Tíðindi

McDonald´s, Burger King, Starbucks og Dunkin´ Donuts

Røða hildin í einum neysti í Thórsvík, tá Regattan
var komin hagar av Eiði.

tórbjørn jacobsen
“Nú fer hann!” rópti Kornus.

Sívar mælti róligur:

“Nú er hann farin – men tað er lívsins gongd – maður er ætlaður at ganga burtur – vær skulum læra at ganga burtur – stórt er lívsins hav og djúpt – tað er hin lívsins torvelda siglingarfrøði at læra – gloymi hetta ikki –.”

Vit skulu læra at ganga burtur, sigur skaldið. Hetta kann í fyrstu atløgu tykjast sum ein svartur heimspekiligur tanki, serliga fyri tey sum hugaði standa í lívsins blóma, har hvør dagur kennist sum ein endurnýggjaður møguleiki, ið røkkur til heimsins enda. Útsøgnin kann tulkast ymsar vegir, men hon snýr seg helst meiri um lívið heldur enn deyðan. Um at brúka ta unikku støðuna, sum tað er, at vera menniskja, so ymisk, at hvør einstakur er ein prototýpa, sum fyrst og fremst ræður sær sjálvari, eisini evnunum at royna mørkini og ikki minst at ýta av soleiðis, at kollektivið – sosiala bráðpannan – fær felagselevatorin at ganga uppeftir heldur enn niðureftir ella at standa í stað.

Tveir føroyskir politikarar stóðu einaferð og spjallaðu saman um leyst og fast, og bráðliga spyr annar hin tann hypotetiska spurningin, hvar í Føroyum hann hevði sett seg niður, var hann komin á fyrsta sinni til ónomið land. Hann sum svaraði var Erlendur Patursson, og hann var ivaleysur í mótreplikkini, at hann hevði tikið búgv í Sundalagnum undir slíkum umstøðum. Rikard Long mundi vera samdur: “Stolt reisir landið í treystari vón og rodnar í frískari elli, man aldri síggjast fagrari sjón enn sólskin á Nón og vársnjó á Halgafelli.” Nógv meiri enn eitt millennium frammanundan hesum báðum hava onnur hildið tað sama. Hava varnast møguleikarnar í hesum lagaliga lendinum og sundinum, sum skilir tær báðar størstu oyggjarnar frá hvørji aðrari.

Staðarnavnið Írland, við oyruna á Oyri, sigur okkum t.d. frá hesum. Har gekk hin kitlaklæddi írski munkurin, Hvassi, væl fyri norðurlendska landnámið og floytaði og grundaði, við hondunum handan bak, um heimsins alra størstu spurningar. Eitt slag av einum klerikalum jalli, og táið hann á rossabaki vassaði út frá Oyruni, so mikið at hesturin grynti, tá sá hann Eystnes fyri sunnan og Torvanes fyri norðan, og kundi hann ekkaleysur proklamera: “Hetta er mín heimur.” Hildið verður, at hann var autodidaktur stjørnufrøðingur, og tí setti hann seg niður um hesar leiðir, har sjóvarfallið gongur sum eitt nútíðarinnar klokkuverk. Hann liggur grivin í Hvassheyggi, og oyrarmenn hava leingi verið sannførdir um, at heyggurin er á tremur við gulli.

Lítil ivi man vera um, at Thórsvíkin, hesumegin Sundið, hevur verið bygd longu í hini heiðnu fornøld. Norrøni guðurin Thórur hevur her havt sítt hov og er vorðin tilbiðin. Thórsvíksbóndin hevur ivaleyst verið landnámsmaður, múgvandi í samtíðini, tá hann átti alla bygdina og hagan og harumframt nakað væl av jørð yviri á Selatrað. Uppisitarin á Eysturoyarlandinum sá betri út so víðan, norður- og suðuryvir, serliga tá fíggindar vóru í nánd, men søgnin sigur, at hann treivst so illa undir ræði bóndans, at hann róði um Sundið og gjørdi enda á honum. Hetta var í hoyggingartíð, áfast bleiv á grønum fløtti, og tað sigst, at brytin drap hann inni í hovinum, og jarðaði hann á hinum stóra heygnum, sum er fyri niðan býlingin Toftir. Helst hevur bóndin búð har, heyggurin hevur verið verndarvirki, og thórsvíkingar siga, at heilt fram til átjanda aldarmót sást farvegurin av verjugrøv kring um heyggin. Eftir hetta gekk jørðin sundur í ognarskapi, og seinri fóru kirkja og eftir Trúbótina kongur avstað við henni. Onkustaðni skuldi fíggingin fáast til hitt himmalska og monarkiska strevið á hesum klettum.

