Tíðindi

Mýlingur um at vera riggaður

Fyri góðum mánaða síðani skrivaðu vit á heimasíðuni, at smápartafelagið Seiðagjógv á Eiði hevði keypt “Margit-FD271”, og givið útróðrarbátinum navnið “Broddur”. Navnið var ikki skrásett tá, men hetta fingu vit at vita frá stjóranum Peri Mikkelsen. Í dag sigur hann, at teir í samskiftinum við Skráseting Føroya eru gjørdir varðugir við, at ein gamal “sluppungi” vesturi í Miðvági ber navnið “Broddur”, og táið tveir bátar ikki kunnu vera einsnevndir við áleið somu stødd, so tóku teir støðuna, at broyta ætlaða navnið á bátinum. Nú er hann endaliga skrásettur sum “Mýlingur-FD271”, og hann er um at vera riggaður til at fara fyrsta túrin.