slektini ætlaði at taka sær eftirnavn eftir húsunum, hann átti og búði í. Við Hjall. Danski presturin gjørdi sum vanligt var tá í tíðini, hann laðaði nýggja navnið til sín egna uppruna og tungu, og broytti tað til Kjeld. Soleiðis varð so mangt, áðrenn føroyingurin gjørdist varugur við sín egna samleika umvegis tjóðskaparrørsluna, sum framvegis er meginásin í okkum, og sum treytaleyst er tann máttur, ið skipar uppdriftina, sum ger tað møguligt at liva og virka undir oftani kørgum umstøðum í útnorði.

Tað ber illa til at røða um Funningsfjørð uttan at nevna tey størru av havsins dýrum. Hugsi um hvalin. Einaferð í sjeytiárunum, minnist meg rætt var tað í 75, var eg í grindadrápi her norðuri. Grindin var stór, og fólk tustu til úr ymsum ættum. Akførini stóðu leinaði upp allan tann langa vegin út ímillum Fjarða, og allir gánaðu í ein norðan – út eftir fjørðinum. Funningsvegurin var ikki komin og proppur kom í. Minnist at vit glyvramenn leigaðu lastvognin hjá Kristiani Zachariassen úr Streymnesi og, teir heittu á meg um at ansa hvalunum, hagartil tað eydnaðist Kristiani at snara vogninum í fløskuhálsinum, sum var íkomin. Vit mundu vera her norðuri dastið av tveimum sólarringum, og eftir at skorið var upp úti á Glyvrum og alt fingið til høldar var tað ein túraður maður, sum eftir fleiri sólarringar tørnaði inn eftir eina minningarríka ferð og fleiri kaggar av tvøsti og spiki ríkari. Nógv vatn er runnið í sjógv síðani tá, ja so nógv, at tað næstan tykist sum onki er eftir á fjøllunum, nú ravmagnsfelagsskapurin hevur lagt áirnar turrar, og fjallarøðin vestanfyri er mest átøk einum eftirgjørdum Hollywood leiktjaldi, ið er sett upp til eitthvørt serligt høvi.

Nógva virksemið er ikki nýkomið um hesar leiðir. Funningsfjørður varð tíðliga industrialiseraður. Helgi Jacobsen sigur frá Jóannesi í Hvalvík, at tríggjar fyritreytir vóru neyðugar skuldi hvalastøð fáast at virka. Har skuldi vera gott og slætt lendi. Kyrt skuldi vera inni við land og nóg mikið av vatni mátti vera á staðnum. Allar hesar treytir gjørdu Skipagjósoyruna á Funningsfirði til eina av hvalastøðunum í Føroyum, fyri væl meira enn hundrað árum síðani. Har var ein verulig verksmiðja sett upp, og nú stórur partur av Oyruni er farin undir vegin er einasti farvegurin eftir henni ein upptærdur ketil, sum liggur á tí, sum er eftir av Skipagjósoyruni. Ivaleyst hevur hetta verið stórhending og helst hevur hetta broytt viðurskiftini hjá fólkinum sum búleikti á staðnum munandi. Fremmant hevur hetta í hvussu er verið, og ein av søgunum frá hesi tíðini er frá tveimum altarsklæddum dreingjum úr Liðanum, sum ein sunnudag vóru farnir at skoða hesa nýggju verksmiðjuna, ella verðina, har teir flensaði, skóru upp og kókaðu hesi stórdýrini úr havsins djúpu námum. Ein djúp manshøg veit var løgd í gólvið, til frárenslið, og táið teir nærkast henni, halda teir báðir, at hon er fullsett, rokað, av hvítum fínum sandi og annar ger ikki mætari, enn at hann leypur við báðum beinum út í hendan ókenda konsistensin, sum vísti seg at vera kyksendi heldur enn sandur. Komin á botn og meðan móðan og lýsið fløddi og fjaraði um ádamseplið og slipsaknútin, skuldi láta úr honum: ”Nei, – stórverðin !”

