Tíðindi

MS Rotterdam vitjar í Runavík 11. august

Ferðamannaskipið MS Rotterdam vitjar Runavíkar Havn týsdagin hin 11. august.

Umborð eru umleið 1400 ferðafólk og manningin telur 600. Skipið er 61.850 bruttotons til støddar og 238 metrar langt.

Tað er reiðaríið Holland America Line, sum eigur MS Rotterdam, ið fer at liggja í Runavík frá kl. 8.00 til 16.00. 

Umboðsfelag er Tor Shipping.