Tíðindi

Lafayette út fyri Langanesi

Stóra verksmiðjuskipið “Lafayette” kom á Runavík í gjár eftir eina longri reisu úr Kyrrahavinum umvegis Cape Horn syðst á Latínameriku. Skipið fór frá bryggju tíðliga seinrapartin, og liggur nú fyri íla út fyri Langanesi á Glyvrum. Teir hava tikið útgerð inn og bíða nú eftir ordrum hvagar leiðin skal ganga. Sambært føroyskum fjølmiðlum fara teir annaðhvørt undir Føroyar ella til Eysturgrønlands at taka ímóti makreli til virkingar umborð.

“Lafayette” er gamalt tangaskip, sum er umbygt til verksmiðjuskip. Hann er skrásettur í Kaliningrad í Russlandi. Skipið er 219 metrar langt, 32,2 metrar breitt og brutto tonnasjan er 49.173. Djúpgangurin er 10,50 metrar, tá hann er fullfermdur – og motormegin er 10.920 Kw.

Roknað verður við, at skipið fer av fjørðinum í kvøld ella ímorgin.