Tíðindi

Marglætisskipið Seaboam Quest til Runavíkar í 2018

Ferðamannaskipið Seabourn Quest kemur inn á Runavíkar Havn sunnudagin 24. juni í 2018.

Skipið er 200 metur langt, umborð eru á leið 450 ferðafólk, og manningin telur 335. Tað er reiðaríið Seabourn Cruise Line, ið samanlagt eigur trý marglætisskip. Í løtuni byggir reiðaríið tvey nýggj skip, sum eftir ætlan verða liðug í ávikavist 2017 og 2018. Seabourn Quest er bygt í Italia og varð flota á fyrsta sinni í 2011.

Tað er Tor Shipping, ið er umboðsfelag hjá Seabourn Quest.