News

Mein Schiff 3 og Mein Schiff 4

Felagið Tui Cruises hevur nú bílagt pláss á Runavíkar Havn til tvey av sínum størstu ferðamannaskipum í 2019. Talan er um Mein Schiff 3, sum vitjar leygardagin 6. juli 2019 og Mein Schiff 4, sum kemur sunnudagin 11. august 2019.

Hetta er triðja bílegging av kaiplássi frá Tui Cruises, sum sendir sítt allar fyrsta skip inn á Runavíkar Havn komandi summar, tá Mein Schiff 3 hevur sítt sonevnda ”Maiden Call” leygardagin 21. juli 2018.

Bæði Mein Schiff 2 og 3 eru umleið 293 metrar long og rúma einum ferðafólkatali á 2.506 og eini manning á 1.253. Skipini liggja við kai í Runavík frá kl. 7.00 til kl. 19.30.

Føroyska umboðsfelagið hjá skipunum er Faroe Ship.