Tíðindi

Kroka á Runavík

Nú leivdirnar av eini tropiskari ódn hava herjað Føroyar og føroysku havleiðirnar dastið av einum sólarringi, hava flestu fiskiskipini leita sær lívd í tryggum havnum. Í gjár, í gjárkvøldið og í nátt komu Falkur, Heykur, Skúgvur, Munkur og Sigmund á Runavík og á myndini, sum var tikin í morgun, síggjast Suðringur, Steintór, Niels Pauli og Bakur. Samstundis liggja russisku skipini Forline 1 og Lira á molanum og umskipa veiðina úr togaranum umborð í farmaskipið. Í lágættarstorminum í nátt lógu tey trygg við bryggju. Nú bíða teir bara eftir at líkindini batna, áðrenn teir fara útaftur til fiskiskap. Enn einaferð er tað prógvað, at Runavíkar havn er: “The safest port in the Faroe Islands.”