Tíðindi

Landingarmiðstøð í Runavík

Tað var eitt rættiligt bakkast fyri flotan, serliga línu- og garnaflotan og ikki minst útróðrarflotan á Skálafjarðarleiðini, at Landingarmiðstøðin á Toftum gavst at taka ímóti fiski nakað fyri jól. Eftir at tað gjørdist greitt, at farið verður undir annað virksemi í bygningunum og við havnalagið, har skip og bátar hava landað veiðuna í mong Harrans ár, fór leiðslan á flakavirkinum í Runavík undir at kanna møguleikarnar fyri at taka táttin uppaftur soleiðis, at tað kundi gerast so høgligt sum gjørligt hjá skipum og bátum at fáa veiðuna skipaða upp á land og goymda um hesar leiðir.

Hóast nógv virksemi er á flakavirkinum í Runavík til dagligt, so er rúm fyri landingarmiðstøð eisini, bæði í bygningunum og við bryggjukantin. Jens Pauli Petersen og Ingi Hansen, stjóri og útgerðarmaður hjá Faroe Origin, siga, at nýggja átak teirra er ein beinleiðis avleiðing av, at givist var at taka ímóti fiski aðrar staðir í økinum. Teir fóru undir at kanna viðurskiftini, tá tað gjørdist greitt, at einasta landingarmiðstøðin í økinum lat aftur. At eitt so stórt øki onga miðstøð hevur, har veiðan kann fáast til høldar, er ikki ein haldgóð støða, tí valdi leiðslan í Faroe Origin at fara undir at virka sum landingarmiðstøð umframt at vera flakavirki og útgerðarfelag hjá fleiri pørum av trolarum.

Ímorgun var dagurin komin, tá fyrsta skipið landaði til Landingarmiðstøðina í Runavík. Línuskipið ”Sigmund” var komið inn eftir 5 setum við 56 túsund pundum. Toskur fyri tað mesta men nakað væl av hýsu og longu eisini. Skipari er Elmar Rubeksen. Leggjast kann afturat , at tað hevur viðrað illa hendan túrin.

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, fegnast um, at flotin fekk hendan møguleikan aftur í økinum, at fáa veiðuna landaða, og hann leggur afturat, at kommunan og Runavíkar havn ætla at gera alt tað sum skal til fyri at geva rúm fyri hesum nýggja møguleikanum, bæði á landi og á sjósíðuni. Umráðandi er, at útróðrarbátarnir framhaldandi gerast ein partur av hesum, og í løtuni verður kannað hvussu hesir høgligast kunnu fáa veiðuna uppá land, líkamikið nær á degi teir koma aftur av útróðri.