Tíðindi

MS Spitsbergen í Elduvík

Ferðamannaskipið, MS Spitsbergen, hjá norsku Hurtigruten, vitjar í Elduvík í dag.

Tey 150 ferðafólkini – øll úr Sveis – komu í land við skjóttgangandi gummibátum, sum løgdu at á lendingini í gjónni kl. 8.30 í morgun. Elduvíkingar tóku ímóti í skúlanum og í kirkjuni. Faroe Ship er umbođsfelag hjá skipinum.

Sí fleiri myndir HER