Tíðindi

Kristina úr Runavík stjórnar oljumenning í Norðurnorra

Tíðindini um at Statoil fer at flyta fyrstu oljuna frá Skrugard kelduni í Barentshavinum til Veidnes í Finnmørkini, hava fingið føroyska borgarstjóran í Nordkapp kommunu, Kristinu Hansen úr Runavík at fegnast stórliga.

Fyrsta oljan úr Barentshavinum

Skrugard er stóra oljukeldan, sum Statoil fann í Barentshavinum á vári 2011. Saman við tvíburðafundinum Havis, sum varð gjørt árið eftir, goyma hesi olju av “sjampanjugóðsku” skal Helge Lund, stjóri í Statoil hava sagt. Báðar hesar oljukeldurnar verða nú bygdar út saman.

Oljuframleiðsla í Barentshavinum stendur ovarliga á breddanum hjá norska oljurisanum Statoil, tí eftir at hava borað umleið 70 brunnar í 30 ár eru loksins útlit til, at olja verður tikin upp úr undirgrundini, og hetta kann fáa sera jaligar avleiðingar fyri bygdirnar í Norðurnorra. Ein onnur útbygging er longu í gongd, og tað er Goliat fundið hjá ENI, men tann oljan verður ikki flutt til lands, men við skipum inn á marknaðin.

Hetta er so ikki ætlanin hjá Statoil, sum er farið at fyrireika útbygging av Skrugard/Havis feltunum. Felagið metir tað vera skilabetri og meira lønandi at leggja rørleiðing til lands heldur enn at lasta hana umborð á skip á feltinum. Statoil leggur upp til, at fyrsta oljan frá Skrugard/Havis kemur upp í 2018.

Stórir møguleikar

Kristina Hansen, føroyskur borgarstjóri I Nordkapp kommunu og búsitandi í Honningsvaag sær fyri sær stórar møguleikar hjá kommununi og økinum sum heild, nú Statoil næstu fimm árini fer at gera íløgur fyri 5-6 milliardir kr. í ein nýggjan oljuterminal í Veidnes uttan fyri Honningsvåg. Roknað verður við eini framleiðslu uppá 200.000 tunnur av olju um dagin. Hon fer at verða flutt gjøgnum ein 280 kilometrar langa rørleiðing til lands, har oljan verður goymd í tangum í fjalli fyri síðani at verða flutt við tangaskipum á marknaðin. Roknað verður við at eini 50 til 100 tangaskip fara at koma eftir olju árliga.

Avgerðin fer at hava við sær, at tað verða skapt 500 til 600 arbeiðspláss í byggitíðini og umleið 50, tá liðugt er útbygt.

“Hetta fer at skapa virksemi og ringvirkningar, og tað er gott fyri restina av fylkinum eisini”, sigur Kristina Hansen við NTB.

Tíðindini um at Statoil fer at flyta oljuna úr Barentshavinum í land í Norðurnorra eru longu farin at ávirka húsaprísirnar í økinum. Eftirspurningurin er húsum hevur verið vaksandi, síðani Statoil gjørdi av at byggja út í Norðurnorra.

“Hetta er heilt ótrúligt. Staðið at leggja oljuna upp er væl valt. Og hetta hevur longu ovurstóra ávirkan á eitt nú húsaprísin sigur Gisle Loso, sakførari í Norðurnorra við heimasíðina E24.

Boð uppá eini hús í Honningsvåg, sum áttu at kostað um 130.000 eru komin uppá 660.000 kr. Orsøkin skal vera ætlanin hjá Statoil at byggja út har norðuri.

“Tað er gott við framgongd og eisini eftirspurningi á húsamarknaðinum, tí tað merkir, at fólk vilja búseta seg her, men út frá einum samfelagspolitiskum sjónarmiði, má tað ikki blíva so, at íbúðarprísirnir verða so høgir, at at tað forðar ungum fólki í at seta búgv sigur Kristina Hansen við Finnmark Dagblad.

Hon sigur annars, at oljuútbyggingin hjá Statoil er eitt vegamót fyri Nordkapp og fólkini har búgva. Hetta kann hjálpa til at menna smærri samfeløgini her norðuri. Harvið sleppa v it kanska undan at vera eitt “u-land” og útflyta rávøru sigur føroyski borgarstjórin.

Ognarskattur kemur væl við

Kommunan hevur sett í gildi ognarskatt, so tað at Statoil setir búgv í kommununi, merkir, at oljupengar koma í kassan tann vegin eisini. Hetta er avgjørt neyðugt, um kommunan skal byggja út skúlar og barnagarðar og almennar vælferðartænastur leggur Kristina Hansen dent á. Kristina hevur staðið á odda fyri norðastu kommununi í Norra i fleiri ár. Hon varð afturvald til borgarstjóra í 2011 og fer at umsita hetta álitisstarvið fram til valið í 2015.

Øystein Michelsen, varaforseti fyri útbygging og framleiðslu hjá Statoil í Norra sigur, at avgerðin at flyta oljuna til lands í Finnmørkini fer at hava stóran týdning fyri framtíðar oljuvinnuna í økinum og fyri menningini av framtíðar oljuleiðum í Barentshavinum. Hann sigur, at avgerðin hjá Statoil at flyta oljuna til lands í Norðurnorra er partur av ætlanini at gera henda parting av Norra til framtíðar oljulandslutin í landinum.

Statoil arbeiðir nú við eini boriætlan, har tað skulu borast nógvir nýggir leitibrunnar komandi árini í Barentshavinum.

 

Kelda: www.oljan.fo/Jan  Múller