Síðani hava ættarlið eftir ættarlið roynt at komið sær undan. Gerandisdagurin hevur verið stríggin dastið av hesi drúgvu tíð, kroppurin var amboðið, slitið hareftir, og landbúnaðurin og nakað av útróðri bar ikki fleiri enn á leið 4 túsund fólkum uppi á døgum í senn, harav eitt stórt tal av húskallum, sum kultiveraðu jørðina og róðu út á eini fíggjarligari oyðimarkarferð, men líkverjan hevur ongar fikkur, tað ráddi um at eta breyðið úr andlitssveittanum, og vit fara sjálvsagt higani líka so nektað sum vit komu, var niðurlagið, sum í konservativa optikkinum skuldi halda hetta stásið hjá jallunum við líka.

Sohvørt sum bygnaðirnir broytast, og tilfeingið undir samfelagnum fjølgast, húskallarnir fara til skips, og firðirnir í Føroyum gerast vakstrardeplar heldur enn útoyggjarnar, úti við frægastu miðini og stytst møguliga róðurin, henda tær stóru broytingarnar, sum m.a. hava tað við sær, at búskaparliga grundarlagið ber eitt dusinfaldaðar føroyingar. Amboðini gerast betri og arbeiðstíðin tódnar, og smátt um smátt finna fólk útav, at tað ber til at taka sær av løttum so av og á, haðartil frítíðin gerst tann størri parturin av tíðarmáli fólksins. Nú er avbjóðingin hjá einstaklinginum, familjum, samfelag og politiskum skipanum, lands- og kommunalum, at fylla hetta nýggja rúmið út við spennandi tilboðum á mentanar, ítróttar- og upplivingarøkinum.

Ongin undrast á, at suðurlendingar vóru teir fyrstu at savna bátar saman í regattur, at dyrka tiknu frítíðina við skili, teir hava ikki verið so tyngdir av calvinistiska arbeiðsmoralinum sum protestantarnir norðanfyri. Heitið hevur annars sín uppruna í italskum máli, og hildið verður, at fyrsta regattan, kapprógving við gondolum, var fyriskipað í stóru kanalini í italska býnum Venezia miðskeiðis í 17. øld. Væl seinri bleiv hetta ein partur av tí anglikanska kulturinum – serliga í Bretlandi. Kropsliga arbeiðsøðin, sum serliga heimspekingurin Max Weber hevur viðgjørt í meginverkinum “Die protestantische Ethik und der Geist des Kapitalismus” hevur helst verið dvínandi, tá eisini norðurlendingar fóru undir at spæla sær tíðina burtur í eitt nú stuttleikasigling.

Sohvørt sum vælferðarsamfelagið vaks um frítíðina og inntøkurnar hjá fólki um okkara leiðir, fóru føroyingar eisini at skipa avlopstíðina – frítíðina – í ymsum høpum. Italska orðið regatta gjørdist eitt tøkuorð í føroyska málinum fyri siglingar- ella bátastevnur. Fyri kortum sigldu okkara eldru træskip undir segli bay av bay kring landið, ein frábær sjón fyri okkum, sum eru vaksin upp í dieseløldini. Nú er aftur regatta. Ymsir bátar úr øllum landinum eru stevndur av Eiði ávegis til Nólsoyar við Thórsvíkini sum millumstøð og náttarlívd. Alskyns slag av fólki, úr øllum handans observansum, eisini gardinpimparar, sum eru vorðnir eitt slag av nýføroyingum.

Nýføroyingar, hvørjir eru teir, og hvussu man føroyingurin fara at síggja út um eina fjórðings- ella eina hálva øld? Valla so jarpir um hárið sum nú, tá menn royna at kompensera kvinnuhallið í landinum við ymsum etniskum upprunum. Tað blandið ger ongan skaða, tvørturímóti, helst hevur føroyska rasan gott av eini fremmandari innspræning fyri ikki at gerast lagghall andaliga og til vits. Hóast maður er ætlaður at ganga burtur, ræður áhaldandi um at optimera, eisini á hesum økinum.