Táið eg var fyrstu ferð í Funningsfirði, 5 ára gamal, kundi eg ikki vita, at eg hálvthundrað ár seinri skuldi gerast havnameistari á fjørðinum. Í Funningsfirði, Elduvík og í Funningi. Eri fegin um, at tað hevur eydnast Runavíkar kommunu og havnanevnd hennara at bøtt um viðurskiftini á havnarlagnum, hóast nakað skal til afturat, áðrenn bygdarfólkið eigur at sættast við umstøðurnar. Har sum virksemi er, skulu atstøður vera hjá vinnuni og fólkinum í bygdini. Í fjølbygdari kommunu er tað av stórum týdningi, at tær smáu bygdirnar, sum ikki eiga megina einsamallar at fáa umboðan í bygdarráðið, fáa javnbjóðis gagn av tí sum rennur í felagskassan. Onkur, sum mundi halda, at eg hevði nakað við umbótina á havnarlagnum at gera, kom inn á Havnarskrivstovuna nú ein dagin og spurdi, um tey sum búðu framvið Funningsfirði vóru so fegin um nýggja havnarmeistaran, at teir longu høvdu kallað hann upp. Hetta vitsti eg onki um. Hann hevði eitt topografiskt atlas í hondini og vísti mær á ein tanga sunnanvert Funning, sum verður róptur Tobbasatangi. Kanska hevur Tórbjørn Gøtuskeggi, faðir at Tróndi í Gøtu, rinda sær møðina á tanganum, fyri meira enn túsund árum síðani, eftir at hann hevur verið og vitjað onkran av eftirkomarum Grím Kambans har norðuri. Ilt er vita, um hann hevur borið hetta kelinavnið eisini, men ósvitaligt er tað kortini, at eg eri uppkallaður eftir júst hesum manni, sum kanska er skyldmaður mín umvegis óteljandi ættarlið aftur eftir hæli. Síðani tá er í hvussu er mangur seiðurin syftur úr fjørðinum og haðani inn á tangan.

Miðsavningin fer ongantíð at gera enda á Funningsfirði sum bygd, til tað er fjørðurin og góðu lendingarviðurskiftini alt ov dygg. Tann sama frælsistrongdin, sum fekk tey fyrstu niðursetufólkini at víkja frá kjøtpottunum í øðrum bygdum, fer framhaldandi at vera uppdriftin hjá tykkum og fleiri, sum árini fara at ganga. Tú kúgar ikki ein nýbyggjara, hann hevur reist seg einaferð og trýr í øllum lutum á egna megi og egnan mátt. Kendasti rithøvundur okkara, William Heinesen, hevur skrivað so væl um hetta í bókini Nóatún. Serliga endin á bókini um eina niðursetubygd er kveikjandi. Maria hevur fingið ein son. Samson, pápin, stendur í bikdálkaðari undirtroyggju í durinum og ein av teimum sum ynskir honum tillukku við nýføðinginum er Niels Petur, sum setti seg niður á durahelluna har hann setti Kristoffur og Símun Sinklar á knøini. Seinasti setningurin ljóðar: ”Innan úr húsinum hoyrdist veikmæltur, men heitur grátur.

” Hetta minnir ikki sørt um seinasta brotið í yrkingini ”Til Boga og allar nýføðingar í verðini” hjá yrkjaranum Jóanesi Nielsen:

Títt lív søta barn
er ikki ein spurningur
men eitt svar ein játtan
dreymurin ið gerst veruleiki
lívið ið ferð eftir ferð vil sigra.

Lívið fer eisini ferð eftir ferð at sigra í Funningsfirði. Tit, sum hava íbornan nýbyggjaramentalitetin frá ættfedrunum bogna ikki fyri hinum frekasta æli. Hevur tú einaferð prógvað, at tú kanst standa uppi av tær sjálvum, í víðastu merking, menniskjansliga og tjóðskaparliga, so finst tann megin ikki í hesum heimi, sum kann mergloypa teg aftur. Heldur ikki í stórverðini uttansyndis sum Liðadrongurin sá fyri sær í móðuni yviri á Skipagjósoyruni, ið annars skuldi verið gjørd meira attraktiv sum ferðamál, við einastandandi søguni um, táið Funningsfjørður bleiv industrialiseraður. Mátti Jóansvøkan verið tykkum til gamans og álvara tað ið eftir er av náttini og veri byrurin tykkum blíður í ókomnum døgum.

Myndatekstur:

Havnanevndarformaðurin við Tórshavnar havn var eisini komin til Funningsfjarðar hetta kvøldið. Jákup Símun Simonsen er úr móðurleggi hálvur slektaður úr Funningi, vitjar har tíðum, og hann gjørdi eitt rend suður við fjørðinum fyri at lurta eftir skyldmanninum og at hugna sær saman við blídligum funningsfjarðafólki, nú fest var í miðsummarbálið leygarkvøldið.