Tíðindi

Ferðamannaskipið MS Ocean Endeavor til Runavíkar í morgin

Ferðamannaskipið MS Ocean Endeavor frá reiðarínum Adventure Canada kemur inn á Skálafjørðin í morgin 27. juni tíðliga á morgni umleið kl. 7.00 og fer avstað aftur kl. 13.00.

Skipið er eitt rannsóknarskip, er 138 m langt og hevur pláss fyri 450 ferðafólkum umborð. Faroe Ship er umboðsfelag hjá skipinum.

170 av ferðfólkunum koma í land við gummibátum, og fara at vitja okkara bý í nakrar tímar.

Runavíkar Havn og Visit Runavík bjóða øllum gestunum vælkomnum.