Politiska dagsskráin er, at so mong sum gjørligt skulu nema sær útbúgvingar á fróðskaparstøði, og at hesi koma heimaftur við loknan lestur. Hetta er vorðið eitt politiskt mantra, men vit fáa bara ongantíð at vita, hvat hesi fólkini skulu taka sær til eftir heimkomuna, her finst ongin strategi fyri, hvussu hesir klóku akademisku knokkarnir skulu slúsast inn í eitt samfelagsligt vakstrarhøpi eftir loknan lestur. Onkuntíð situr man við tí løgnu fatanini, tá hetta tosið gongur sum harðast, at fleiri teirra sum ráða fyri borgum halda, at bara vit tøma Oyrasundsklivarnar og flyta íbúgvararnar á hesum gitna kollegium til Havnar, so er hin heilaga grøvin væl forvarað og vøkstur og blíðkan hjá hugaðum fólki kemur av sær sjálvum. So einfaldur er veruleikin helst ikki, onkurvegna má menningin í dag standa á veruleikanum í gjár. Hava støði í tí drúgvu vakstrargongd heilt frá landnámi.

Nýføroyingurin er nú vorðin talgildur. Tey flestu hildu, at tøknin skuldi vera skorðan undir einum lættari gerandisdegi, men nú tykist tað sum, at menniskjað so líðandi gerst skorðan undir tøknini. Ella rættari hoknar undir henni. Trupulleikin er bara, at teknikkurin hevur onga kós, onga strategi, tí er tað ikki heilt vandaleyst at lata viljan víkja fyri tí, sum skuldi vera amboðið. Fólk sita við sínar teldur frá tí tey sleingja leggirnar út av rekkjustokkinum, haðartil tey vera slongd innaftur undir rekkjuváðina. Gangandi er ikki fyri tómum pizzaflakum á bryggjuøkinum hvønn Guðs skapta morgun, kvendi og kallar súpa hendan útlendska og ókenda konsistensin í seg, rulla bivreiðagluggarnar niður, og tveita alt hetta ruskið út á alfaraveg til likkur og krákur, sum liva av tí loyvda. Tað kvøttir ikki úr Fólkaheilsuráðnum um hesa junkføðina, men fara føroyskar konur, av hesum lítið mennandi kosti, at líkjast sínum amerikansku systrum, mest álíkar misskaptum hønum, so reyvabreiðar av sukri og junk, at sveiggjhurðarnar í trivaligu handilshúsunum ikki svølgja teimum, so verður illa vorðið. Grindin er ikki etandi siga teir, og nú eru Føroyar hersettar av heilatváttum grindafantastum, sum geva okkara egnu ráðgeving ein skarpan gang. Bert átalaðir av føroyskum ekshibitionistum, sum líða av somu trongdini at síggja seg sjálvar í spegilinum. Ongin skemtiligari enn borgarstjórin í høvuðsstaðnum, sum fekk allan hin journalistiska standin at súpa søguni, tá hann flutti Brigitte Bardot frá einari atløgusíðu til aðra í Tórshavnar havn. Aðrir hava roynt at plagierað hann seinri, við meira og minni av hepni.

Eru vit givin við at læra okkum at ganga burtur, dragna vit frá øllum siðvenjunum, sum øll hesi ættarliðini við tógvið stríð hava laðað upp í varðar. Í summar hevur ein delegatión av Oyrarsundi ella onkrum øðrum kollegium á asfaltinum sitið og ryggbrotið føroyska málið á nationalu rásini Kringvarp Føroya. So illani, at sjálvt Ívar í Kollinum hevur gjørt bart á einum portali. Tað kennist sum studioklivarnir eru vorðnir royndarkabinur fyri málsligar analfabetar. Ímeðan hevur junkrákið úr samveldisríkinum USA rættiliga tikið dik á seg. McDonalds´s og Burger King selja sum aldri áður í størri og smærri norðurlendskum býum og Starbucks og Dunkin´ Donuts renna í hølunum á teimum. Innanfyri skivurnar standa kimiligir krambakallar ella blíðsnýðað kvendi og spyrja eftir ørindunum. “Ein frozen yogurt, við M&M´s og brownies, takk!”, verður svarað. Tiltikni norðurlendski køkurin hevur ikki ein kjans ímóti hesi matimperialismuni, sum tekur alt meiri dik á seg. Serliga í tveimum syftum er hon farin um vesturheimin sum flóðaldur. Stutt eftir stríðsárini seinru, tá hotdoggurin, hamburgarin, cornflakes´ið, grillføðin og tyggigummi´ið gjørdu innrás. Onnur bylgjan legðist inn yvir okkum í áttatiárunum við McDonalds´s og Burger King sum spjótsoddum. Vit eru tað fyrsta ættarliðið, sum slepti tí ræsta fiskinum, spikinum, tvøstinum, stórhvalinum, garnatálgini, seyðarhøvdunum, blóðmørsindrunum, nátanum, skerpikjøtinum og ræsta kjøtinum. Hesin nýføroyingurin, sum fer at sita frammanfyri telduna við McDonald´s, Burger King, Starbucks ella Dunkin´ Donuts sum viðskera er ein áhugaverdari skapningur enn vit, sum í íbornari konservatismu og treystum íhaldi royndu og royna at halda stand ímóti áganginum. Kanska fóru vit skeiv, kanska er tað líka frægt at sleppa bardúnunum, sum halda hesum gamla og tránaða arvagóðsi í hevd.

