Tíðindi

MS Zuiderdam vitjar

Mánadagin 25. juli vitjar stóra ferðamannaskipið MS Zuiderdam í Runavík.

Skipið er umleið 300 metrar langt og við umborð eru 2.300 ferðafólk. Manningin telur 850 fólk. Hetta er størsta ferðamannaskipið, ið higartil vitjar í Runavík.

Tað er amerikanska reiðaríið Holland America Line, sum eigur skipið. Umboðsfelag er Tor Shipping í Tórshavn.

Vitjanin fer óivað at seta sín dám á Runavík og Eysturoynna.