Vit hava tað betri enn tey sum undan fóru, materian flýtur til okkara, húsini vaksa í vavi og bilarnir skríða eftir vegunum sum ongantíð. Men alt er nú relativt, thórsvíkingurin Jóan Petur – Frebbin róptur – giftur Maluni hevði alt undir einari lon, fjós og sethús var alt eitt herbergi, har kúgvin eisini átti sítt rímiliga pláss. Viderø sigur, at sunnudagar plagdu menn at støkka inn á gólvið hjá honum, og tá tóku teir spælikortini upp, men komu teir á gátt, áðrenn lesturin var lisin til endans, plagdi hann at blaða tvey bløð í senn, fyri at stytta um, hann var heldur seinførur í lesingini. Tað segðist, at so lítil vóru hús hansara, at tá kúgvin pissaði, tá máttu teir fjala kortini burtur fyri spruttinum. Ein annar var Jákup á Miðgerði. Tíðum í stríði við yvirvaldið. Einaferð kastalasveinarnir komu rógvandi við fútanum til Kollafjarðar, lá Jákup á báti og skeyt eina æðu. Tað var stórt brotsverk tá í tíðini. Nú mælir danski fútin: “Nu skal vi fange den Jacob –” Teir róðu beina kós ímóti honum, men æðu sóu teir onga. Tá hevði Jákup drigið snørið út ígjøgnum nøglina, bundið tað í æðuna og drigið hana inn undir bátin. Tann eini Frammistovubóndin skuldi siga, at hendan ílegan av Miðgerði eisini hevði flutt seg norður til Thórsvíkar.

komin til Jollyvíkar. Jolly – danska eftirapingin av Coca-cola – verður brandað á einum neystaveggi í bygdini, prýðiligt er tað ikki. Fjallarøðin í Eysturoy hevur darvað sambandinum hjá okkum eysturbúgvum við hesar leiðir, tó so, tá mjólkarbátarnir vóru í vælmaktini settu vit at landi her, og tá Sundaferjan skjútsaði um Sundið, og prutlið var komið, legði man ofta leiðina hendanvegin. Fjølskyldan er kortini ongin. Fermdist saman við Jógvani Mørkøre, fyrrverandi borgartjóra, í Glyvra kirkju fyri 45 árum síðani, spældi sjónleik saman við Elsu Mariu fyri fáum mánaðum síðani, fekk licensin at stjórna bili í aðru syftuni frá Hans Jákupi Hermanssyni og heimskendu Thor-brøðurnar ber man kenslu á, meiri enn so, og ikki minni kompagnon teirra, skyldmannin og nólsoyingin Per Gulklett, sum nú válar á lunnunum saman við Hans Andreasi í Istanbul, á Besiktas Skipasmiðjuni, har Thórsvíkin enn einaferð verður sett á heimskortið, alt ímeðan Gunnbjørn ansar krambúðini her sunnanvert okkum í grannalagnum. Hjartaliga til lukku við tí.

Tað ræður um at læra seg at ganga burtur, tað gera vit kortini kropsliga, men á sama hátt sum vit hava trivist við at byggja á herðarnar hjá teimum ið sleptu, ella eru um at sleppa, soleiðis skal ættarliðið eftir okkum standa á okkara herðum. Tað ræður um vit og skil, um burðardygt brúk av øllum tí sum varð lagt inn á hesa planetina, vit eru sett at røkja. Vøkstur, sum ikki var burðardyggur, fær nú konsekvensir, tí mega vit á summum mótum saðla um, tí hin konventionelli vøksturin er onkursvegna komin til eitt mark, har týningin tekur við andvegis uppdriftini. Ella sum presturin í Hvalvík fyri meiri enn hálvari øld síðani skrivaði í frágera góðari bók: “Vit mala tær æviga nátt. Sólina vit sleingja burt á ókomandi leiðir. Vit mala hóstandi ísfjøll, sum knúst rapa niður úr norðannátt yvir fløtur og feitilendi. Vit sorla allar býir undir jøklaveldi – – -.Vit kvøða – við frostbitnum hjarta – – – til kvørnin klovnar.”

Heilsið mær nólsoyingum, tá tit eru komin um fjørðin ímorgin.